Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 29. juni 2018 73 FØROYA GRÓTVIRKI ER MEIRA ENN GRAVSTEINAR OG GRÓTFLÍSAR. BRØÐ­ URNIR, SUM EIGA OG REKA VIRKIÐ Í SKOPUN, HEINI OG HØGNI TAU­SEN, ERU EISINI RÆTT­I­LIGA KREATIVIR OG NÝ­ HUGS­ANDI Á FLEIRI ØKJUM Vilmund Jacobsen Føroya Grótvirki í Skopun ger ikki bara grótflísar, gravsteinar og borð­plát­ur úr føroyskum gróti, tó at hetta er part­ur av høv­uðsf­ramleiðslunum á virki­ num. Brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, sum eiga og reka grótvirkið, eru eis­ini rætt­i­liga kreativir og hava dugað væl at gjørt ymiskar brúks-og skreyt­ lut­ir úr gróti. Við einum snøggum orði kunnu vit rópa hesar nisju-fram­ leiðsl­ur brúks­list. – Jú, eg haldi, at vit eru rím­ iliga kre­a­tiv­ir, og vit gera nógv fleiri ting og lutir, enn mong vita. Fleiri vita iva­leyst um veggja­ klokk­una, vín­fløsku­hald­aran, lítlu flagg­stong­ina og kanska aðr­ar lut­ir við. Men, møg­u­leik­ar­ nir eru so nógv fleiri, og vit hava gjørt so nógv onnur ting og lutir. Heini Tausen vísir á, at tað mesta kann gerast úr gróti, og s­o­leiðis kann eis­ini ein perma til dagbók gerast úr føroyskum gróti og enntá við onkr­um frám­ erki. Trappan er »flaggskipið« Gravsteinar eru framvegis tað ber­andi, og hetta eru ein­astu føroysku grav­steinar á markn­ að­in­um. – Okkara gravsteinarnir eru kapp­ing­a­r­førir í prísi - ja, teir eru enn­tá bíligari enn teir útlendsku og inn­fluttu, og tá avvarðandi ynskja tað, taka vit okkum eis­ ini av uppseting. Vit kunnu framleiða gravsteinin júst eft­ir ynski­num hjá avvarðandi, og vit eru altíð til reiðar at vegleiða og veita góð ráð, tá viðskiftafólk ynskja tað. Flestu munnu vita, at “flagg­ skip­ið” hjá Før­oya Grótvirki fram­vegis er upp­i­halds­trap­pan í Vágsbotni, men virk­ið hev­ur eisini latið grótflísar til mong onnur arbeiði og end­a­mál, eitt nú til trappuna við bý­ráðs­húsini í Havn, túnið kring løg­tings­ húsini, tún­ið aftan fyri Gamla Bóka­handil og til tún­ið við Havn­ar kirkju. – Okkum dámar best at fá­ast við grót­til­far, sum verður brúkt uttandura. Tað er so nógv á marknaðinum til inn­an­durabrúk, og nógv av hesum er til­gjørt ella stoypt tilfar sum slett ikki kann sam­an­berast við náttúrutilfar, sum før­oyska grótið er. Heini Tausen vísir á, at upp­ i­halds­trapp­an í Vágsbotni skapar hugna - ikki minst, tá teir góðu dagarnir eru, og nú HM- dystir hava verið vístir á stór­ skíggja, hava mong leitað sær om­an. Jú, vit dylja ikki fyri, at vit eru eitt sindur errnir av hesi trappu sum eftir okkara tykki er eitt prýði í Vágs­botn­i, leggur hann aftrat. Borðpláta til nýbygning Føroya Grótvirki hevur eisini Kreativir brøð grótvirkinum Trappan í Vágsbotni í Havn er flaggskipið hjá Før­oya Grótvirki