Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 5 29. juni 2018 73 framleitt og selt nógvar borð­plát­ur úr gróti. – Herfyri fingu vit eisini ein ser­ stak­an fyrispurning um borðplátu úr gróti til ein nýbygning, sum verður bygd­ur í Spania. Sum vit hava skilt, er hetta ikki ein borðpláta, sum ke­m­ ur at vera í galluni ella messuni, men á brúnni á skipinum. Heini Tausen sigur, at talan er um eitt út­lendskt reiðarí, sum soleiðis vel­ur at gera eitt sindur meira burtur úr brúnni á nýbygninginum. Spurdur, hvussu tað ber til, at eitt út­lendskt reiðarí keypir borðplátu úr gróti í Skopun, heldur hann fyri, at onk­ur helst hevur sæð ting og lutir hjá Før­oya Grótvirki á netinum. – Vit eru altíð til reiðar at gera onkr­ar spennandi og forkunnugar lutir úr gróti, sum kortini kunnu ger­ ast fyri ein prís sum ger, at hetta er keyp­andi. Mong halda ivaleyst, at alt, sum verður virkað úr gróti, er kostn­ að­armik­ið, men tað er nú ikki heilt rætt. Grót til fleiri øldir Á virkinum í Skopun eru tað serliga brøð­ur­nir báðir, sum reka virksemi og nógv av tí smáa, sum gjørt verð­ ur, hevði neyvan latið seg selt, um teir høvdu fólk í arbeiði fyri høgar tíma­lønir. – Pápi okkara, Áslakkur, hevur ver­ið okk­um ein góð hjálp, umframt at onk­ur av børnunum hjá okkum eis­ini hevur verið tað. Føroya Grótvirki fær sína rávøru úr grót­bro­t­i­num í Høvdarhaga í Skop­un, og her er eingin vandi fyri, at grót­ið verður uppi. – Eg trúgvi, at her er nóg mikið av góð­um gróti nøkur hundrað ár fram í. So, her er eingin vandi fyri, at grótið, sum vit brúka í okkara framleiðslu, verður uppi, sigur Heini Tausen bros­ andi. Á Føroya Grótvirki í Skopun hava brøð­ur­nir báðir nógv at gera. – Uppgávurnar gerast fleiri og fleiri, og at síggja til eru tey fleiri, sum hava funnið út av, at vit eru her, og at vit kunnu gera ymiskt, sum nógv kundu hugsað sær at átt á ein­um borði, skenki ella hill. Tá tú hevur fleiri nøgd viðskiftafólk, breiða ring­ ar­nir seg, og eg trúgvi, at hetta er ein or­søk­in til, at vit fáa fleiri og fleiri bæði stór­ar og smáar fyrispurningar um ymiskt. Pakkað við seyðaull Tað hevur vakt ans, at teir á Føroya Grótv­irki eru farnir at pakka gávulutir og ann­að, sum fólk keypa, við før­ oyskari seyðaull. – Vit hava áður brúkt bløðruplast, men nú brúka nú vaskaða seyðaull til pakk­ing og verju av lutunum, og aft­ur­meldingarnar hava verið ógvu­ liga positivar. Í staðin fyri at hava bløðr­u­plast saman við lutunum í gáv­u­eskjuni, hava nú seyðaull. Heini Tausen vísir á, at tað hevur ging­ið væl at fáa fatur á ull. – Vit vaska ullina inni á virkinum í van­ligari vaskimaskinu, og síðan verð­ur ullin turkað úti í sólini. Í vask­ ini lata vit eitt sindur av balsam við lukti í ullina, og hetta ger, at hon ullin eis­ini fær ein frískan lukt. Hann sigur, at ullin virkar sum góð og effektiv verja móti stoyti und­ ir flutningi. Fótbóltur á grótskíggja Á Føroya Grótvirki hendir eisini ym­ iskt, sum fólk slett ikki høvdu roknað við. Her hava Summartónar havt kon­ sert, og einar tvær konsertir verða aftr­at. Á tiltakinum verða vaflur bakaðar, og fólk fáa vaflur og kaffi ókeypis. Tað nýggjasta er, at tey sein­ napartin leygardagin fara at vísa HM-fót­bólts­dyst á grótskíggja, sum Heini Tausen rópar tað. – Um veðrið verður til vildar, verð­ ur dysturin vístur úti, men verður veðr­ið ­illfýsið, sum vit kortini ikki vóna, verður dysturin vístur inni. Vit fara at mála ein stóran stein hvítan, og tað verður á henda steinin, at HM-dyst­urin vístur seinnapartin leyg­ar­dagin. Sjálvur grótskíggin verð­ur umleið 2x3 metrar stórur. Í sam­bandi við tiltakið, verða sjálvandi eis­ini hátalarar settir upp, og dóttir mín kemr suður at gera toast og kaffi, og hetta verður alt ókeypis, sig­ ur Heini Tausen. ur á í Skopun