Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 29. juni 2018 73 SÍÐANI UNDAN JÓLUM Í 1991 HAVA TVEIR BRØÐUR Í HAVN RIKIÐ EGNA FYRITØKU Í MIÐBÝNUM Í HAVN Árni Gregersen arni@sosialurin.fo Tað var í ringastu búskaparligu tíðum í Før­oyum, at brøðurnir Poli og Ech­ ardt Persson í Havn settu sær fyri at byrja sum sjálvstøðugir. Teir eru báðir radiomekanikarar og høvdu í mong ár arbeitt í SHJ radio­handl­inum á Bryggjubakka, men ringu tíðirnar tóku grundarlagið und­an hesari fyritøkuni. Brøðurnir báðir hildu kortini, at brúk fram­vegis var fyri einum tí­lí­kum handli, har ikki bert sølan av kend­um merkjum av útvarps- og sjón­varps­ tólum fór fram, men eisini um­væl­ing­ ar og góð tænasta. Í øll hesi árini, síðani desember 1991, teir hava verið til við Rad­i­o­hand­ l­i­num, hevur hann so at siga ver­ið í gomlu hølunum hjá Sam Ol­sen í Niels Finsensgøtu Undantakið var tá húsini brunnu. Tá vóru teir eitt skifti í Hand­ils­kjarn­a­ num, har teir eisini byrjaðu við hand­ l­inum og verkstaðnum. – Jú vit kunnu skriva undir uppá, at tíð­ir­nar eru broyttar nógv hesi árini vit hava fingist við okkara handverk, siga brøðurnir báðir. Echardt Persson fór í læru sum rad­io­mek­an­ikari í 1966 og Poli Persson fór somu leið í 1972. – Eg minnist ilt á, tá ið eg viðhvørt noydd­ist einsamallur út við einum 32 tumma sjónvarpið av tí gamla slag­num. Tey vóru ikki bara tung at bera. Javnvágin gjørdi tey eisini upp­ af­tur tyngri at baksast við upp gjøg­ num trappur, sigur Poli Persson. Echardt Persson minnist eisini, tá ið onkur fortaldi, at nú kundu 28 tumma sjónvarp fáast fyri 10.000 krón­ur. – Eg segði, at hesum trúði eg ikki og eg væntaði heldur ikki, at tey nakr­antíð fóru at koma so langt niður í prísi, sigur hann við einum smíli. Plátuspælarin komin aftur Broytingarnar hava sjálvandi verið síð­ani 1991, tá ið handilin lat upp á fyrsta sinni. Tá vóru sjónvarp nógv útbreidd í Før­oyum og vit høvdu fingið far­tal­ e­fonnet. Fyrst við NMT 450 telefonunum og seinni við NMT 900, men alt tað broytt­ist eisini. Eitt annað, sum hevur flutt seg nógv, er alt, sum hevur við tónleik at gera. Upprunaliga vóru tað bond og plát­ur, men so við og við kom tón­ leik­urin á talgyldum miðlum. Fløg­ urnar komu og fløguspælarin og longu nú eru fløgurnar meira ella minni burtur. Nú er tónleikurin á øðrum miðlum, men tað stuttliga er, at plátuspælarin er kom­in aftur og meira og meira tónl­eikur fæst nú aftur á LP plátum. – Tað er klárt at síggja, at LP plát­ ur­nar eru endurføddar. Fleiri og fleiri geva út á plátu og sølan av nýggjum plát­u­spæl­ar­um er nógv vaksandi, sig­ur Echardt Persson. Umframt at nógv hevur verið selt at ljóðanleggum til heim, so er eis­ini nógv selt til bilar. Fyrst var tað band­ spæl­arar, men seinnu árini var tað eis­ini fløguspælarar. – Áhugin fyri at fáa tónleikin út gjøgn­um góð ljóðanlegg hevur altíð ver­ið stórur, og tað er uttan mun til, hvørji anlegg eru frammi. Fólk við á­huga fyri tónleiki, vilja hoyra hann so væl, sum tað kann lata seg gera, sig­ur Poli Persson. Brøðurnir í Radiohandlinum: Djarvir menn lótu handil upp í ringastu tíðum – Áhugin fyri at fáa tónleikin út gjøgn­um góð ljóðanlegg hevur altíð ver­ið stórur, og tað er uttan mun til, hvørji anlegg eru frammi. Fólk við á­huga fyri tónleiki, vilja hoyra hann so væl, sum tað kann lata seg gera, sig­ur Poli Persson Poli og Echardt Persson tóka sakina í egnar hendur, tá SHJ Radiohandilin gavst og stovnaðu nýggjan handil Vóna at onkur vil yvirtaka handilin Eirikur Lindenskov Eftir at hava rikið egnan hand­il síðani sein­ast í 1991, leita brøð­ ur­nir Echardt og Poli Person eft­ir onkrum at reka hann víðari Sjálvt um tað sá svart út bú­skap­ar­liga í Føroyum fyrst í níti-ár­unum, so forðaði tað ikki brøðr­u­num báðum, Pola og Ech­ardt Person at lata egnan hand­il og egið radioverkstað upp í miðbýnum í Havn. Radiohandilin hevur virkað síð­ani tá. Alla tíðina hevur hann ver­ið í miðbýnum í Havn, fyrst í Hand­ils­kjarnanum, men fyri tað mesta í hølum, har sum Sam Olsen helt til í gomlum døg­um. – Hetta hava verið nøkur spenn­andi og avbjóðandi ár, men nú eru vit komnir so mik­ið til árs, at vit kundu hugsa okk­ um, at tað var onkur yngri, sum yvirtekur fyritøkuna, siga brøð­ ur­nir báðir. Radiohandilin er ikki bert ein hand­il, men fyritøkan hevur eisini verk­stað, sum tekur sær av um­vælingum, bæði tá ið tað snýr seg um ljóðútgerð og sjón­varp. Í øll hesi árini, hevur eisini stór­ur dentur verið lagdur á tæn­astu. Tað vil siga, at hand­ il­in hevur eisini havt alt sum hoyr­ir til raio og sjónvarp. Tað vil siga leidningar og stikk av øllum handaslag, um­ framt at teir hava selt eykalutir til ym­i­sk merkir . – Men nú eru vit kom nir har­til, at vit fegir vilja, at onk­ur yvirtekur handilin og verk­stað­ ið og rekur tað víðari, siga teri báð­ir, Poli og Echardt Person.