Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 24 29. juni 2018 73 HJÁ BAKARÍ MYLNUNI KANST TÚ BÍLEGGJA MORG­UN­BREYÐ, NÝ­BAK­ AЭAR KØKUR OG VAN­ LIGAR GERANDISVØRUR OG FÁA VØRURNAR KOYRD­AR TIL DYRNAR Vilmund Jacobsen Í nakrar mánaðir hevur Bakaríið Myln­an í Havn bjóðað viðskiftafólki eina serliga tænastu, har fólk kunnu bí­leggja eitt nú morgunbreyð, ný­bak­ að­ar køkur og gerandisvørur annars og fáa hesar koyrdar til dyrnar. Eirikur Magnussen, bakar­a­meist­ ari í Mylnuni, heldur, at skipanin hev­ ur riggað væl. - Tað er at kalla hvønn dag, at fólk hava bílagt til dagin eftir, og vit hava koyrt vørurnar til dyrnar hjá pri­va­t­ fólki og arbeiðsplássum. Hann sigur, at skipanin hevur ver­ ið mest brúkt um morgnarnar, men eis­ini aðrar tíðir av degnum. VANLIGAR GERANDISVØRUR Bakarameistarin vísir á, at fyri at fáa vørurnar koyrdar til dyrnar millum klokk­an 07 og 08 morgunin eftir, er neyð­ugt at bíleggja í seinasta lagi á mid­nátt kvøldið fyri. - Fólk hava møguleikan at fáa vør­ur koyrdar til dyrnar millum klokk­ an 07 og 08, 11 og 12 og klokkan 16 til 17. Eirikur Magnussen sigur, at tá lev­er­ingin skal veitast stundisliga morg­un­in eftir bílegging, er talan í fyrsta lagi um morgunbreyð, smør, ost, juice og ymiskar aðrar ger­and­ is­vør­ur. - Hugsa fólk um onkrar góðar køk­ur, kunnu tær vanliga koyrast til dyrn­ar millum klokkan 10 og 11 morg­ unin eftir bílegging. Er talan hin­vegin um fínari køkur, sum eitt nú kran­sa­ køk­ur, er leveringstíðin upp aftur longri, leggur hann aftrat. Bílig tænasta Eirikur Magnussen sigur, at tað bæði eru privatfólk og arbeiðspláss, sum brúka hesa tænastu. - Bílagt verður á netinum um heima­síðu okkara – www.mylnan. fo - og tænastan kostar tað sama, ant­in keypta nøgdin er stór ella lítil. Tú kanst keypa eitt morgunbreyð og fáa tað koyrt til dyrnar fyri 50 krón­ ur. Keypir tú 100 morgunbreyð, er kostn­að­urin júst hin sami. Eirikur Magnussen sigur, at tæn­ as­tan fevnir um alla Havnina, Argir, Norðr­asta Horn, Hoyvíkina, Hvítanes og Sand­v­íkarhjalla. - Vit hava eina avtalu við hýru­ vogns­støð um útkoyring, og vit halda, at hetta hevur riggað væl, sigur bakarameistari hjá Mylnuni. Mylnan veitir eina serliga tænastu við útkoyring