Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 25 29. juni 2018 73 K R E A Bureau Veritas Marine & Offshore (BV M&O) er eitt spennandi arbeiðspláss, sum umframt at arbeiða við flokkingum og góðkenningum, bjóðar at taka starvsfólkini við sær upp á nýggjar tindar innan leiðslu á sjónum og strategiska hugsan. Sum starvsfólk fær ein eisini íblástur at vera í starvi á einum altjóða arbeiðsplássi, sum umboðar so nógvar partar av skipaídnaðinum. BV M&O tillagar tænasturnar til tað, sum er meira og meira í brennideplinum, nevniliga at fáa sum mest úr orkuni og mannagongdum, umframt avmarking av umhvørvisvandamiklum evnum og arbeiðsvanlukkum. AVMARKINGAR AV SVÁVULI OG ØÐRUM BRENNIEVNI 1. januar 2020 verður altjóða kravið sett í gildi, um í mesta lagi 0,5% svávulútlát í útstoytsgassi frá skipum. Við tænastuni VeriFuel, bjóðar BV seg at kanna saman- setingina og góðskuna av brennievni, eins og vit eisini góðkenna ’scrubbers’, sum vaskar útstoytsgassini rein. BV M&O bjóðar øllum teimum reiðaríum, sum ynskja at møta 2020-kravinum við at nýta onnur brennievni enn HFO, at góðkenna brúkið av flótandi jarðgassi (LNG), flótandi petroliumgassi (LPG), bio diesel, metanol, hydrogen, battarí orku ella eina samanseting (hybrid). – Vit eru við í arbeiðinum at flokka danskar ferjur, sum nýta hybrid tøkni – til dømis nýggju ferjuna, sum siglir millum Thyborøn og Agger. Á skipasmiðjum uttanlands arbeiða vit við flokkingum av skipum, sum nýta LNG brennievni – har talan er um alt frá olju/kemikaliu tanga- skipum til tey størstu bingjuskipini, sigur Bengt Sangberg, ovasti stjóri fyri skipa- flotan (Marine Chief Executive) í Danmark, Svøríki og Íslandi í BV M&O. NÝGGJAR TÍÐIR — NÝGGJAR MANNAGONGDIR BV M&O leiðir menningina av sjálvstýrandi skipum. Við sjálvstýrandi skiparakstri eru stórir møguleikar í sjóvinnuni at betra um trygdina, álitið og at minka um útreiðslur- nar. Men nýggja kunningar- og samskiftis- tøknin, sum ger tað møguligt við tílíkari sjálvstýring, hevur eisini við sær ymsar váðar, sum samstundis skulu eyðmerkjast og bøtast um. – Nýggj tøkni merkir millum annað eftir- lit við dronu fyri sjó- og frálandaskipanir og undirsjóvarkanningar við sokallaðum ROV-tólmennum. Við nýggjastu tøknini í eini dronu er møguleiki skjótt og lætt at gera eftirlit í hæddunum eins og á støðum, har trupult er at koma til. Væntað verður, at dronueftirlit vil geva nógv betri grundarlag fyri metingum av standinum á tangum og lastarúmum á skipum og eisini økja um góðskuna á okkara tænastu, sigur Bengt Sangberg. SPAR ORKU VIÐ ELEKTRONISKUM GÓÐKENNINGUM BV M&O hevur ment eina trygga elektron- iska góðkenningarskipan, galdandi bæði fyri flokkingar og ’flagstats’ góðkenningar, sam- bært leiðreglunum hjá IMO. Góðkenningar- nar og skipanin fyri gildisváttanum eru mentar í samskifti millum tey trý ’pilot flags’ londini: Danmark, Holland og Singapor. Roknað verður við bæði tíðar-, umsitingar- og kostnaðarsparingum við at fara yvir til e-góðkenningar. Harumframt verður minkað um váðan við tapi, feilum og falsan. Bureau Veritas – ein munagóð og burðardygg altjóða skipaferðsla Bureau Veritas eru errin av samstarvinum við reiðaríið Frakt & Sand og skipasmiðjuna MEST LÝSING Les meira á www.bureauveritas.dk og www.veristar.com - Bureau Veritas varð stovnað í 1828 í Belgia. Í dag eru umleið 70.000 fólk í starvi á 1400 skrivstovum og royndarstovum í 140 londum. - Við effektivari handfaring av skipum og útgerð, skapar Bureau Veritas M&O virði fyri reiðarí, skipasmiðjur, framleiðarar, tryggingarfeløg, meklarar, peningastovnar og myndugleikar. FAKTA: Bureau Veritas, Føroyar: Tummas Eli Joensen, Laðagøta 5, Strendur Tel / Fax: +298 44 94 51, Fartel +298 74 81 51, tummas.joensen@dk.bureauveritas.com