hósdagur 28. juni 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
28
29. juni 2018
73
www.sosialurin.fo
Hevur tú fingið
setanarskriv?
Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn
8 tímar um vikuna skalt tú sambært lóg hava setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.
Setanarskrivið skal upplýsa:
• Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans
• Nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er
óavmarkað
• Starvsstaðið
• Arbeiðstíð
• Starvsøki
• Starvsaldur
• Galdandi sáttmála
• Løn, ískoyti herundir eisini eftirløn, trygging og líknandi.
• Nær løn verður útgoldin
• Rættindi viðvíkjandi frítíð við ella uttan løn
• Longd á uppsøgnarfreistum
• Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina
Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu at geva tær setanarskriv, sum inniheldur
omanfyrinevndu viðurskifti.
Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um
setanarskriv. Hetta eigur tú at gera óansæð hvussu leingi tú hevur verið hjá
arbeiðsgevaranum. Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, so kanst tú venda tær til
álitisfólkið á arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp við leiðsluna. Til ber eisini
altíð at venda sær til títt fakfelag.
Sambært lóg skulu øll, sum starvast meir enn 8 tímar um vikuna í meir enn 1
mánaða, hava eitt setanarbræv. Hetta er tó ikki galdandi fyri starvssetanir á sjónum.
Sí www.samtak.fo fyri nærri upplýsingar
Samtak Stoffalág 17 FO-110 Tórshavn tel. 21 00 13 samtak@samtak.fo www.samtak.fo