Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 11 Kvinnur og menn hava rætt til líka løn - Tað finnast haldgóðar orsøkir til at løna tveimum persónum ymiskt fyri sama arbeiði, men kyn er ikki ein teirra, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini. DANJAL AV RANA J avnstøðunevndin kenn­ir ikki til málið við I. R. Last­ bilum og kann tí ikki gera beinleiðis viðmerk­ing­ar til tað málið, men sigur kortini, at kyn er ikki ein haldgóð orsøk til at løna tveimum fólkum ymiskt fyri sama arbeiði. - Javnstøðulógin sigur í §4: ‘Ar­ beiðsgevari skal veita kvinnum og monnum eins løn og ágóða ann­ars fyri sama arbeiði,’ sigur Ólav­ur Ellefsen, formaður í Javn­støðu­ nevndini. Hann vísir á, at lógin loyvir, at mun­ur verður gjørdur á lønini hjá fólki, men at kyn ikki er ein haldgóð orsøk til tess. - Tað, sum eyðkennir priv­ata arbeiðs­marknaðin, er, at kollekt­ ivu sáttmálarnir er minim­ums­ sátt­málar, og at arbeiðsgevari tí kann geva meira enn sáttmálin áset­ur. Hetta verður gjørt fyri hvørt starvsfólkið sær. Ti kann tað koma fyri, at tvey, sum starvast lið við lið, og í veruleikanum gera sama slag av arbeiði, kunnu fáa ymsa løn, sigur hann og vísir á, at hetta kann vera orsaka av serligari ábyrgd­arkenslu hjá starvsfólki, góðari uppmøting í mun til minni góða uppmøting, mun á dugna­ skapi, mun á effektiviteti ella lok­ alari starvsaldursskipan, sum fer longri enn sáttmálaásetta skip­an­in fyri starvsaldur. - Tað vil siga, at tað ber til at gera mun á fólki. Tað kann so henda, at tað tilvildarliga verður gjørdur munur á manni og kvinnu, men ikki orsakað av kyninum. Tá er tað ikki í stríði við javnstøðulógina, sigur Ólavur Ellefsen. Um fólk varnast, at skipaðir lønar- og ágóðarmunir eru venga kyn, heldur hann, at bæði kvinnur og menn eiga at venda sær fyrst til fakfelag sítt, og um tað ikki ber til, til Javnstøðunevndina. Hon kann síðani samskifta við viðkomandi partar, gera løgfrøðisligar met­ing­ ar og, í evsta føri, senda málið til ákæru­valdið. Ólavur Ellefsen viðgongur tó, at tað enn er stórur munur á løn­ar­ gjaldingunum til kvinnur og menn. - Hetta er lutvíst orsakað av, at fleiri kvinnur enn menn ar­beiða parttíð og at siðbundin kvinnu­ størv yvirhøvur eru lægri lønt enn sið­bundin mannfólkastørv. Vit duga við verandi vitan tó ikki at siga, hvørt tað harumframt verður gjørd­ur skipaður munur millum kynini ella ikki, men tað er vert at kanna, sigur hann. HETTA ERU STØRSTU JAVNSTØÐU­ AVBJÓÐING­ ARNAR Umframt lønarmunir staðfestir nevndin í ársfrágreiðingini fyri 2017, at størstu javnstøðuavbjóðingarnar eru: - at einans 7% av goldna foreldrafarloyvinum verður tikin av pápum, og at verandi skipan hevur neiligar javnstøðufylgjur bæði fyri kvinnur og menn - at verandi familjulóggáva og -fyrisiting setir pápar í eina munandi verri støðu enn mammur - at føroyski arbeiðsmarknaðurin kynsliga er sera uppbýttur, og at tað ger tað torført hjá kvinnum at koma inn á mannfólkaøki og monnum at koma inn á kvinnuøki - at kvinnur eru illa umboðaðar í nevndum og leiðslum - at lívsævin og heilsustøðan hjá monnum er munandi verri enn hjá kvinnum.