Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 17 nógv, men kanska onkur lesari veit. Seinni gjørdist ein hetlendari skip­ari, hann kallaðist Peter John­son. Skipið var boðið til sølu í 1905 í Føroyum, men einki kom burt­ur úr søluni tá. Men í 1909 varð skipið selt til Føroya, og hetta var endabresturin á hetlendsku slupp­tíðini, sum tað verður stað­ fest í 1910 í ársfrágreiðingini hjá het­lendska fiskivinnuráðnum, har tað stendur: “No local vessel procecuted the cod fishery at Iceland and Faroe, and only one cargo og salted fish was imported from Faroe during the year.” Tá hevði henda hetlendska toska­veiðan varað í 100 ár. Tað er áhugavert, at meðan het­lendingar gevast undir Íslandi í 1909, er føroyska veiðan har við at koma í hæddina við 124 skipum, og hetta tal kom skjótt upp á eini 150 skip í 1930-árunum. Skipið Energy, sum varð selt til Før­oya, er neyvan sama Energy, sum er kent frá siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe. Tað man hava fingið eitt annað navn. Er nakar sum veit meira um hetta at siga? Her kann skoytast uppí, at nógv­ir føroyskir fiskimenn hava vitjað Hetland seinnu ár­ini. Nótaskipini sum fiskaðu í Norð­ sjónum fóru ofta inn til Ler­wick at kroka. Her var eitt skifti ein føroysk sjómansmissión. Norð­ menn høvdu eisini eitt Væl­ferð­ar­ hús, sum føroyingar eisini vitjaðu. Komandi partur Komandi vikuskifti er fyrsti partur í eini røð um lívið hjá Honnu, dóttir Sáru og Jákup Klein í Klaksvík SERLIGUR VINSKAPUR MILLUM LONDINI T að finnast aðrar frá­ sagn­ir um sambandið mill­um Føroyar og Het­land. Henda søgan byrjaði í 1930- un­um, tá ið Margaret Thomson, f. 1915, var ung genta. Føroyar og Het­land plagdu at vitja hvørt annað at sparka fótbólt. Í 1930 var HB í Hetlandi at spæla móti het­lendingum. Spælararnir fóru til Hetlands við Tjaldrinum, og afturat teimum komu eisini 25 ferðafólk. Samstundis fór skonn­ art­in "Signhild" av Havnini við ein­um 25 ferðafólkum afturat. Hesa ferð tapti HB tveir dystir og vann ein. Nakrir av føroyingunum á hesi ferð vóru úr samkomuni í Ebenezer í Havn. Hesir vitjaðu sum rímiligt er sína bróðursamkomu Ebenezer Hall í Lerwick. Pápi Margaret var blíður maður, so hann bjóðaði nøkrum teirra heim. Margaret hevði hug at fáa okkurt samband við Føroyar, og vildi feg­in hava onkra gentu í Føroyum at skriva saman við. Hetta lovaðu før­ oysku spælararnir at greiða, og tað endaði við einum sambandi mill­um Margaret og Elisu f. 1911, dóttir Mallu og Pola skómakaran í Havn. Tað var neyvan tað nógva, sum Elisa dugdi av enskum, men hon áttu ein yngri beiggja, Petur (Há­berg), sum var heilt kønur í ensk­um. Hann man hava verið eitt slag av millummanni. Tær báðar skrivaðu so saman, men í 1938 fór Elisa til Danmarkar og var stødd har, tá Danmark varð hersett av týskarum. Hetta gjørdi, at alt samskifti var ógjørligt. Sambandið verður tikið upp aftur Einki hendi tey næstu árini, men eina ferð fór Zacharias Zach­arias­ sen úr Norðragøtu til Hetland, har hann vitjaði samkomuna í Eben­ez­er Hall. Har hittir hann Marg­ar­et, og hon greiðir honum frá um penna­vinin Elisu, og spyr um hann mundi kenna hana. Jú, víst so, tey vóru grannar! Elisa var nevniliga flutt til Norðragøtu eftir kríggið, og Zacharias kendi eisini sera væl alla hennara ætt í Havn. Soleiðis kom sambandið aftur í lag gjøgnum børn hjá Elisu. Tað var mest gjøgnum brævaskifti, men tey vitjaðu hana, tá ið tey komu framvið í Hetlandi. Abbin á hvalaveiðu undir Grønlandi Margaret mintist væl til og greiddi millum annað frá, at abbi hennara plagdi at vera á hvalaveiðu undir Grønlandi. Tað var ein stórhending í Ler­ wick, tá hvalabátarnir á hvørj­um ári løgdu inn her á veg til Grøn­ lands. Skipini ankraðu upp inni á redini 10-12 dagar frá endanum á februar mánaði til byrjanina av mars. Endamálið var at útvega sær ta manning, sum restaði í fulla mann­ing. Skipararnir vildu hava mann­ing úr Hetlandi, tí het­lend­ing­ar bæði høvdu skil á hvalaveiðu og á sigling. Skipini komu úr ym­isk­um havnum í Skotlandi, serliga úr Peterhead og Dundee. Sum dømi um, hvussu stór henda vinnan var, kann nevn­ast, at 9. mars 1859 lógu 50 hvala­veiðu­ skip á veg til Grønlands inni í Ler­ wick at fáa manning. Margaret greiddi frá, at lívið í Lerwick í hennara ungdómi var meira býarkent enn í Havn, har nógv høvdu kúgv í kjallaranum fyrst í undanfarnu øld. Tað høvdu tey ikki í Lerwick. Bøndur komu inn í býin við hestavagnum at selja mjólk, og var hetta mjólka­ for­sýn­ing­in hjá teimum. Hollendskir fiskimenn og hollendskar tuflur Fiskiveiða hevur altíð havt stóran týdning fyri Hetland. Fyrst Marg­ ar­et mintist var eitt satt sildarok í Lerwick, og her luttók ein hópur av skipum ymsa staðni frá. Hon minn­ist serliga hollendingar, sum eisini komu higar. Teir vóru so nógvir, at sunnudagar plagdu ser­ligar gudstænastur at verða hildn­ir á hollendskum í skotsku kirkj­uni. Fólk mintust allar tær eyð­kendu hollendsku tuflurnar, sum stóðu í forkirkjuni. Tað kundu liggja so nógv skip inni, at tað kendist, sum tey rukku heilt yvir á Bressay, sum er oyggin beint yvir av Lerwick. Margaret minnist eitt skjaldur, sum børnini plagdu at syngja: Dutch­men, dutchmen don't take me. Take ( t.d. Jim Johnson) and put him in the sea." Annars mint­ ust tey einki ringt um hesar hol­ lendsku fiskimenn. John greiðir eisini frá hesi tíð­ ini. Í 1905 var metár fyri landing av sild í Hetlandi. Hetta ár vóru landað ikki færri enn 113.000 tons. Vildi bøta um avleiðingar av krígnum. Margaret gekk sum vanligt í skúla og valdi at fáa sær eina skriv­ stovu­út­búgving, og dugdi hon at skriva sera skjótt á maskinu. Men tá bardagin kom kendi hon á sær, at hon skuldi gera okk­urt, sum kundi viga upp ímóti avleið­ingarnar av krígnum, so hon valdi at fara at læra til sjúkrasystir. Hon og ein vinkona fóru til Aberdeen í hesum ørindinum. Í Aber­deen merkti tey eisini kríggið við týskum bumbuálopum, sum gjørdu nógv um seg. Margaret kom tískil at arbeiða her í mong ár. Hon var ógift. Aftur til Lerwick at taka sær av Bruce. Hon flutti aftur til Lerwick av eini serligari orsøk. Margaret átti ein fosturpápabeiggja, hvørs einasta barn Bruce var mongolur. Margaret hevði lovað mammu Bruce, at hon skuldi taka sær av honum, tá mamman ikki orkaði longur. Tá flutti Margaret inn til Bruce og passaði hann restina av lívinum. Sigast kann, at Margaret rætti­liga ofraði seg fyri onnur, Hesa tíðina búði hon soleiðis, at hon sá "Norrønu" komu inn til Lerwick hvønn mánadag, og hetta helt hon vera so hugnaligt. Hetta minti hana eisini um Føroyar, sum hon ongantíð koma at vitja. Seinni flutti Margaret í eina íbúð mitt í Lerwick. Hon helt, at sum gomul hevur hon tað gott í Het­landi. Margaret var ein serstakur per­ són­ur, og hon fekk besta ummæli frá teimum, sum kenna hana t.d. frá samkomuni í Ebenezer Hall. Hon táttaði væl í 100 ár, tá ið hon doyði. Vánaligt samband við Hetland Tað er spell, at tað skal vera so út av lagi vánaligt samband við Het­ land. Tað hevur ongantíð verið verri enn tað sama. Í mong ár var beinleiðis skipasamband, og tá vóru nógvir føroyingar, sum vitj­ aðu í Hetlandi. Eisini hevur til tíð­ ir verið flogsamband, men nú er einki, hóast bæði ferðamannaskip og flogfør fara fram við Hetland fleiri ferðir um dagin. Eina ferð høvdu vit eisini eitt het­lendskt-føroyskt vinafelag. Men tá ið forkvinnan, Johanna, doyði, datt tað burtur. John endar bókina við hes­um orðum:” No wonder my grand­ moth­er used to say you were not allow­ed ben until you have fished at Faroes.” (Tað er ikki so løgið, at omma plagdi at siga, at tú slapp ikki at sova í “bestustovu” fyrr enn tú hevur fiskað undir Føroyum.) Men kanska kann bókin hjá John Goodlad kveikja eitt sindur av áhuga aftur. Undir øllum um­ støðum er hon verd at lesa hjá øllum, sum hava áhuga fyri fiski­ vinnu­søgu. Margaret úr Lerwick og Elisa í Havn: Klippfiskavirking í Hetlandi í 1890-árunum kundi tað sama verið í Føroyum. Lugarið á hetlendskari slupp. Kundi eins væl verið á føroyskari.