Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 16 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 2. partur F yrst í mei høvdu vit um­ røðu av bókini The Cod Hunt­ers, sum er skrivað av hetlendinginum og før­oya­vininum John Goodlad. Tað hev­ur verið so mikið av sambandi mill­um londini, at hetta lættliga kann fylla eina siðsøgugrein aft­ ur­at. Bókin er annars til sølu í stóru bókhandlunum í Havn. Teir kunnu í hvussu er útvega hana. Hvussu nógv Føroyar merkja fyri bókina sæst longu á permu­ myndini, sum er kendi máln­ingur hjá Mikines av, “tá ið skipini fóru”. Manndómsroyndin í Hetlandi: At hava fiskað undir Føroyum John greiðir frá í fororðinum um fyrstu ferð, hann hoyrdi Før­ oyar nevndar. Hetta var heima hjá ommu síni. Omman plagdi at skemta við, at hann kundi ikki sleppa at sova í besta rúminum í húsinum fyrr enn hann hevði fiskað undir Føroyum! Hetta hevði hon sjálv eisini fingið at vita í sínum uppvøkstri. At hava fiskað undir Føroyum gav eina slíka tign, at tað gav rætt til at sova í “bestu­ stovu”. Tá ið John fekk meira at vita um Faroe smacks byrjaði hann at skilja, hví hetta var soleiðis. Teir menn, sum vóru førir fyri at vera 2-3 mánaðir í senn við skipum, sum fóru undir Føroyar, Rockall, Ís­land og Grønland máttu vera heilt serligir menn. At kunna fara so langt við teirri navigatiónsútgerð, sum fanst tá bert við kumpass og ófull­fíggjaðum sjókortum, at kunna fylla skipið við toski og at koma heim aftur ofta eftir at hava verið í ringum veðri, kravdi sín mann. Søgurnar um smugling av brennivíni og tubbaki, saman við vanlukkurnar, tá ið menn ikki bóru boð í bý, skapti eina serliga virð­ing fyri hesum lívinum. Sofus Olsen var fyrsta keldan hjá John John hevur eisini eina áhuga­verda søgu, um hvussu hann av fyrstu tíð fekk meira at vita um het­ lendsku sluppirnar. Fyrstu ferð, hann var á veg til Føroyar, kom hann á veg til Scrapster at hitta Sofus Olsen, ættaður av Sandi. Sofus var nógv eldri enn John, og hann kundi greiða honum nógv frá hetlendskum slupp­unum, sum vóru undir Før­oyum í gomlum døgum, og hvussu het­lend­ingar høvdu lært før­oy­ing­ar at fiska. Hetta skapti eitt vina­lag við Sofus, sum vardi í 30 ár til Sofus doyði á ellisárum. John greið­ir eisini í bókini frá lista­savn­in­um hjá Sofusi á Sandi. Tað er grundað á hesar frá­ sagnir hjá Sofusi, at John hevur gjørt sínar egnu kanningar. At fara í land var ikki vandaleyst Ein partur í bókini kallast Í land í Føroyum. At sleppa í land kom sjálv­andi væl við, eftir at menn høvdu verið á sjónum langa tíð. Men hetta kundi eisini hava álvarsligar avleiðingar vegna smittu­vanda. Var ein maður smitt­ aður í landi av onkrari umfars­ sjúku, so kundi hann skjótt smitta alla manningina ella í hvussu er fleiri av teimum. Hesar sjúkur vórðu kallaðar “føroyski fepurin”. Hetta kundi t.d. vera landfarsótt ella tuberklar. Ofta var tá ikki annað at gera enn at sigla heim. Tá kundu teir fiska á heimaleiðum til manningin kom fyri seg aftur. Men John heldur, at ein orsøk til hesar sjúkur kundu eisini vera livi­umstøðurnar umborð, sum ikki vóru mætari enn við før­ oysku sluppunum. Tá tosa við um 1800-árini. Tað eru fleiri hetlendingar og bretar jarðaðir í gamla kirkju­garð­ in­um í Havn. Kanska er hetta ein part­ur av hesi søgu. Endin á toskaveiðuni undir Føroyum Tað fór eisini at gangast verri og verri hjá hetlendingum at manna sluppirnar. Kanska var tað sildarveiðan, sum var meira lokk­ andi. Tí vórðu sluppirnar fyri ein stóran part mannaðar við før­oy­ ing­um. Eitt kent skipanavn bæði í Hetlandi og Føroyum er Butt­er­ cup. Jørgen Davidsen við Stein á Glyvrum førdi Buttercup fyri het­ lendsku eigararnar árini 1905, 1906 og 1907. Tá fór hon á sildaveiðu fyri het­lendsku eigararnar. Christian Evensen, ættaður úr Havn og búsitandi í Hull, keypti Butt­ercup í 1919 og lat hana til beiggjan Jens Evensen í Havn. Andreas í Túni á Toftum førdi Butt­ercup til 1929. Tá fór Hans í Norði at føra hana, til hon í 1933 sigldi á land í Íslandi og gjørdist vrak. Buttercup kom at hava serligt sam­band við Davidsenættina. Abba­sonur Jørgen Davidsen, Jan Toftegaard, gjørdi eitt modell av Buttercup á ein­um trolaratúri und­ir New Found­landi. Hetta mod­ell hongur nú í kirkjuni á Glyvr­um við upp­runa­numm­ar­ in­um LK 880. Hetta kann sigast at vera eitt minni um hesa tíðina. John greiðir frá, at seinasta het­lendska sluppin á toskaveiðu var Energy. Hon var fult mannað av føroyingum, sum var einasti møgu­leiki at reka skipið. Skiparin kall­aðist Joensen. Tað sigur ikki so Føroyska sambandið millum Føroyar og Hetland var meira enn fiskur. Men fyrr var eisini nógv lættari at ferðast í millum londini FØROYAR OG HETLAND – FISKIVINNA OG VINALAG Sildaflotin í Hetlandi í 1890-árunum. William Martin LK 799 fyri akker í Scalloway. Gjørdist seinni eitt kent skip í Føroyum. Energy, seinasta sluppin í Hetlandi, seld til Føroya í 1909 Buttercup LK 880 í Glyvra kirkju. Gjørdist eitt kent skip í Føroyum.