hósdagur 28. juni 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
15
fótbóltsspælara upp á skift
seinastu tíggju árini. Spælarin,
sum skuggar yvir teir báðar í HM-
samanhangi er Diego Maradon.
Hann ger í løtuni ikki sær sjálvum
nakra góða lýsing. Týðiliga
rúsaður hevur hann fegnast við
vísa longutong til allan heimin
á sjónvarpsskýggjanum, og tá
ringast hevur staðið til, hevur
hann nærmast grátið saman við
argentinska fólkinum.
Jú, HM hevur sínar heilt stóru
løtur, meðan aðrar støður skapa
nógv kjak. Her hava vit samlað
nakrar av teimum løtunum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
AR OG
ÚTI
Týsku heimsmeistarnir eru úti av HM-endaspælinum eftir
bólkaspælið. Hetta er fyrstu fer síðani 1938, at Týskland ikki er millum
átta tvey bestu. Tó er tað ikki so óvanligt, at heimsmeistarin rýkur í
bólkaspælinum. Heimsmeistarar sum Frakland (1998), Italia (2006)
og Spania (2010) hava øll roynt tað saman sum týskarnir gera nú. Tey
eru nevniliga ikki komin úr bólkaspælinum, eftir at hava vunnið HM.
Lionel Messi livir eina tilveru í skugganum av Diego Maradona
á argentinska landsliðnum. Tað mundi enda í eini gølu, tá
Argentina fyrst spældi javnleik móti Íslandi og síðani tapti
3-0 fyri Koratia. Best maður á vøllinum í avgerandi dystinum
í bólkaspælinum var tó – enn eina ferð – Lionel Messi.
Fyri stóru stjørnurnar er eitt HM-endaspæl eisini ein
møguleiki at vísa seg fram. Neymar Jr úr Brasil hevur altíð
gjørt nógv burturúr mótanum. Til fyrsta dystin fekk hann
sær nýtt hársnið, sum hann tó skjótti valdi frá aftur.
Mest umtalað broytingin í
HM-endaspælinum er VAR, sum
stendur fyri video assistant
referee. Tað er dómarahjálp
við video. Tað hevur skapt
nógv kjak, tí tað ger at tað
eru longri steðgir í dystunum,
men rættvísi vinnur í flestu
førum. Her verður bíða eftir,
at dómarin góðkennur málið,
ið sendir Týskland úr HM.