hósdagur 28. juni 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018
SOSIALURIN 73
14
HM-endaspælið í Russlandi
hevur víst seg at verið eitt
spennandi endaspæli, har
fleiri av favorittunum hava
havt tað trupult, meðan
nokk hevur verið at tosa um.
Millum annað atburðurin hjá
Diego Maradona og VAR, sum
er dómarahjálp við video
TRÓNDUR ARGE
T
að er ongin vandi fyri,
at hetta HM-endaspælið
fer at enda sum eitt
óáhugarvert av slagn
um. Longu aftaná tvær vikur eru
fleiri søgur skrivaðar, fleiri spenn
andi dystir spælir og tað skuldi eitt
danskt landslið við lítlum íblástri
til, áðrenn vit fingu fyrsta 0-0 dyst
in.
Tað verður bríkslað fyri brots
spørkum sum ongntíð fyrr. Nýggj
an skipanin, við styttingini VAR,
ger at dómarar nú kunnu fáa hjálp
frá sjónbandaupptøkum. Úrslitið
er eitt hav av brotsspøkum. Flestu
av teimum eru á góðari leið, men
okkurt av teimum hevur eisini sett
spurnartekin við VAR og hvussu
tað skal skipast.
Á vøllinum hevur í fleiri førum
verið um spennandi dystir, har
málini ikki koma fyrr enn í seinasta
partinum av dystinum. Fleiri av
smærru fótbóltstjóðunum hava
bjóðað teimum stóru upp til dans.
Ongantíð meir enn tá íslendingar
fingu javnleik móti Argentina og
Lionel Messi.
Størstu skelkurin kom tó
mikudagin, tá heimsmeistarnir úr
Týsklandi rúku í svinginum. Teir
taptu í fyrsta umfari fyri Suður
korea, vunnu síðani í evstu løtu
móti Svøríki, men taptu óvæntað
fyri Suðurkorea, sum bara hevði
æruna at spæla fyri.
Vit hava eisini sæð tað góða
og minni góða av Lionel Messi
og Cristiano Ronaldo, sum hava
verið kosnir til heimsins besta
MARADONA, VA
TÝSKARARNIR Ú
Hann er Mr. HM, eftir at hann vann HM 1986 í stórum stíli, men atburðurin hjá Diego Maradona er í minsta
lagi átaluverdur til hetta HM-endaspælið. Hann er sæddur bæði rúsaður og frá sjálvum til dystirnar
hjá Argentina. Hann er halgimenni fyri nógvar fótbóltselskarar, men nú má onkur hjálpa honum.
Danmark er víðari úr bólkaspælinum, men tað hevur ikki verið við flótandi
álopsspælið. HM-endaspælið hevði annars ongan málleysan dyst, fyrr enn
Frakland og Danmark møttust í 38. dystinum til hetta HM-endaspælið.
Cristiano Ronaldo vísti frá
byrjan, at hann ætlar sær
nakað til HM-endaspælið.
Hann skoraði ikki færri enn
trý mál móti Spania í fyrsta
dystinum, og átti avgerandi
málið í dystinum móti
Marokko. Alíkavæl mundi
Portugal rokið í svinginum
móti Iran, eftir at liðskiparin
brendi brotsspark.
HM 2018: