Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JUNI 2018 SOSIALURIN 73 13 SETHÚS Á EIÐI OG PARTAR AV JARÐARSTYKKJUM Í FUNNINGI TIL SØLU Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 122, Yviri í Gjógv 6, 470 Eiði og partur av jarðarstykkjunum matr. nr. 63b, 64 og 67b, Funningur við hesum lýst til sølu. Myndir av húsunum og húsaskoðan eru at síggja á ogn.fo. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ Skansavegur 1, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71 teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo DIREKTØR P. GORM- PETERSEN OG HUSTRUS LEGAT TIL FORDEL FOR SIDSTNÆVNTES SLÆGTNINGE Býtið av legatpørtum fyri 2018 fer fram í oktober mánað. Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar. Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen. Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgupeningur er neyðugur. Saman við umsóknunum skal sendast: 1. bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark), 2. ljósprent av dóps- ella navnabrævi, 3. frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm-Petersens. 4. frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til. 5. váttan frá útbúgvingarstað (t.d. skúla ella læruplássi) við frágreiðing um, nær útbúgvingin er byrjað, og um vanliga útbúgvingartíð og 6. upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum. 7. banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýsingar og váttanir, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd. Umsóknirnar skulu, í seinasta lagi 31. august 2018, verða sendar legatnevndini v/ Páll Nielsen, Mýrisnípuvegur 21, FR-100 Tórshavn (pall@advokatvirkid.fo ) SETHÚS Í VESTMANNA TIL SØLU Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 205ae, Bøgøta 3, 350 Vestmanna við hesum lýst til sølu. Myndir av húsunum og húsaskoðan eru at síggja á ogn.fo. Prísuppskot kr. 1.000.000,00. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ Skansavegur 1, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71 teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo Rigsombudsmanden på Færøerne BROYTTAR AVGREIÐSLUTÍÐIR Í SUMMAR Frá 2. juli til 31. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Í tíðarskeiðnum 2. - 20. juli er telefon- og avgreiðslutíð millum kl. 10.00 og 12.00 Í tíðarskeiðnum 23. - 27. juli er STONGT Í tíðarskeiðnum 30. juli – 31. august er telefon- og avgreiðslutíð millum kl. 10.00 og 12.00 Mánadagin 3. sept. verður opið aftur sum vanligt. Gevið gætur, at familjurættarliga økið frá 29. juli í ár flytir til nýggju føroysku Familjufyrisitingina at verða umsitið. Nærri kunning um hetta seinni. Rigsombudsmanden på Færøerne Postboks 12 FO-110 Tórshavn Telefon: 201200 Fax: 201220 www.rigsombudsmanden.fo Kunngerð Samb. lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting, seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, §§ 9 og 79, verður boðað til útskiftingarfundar: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38 Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400 us@us.fo · www.us.fo Útskifting av Uppsalahaga matr.nr. 1650a í Klaksvík. Mánadagin 16. juli 2018 kl. 17.00 á Skúlatrøð í Klaksvík. Til viðgerðar verður býti av Uppsalahaga. Viðrar verður farið í hagan kl. 13. Vit hittast við vatnbrunnarnar uppi á Fossum. Nevndarlimir: Niels Andreas Mortensen, Streymnes Hildur Vestergård, Kunoy Petur Nielsen, útskiftingarformaður fyrst og fremst www.in.fo