hósdagur 28. juni 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
29. juni 2018
73
VIÐ ÁHALDANDI MENN
ING OG BURÐARDYGD,
HEVUR TAÐ EYDNAST
AT ALA HEIMSINS BESTA
LAKS
Árni Gregersen
Fyrstu smoltini komu í kør í Gøtu í
1982 og tey vóru sett í ringar í 1983.
Síðani hevur umskiftið verið stórt
í føroysku alivinnuni, eins og hjá
privatu fyritøkuni Luna, sum nú hev
ur høvuðssætið í Sørvági.
Brøðurnir Atli og Regin Gregersen
eiga nú einsamallir stóru fyritøkuna,
sum í dag hevur 140 fólk í starvi og
útflytir millum 10.000 og 15.000
tons av aldum laksi um árið.
Gjøgnum árini hevur fyhritøkan
alla tíðina lagt seg eftir at menna
alingina, bæði lívfrøðiliga og á tekn
iska økinum.
– Vit í Føroyum liggja væl fyri, tá
ið vit hugsa um aling, tí laksurin livir
upprunaliga á hesum leiðum. Tað
styrkir okkara fortreytir ómetaliga
nógv, men tað er ikki nóg mikið.
Vit hava gjørt okkara dýru royndir,
hvussu vit frægast koma so nær
villa laksinum við tí sum vit ala, men
tað krevur áhaldni, vitan og treiskni,
sigur Atli Gregersen.
Drúgvt og málrættað arbeiði
hevur eisini givið ávøkst. Í dag
verður laksur frá Luna, sum verður
marknaðarførdur undir heitinum
HiddenFjord, hámettur á altjóða
matstovum og millum kundar kring
allan heim.
Byrjaðu í smáum
Í dag er Luna ein væl konsiliderað
fyritøka við virksemi í Vágum, Vest
manna og í Hestfirði.
Men tað byrjaði í smáum. Virk
sem og íverksetan hevur verið í báð
ar ættir hjá núverandi eigarunum við
fiski og sild av ymiskum slag.
Fyritøkan S.P. Petersedn í Fugla
firði var í mong ár stýrd av abbanum
Pidda, meðan tað í Gøtu var hin abb
in, Jóan Pauli, sum gekk á odda.
Sum tíðirnar broyttust og sildin
mestsum hvarv, var farið undir ann
að virksemi í Gøtu. Fyrst við trolarum,
men í áttati-árunum var so smátt
byrjað við alingini.
Síðani tá hevur alingin vundið
upp á seg og er nú alt virksemi hjá
felagnum. Páll Gregersen, miðlinga
bróðirin, var eisini partur av alingini,
men er nú farin úr og tekur sær av
virkseminum á Fiskavirkinum í Gøtu.
Í alingini er arbeitt ómetaliga nógv
við menning, men grundleggjandi
hevur fyritøkan sett sær mál og
virðir.
Alingin skal alla tíðina vera burð
ardygt og endamálið er at ala heims
ins besta laks. Trúvirði í sambandi
við framleiðslu og virksemi skal vera
høgt og fyritøkan leggur seg eftir at
vera eitt gott arbeiðspláss.
Menning, bæði lívfrøðiliga og
tøknilig, liggur ómetaliga framma
laga og búskaparlig varni er eisini
eitt lyklavirði hjá Luna.
Virksemið
Viðurskiftini eru nógv broytt síðani
alingin byrjaði.
Í áttati-árunum var smoltstøðin í
Gøtu og aliringar lógu á Skálafjørði
num og á Gøtuvík.
Síðani eru stórar broytingar hend
ar og í dag er tað soleiðis, at alt virk
semið hjá Luna er vestanfyri. Fyrst
og fremst í Vágumn.
Smoltstøðin er á Fútakletti, kryvji
støðin í Sørvági og alingin bæði á
Sørvági og Miðvági og nú eisini á
Víkum. Harumframt eru aliringar
bæði í Verstmanna og í Hestfirði.
Meðan alingin tey fyrstu árini leit
aði eftir góðum firðum við góðum
veðri, so eru aliøkini nú vald eftir,
hvar sjógvútskiftingin er góð. Tað
vil siga, at ringarnir liggja har sum
streymur er og aldur. Hetta er ein
partur av tí burðardygga, tí hetta er
tað sum ger, at laksurin livir í einum
umhvørvi, sum hann er vanur við
sum villlaksur.
At villlaksurin upprunaliga hevur
hildið til um okkara leiðir og norðan
fyri ger, at viðurskfitini at ala laks eru
tey bestu í heiminum og gevur før
oysku alarunum stórar fyrimunir í
mun til alarar aðrastaðni.
Ein avgerandi partur í hesum er
sjóvarhitin. Sjógvurin á okkara leið
um hevur javnari hita enn so manga
aðrastaðni. Hann verður ongantíð
serliga heitur og heldur ikki serliga
kaldur. Hetta kemst av golfstreym
num og ger alitreytirnar serliga góð
ar um okkara leiðir.
Skilagóða menning
Meðan tað mangan fyrr var so, at al
ararnir hildu, at tað loysti seg best at
hava so nógvan fisk í aliringunum,
sum tilbar, so vísa nýggjastu roynd
irnar nakað heilt annað.
Nú vísir tað seg, at tað er umráð
andi, at tættleikin av laksi í ringunum
ikki má vera ov stórur.
Verður ansað væl eftir hesum vís
Áhaldni og bu
tryggjar besta
– Vit í Føroyum liggja væl fyri, tá ið vit hugsa um aling, tí laksurin livir upprunaliga á hesum leiðum, sigur Atli Gregersen, stjóri í P/F Luna