Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 9 29. juni 2018 73 urðardygd a laksin ir tað seg, at fiskurin veksur betur og at hann í heila tikið trívist betur. Eitt annað, sum eisini er broytt seinnu árini er vitanin um, at tað ræð­ur um at hava fiskin so stutt sum til­ber í sjónum. Við øðrum orðum ræð­ur tað um, at smoltini eru munadi størri, tá ið tey verða sett á sjógv nú, enn fyrr. Hetta hevur fleiri fyrimunir. Meðan smoltið er í kørum á landi, hev­ur alarin fult yvirlit yvir fiskin og kann fylgja við allatíðina, hvussu hann hev­ur tað tað. Tað ber til at stýra vøkst­r­i­num við fóðringini og tað ber til at gera fiskin kláaran at seta út - altso at hann smoltifiserast – við ljós­við­urskiftunum í kørunum. Ein annar stórur fyrimunir við at hava fisk­in longri á landi er, at vandin fyri sjúk­um og lús er minni, jú styttri tíð fiskurin er í sjónum. Greið strategi Hjá Luna hevur tað leingi verið ein greið strategi at lata smolt vaksa longri í kørum á landi. – Tað var í 2010 at vit tóku avgerð at menna hendan partin, sigur Atli Greg­er­sen. – Royndir hava víst okkum, at vand­in fyri sjúkum er størri á sjónum enn á landi. Vit hava eisini meira kon­troll á tí, sum vit hava í kørunum. Hin stóri fyrimunurin er, at so leingi fisk­ur­in er í kørum, sleppa vit undan lús og størri fiskruin er, tá ið hann kem­ur á sjógv, minni ávirkan hevur lú­s­in. Í 2016 var meðalvektin á smolt­ i­num, sum var sett út í Hestfirði 315 gram, men í dag er hon hægri. Í dag eru smolt­ini munandi størri við eini vekt um 500 gram og í nógvum før­ um heilt uppí 750 gram og størri. Hesin mátin at ala uppá ger, at fisk­ur­in í dag ikki er meira enn einar 12-14 mánaðar í sjónum og hann veks­ur eisini munandi skjótari. Tað, sum eisini ávirkar vøksturin er, at minni av fiski er í hvørjum ein­ støk­um aliringi. Alistøðirnar Sjálvt um tað kann vera baldrut at ala á støðum við streymi og ringum sjógvi, so hevur hetta eisini stórar fyri­munir. Fyri tað fyrsta gevur tað laksinum eitt um­hvørvi, sum hann kennir og sum hann trívist í. Lúsatrupulleikin er minni og á­virk­an­in á náttúruna er minni, tí sjógvútskiftingin er so stór.Har­ um­framt gera streymur og aldur at sjógv­urin hevur eitt javnt støði av ox­ y­gen, sum er avgerandi fyri trivnaðin hjá fisk­inum. Men at ala á slíkum støðum hevur eis­ini stórar avbjóðingar við sær. Ill­ veð­ur kann forða fyri, at tað slepst til ali­ring­arnar í langa tíð og tað kann forða fyri fóðring Hetta krevur sjálvandi, at tann útgerð, sum verður brúkt er sterkari og tyngri at arbeiða við, enn um talan var um at ala á deyðavatni. Eitt annað, sum altíð hevur verið ein avbjóðing, er at fóðra laksin. Hann skal ikki fáa ov lítið, men hann má held­ur ikki fáa ov nógv. Við samstavri er tað eydnast at menna eina fóðurskipan, so fult tam­ar­hald er á hesum. Tað er í veru­ leik­a­num so, at ein persónur í dag hevur yv­ir­lit yvir alla fóðringina og kann stýra henni. Framhaldandi verður arbeitt við tøkn­i­ligari menning, so alarmar ansa øllum og taka tey fyrivarni, sum skulu takast í fóðringini. Góð úrslit Tað hevur víst seg, at mátin Luna hev­ur valt at ala uppá, gevur ó­met­a­ liga góð úrslit. Afturmeldingarnar frá keyparum kring allan heim eru ómetaliga pos­ i­tivar. Fínastu og dýrastu matstovur í heim­i­num velja Hiddenfjord-laks fram­um annan laks, til kræsnu gómarnar, sum vitja hesar mat­stov­ ur­nar. Fyritøkan fær ferð eftir ferð aft­ur­ meld­ingar frá fólki, sum siga, at laks­ urin aldur hjá Luna, er tann laksur, sum mest líkist villum laksi. Her er tal­an um fastleika og smakk. Luna selir laks kring allan heim. USA er ein sera stórur marknaður, men tað er Europa, Russland og Kina eisini. Prísirnir eur høgir, so fyritøkan livir væl av framleiðsluni. At laksurin frá Luna fær stórt rós, sæst av tí, stjórin í amerikansku fyri­ tøk­uni Great Oceans LLC, Jill Leiman sig­ur: – Tað kann gott vera, at vit ikki eru tykkara størsti kundi, men vit eru tykk­ara mest trúfastu. Eg veit, at tit eru rættuliga erpin av tí dygd tykk­ara laksur hevur, tí kring allan heim verð­ur hann mettur at vera heims­ins besti. Great Oceans er stór fyritøka, sum keyp­ir og selur dýrar fiskavørur og inn­flytir til amerikanska markn­ að­in.