hósdagur 28. juni 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
29. juni 2018
73
ALIFYRITØKAN LUNA
EIGUR RISASTÓRU SMOLT
STØÐINA Á FÚTAKLETTI
– GRUNDARLAGIÐ UNDIR
VØRUMERKINUM HIDD
ENFJORD LAKSUR
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
Við greiðum fokus á burðardygd og
við stórari vitan um lívfrøðina í sjó
num, er tað eydnast alifelagnum
Luna at skapa eitt navn á altjóða
marknaðinum, sum besti laksurin í
heiminum.
Handan vørumerki Hiddenfjord
goymir seg stóra alifyritøkan Luna,
sum flest øll síggja á Fútakletti, tá ið
koyrt verður til og frá einasta flog
vøllinum í Føroyum.
Á Fútakletti er smoltstøðin, sum
er grundarlagið fyri allari aling hjá
fyritøkuni. Her verða smoltini ald og
ógvusliga stóru bygningarnir vísa,
at á hesum øki eru stórbroytingar
hendar seinnu árini.
Ikki bert er alingin økt nógv, men
mátin at ala laks uppá er eisini nógv
broyttur. Í staðin fyri at seta smolt út
á sjógv, sum vigaðu undir 100 gram,
so verða tey nú havd í høllum á landi
til tey í meðal eru 500 gram og størri.
– Tað eru fleiri orsøkir til, at hetta
er broytt, men fyrst og fremst ger
hetta, at vandin fyri lús og øðrum,
sum er í sjónum, er munandi minni,
sigur Atli Gregersen, stjóri,og annar
av brøðrunum báðum, sum eiga fyri
tøkuna.
– Hitt er, at so leingi vit hava fisk
in gangandi í kørum inni, so hava vit
betri møguleika fyri at stýra fram
leiðsluni, leggur hann afturat.
At hava smoltini so leingi á landi,
setir risastór krøv til landanleggini.
Á Fútakletti er smoltstøðin útbygd
regluliiga í fleir ár.
Størri smolt krevja betri pláss og
ein partur av tí, at fiskurin skal hava
tað gott er, at kørini eru stór og at ikki
so nógvur fiskur er í teimum, sum
tað var fyrr.
– Hetta krevur eisini, at vit nýta
vatnið á ein heilt annan máta enn vit
gjørdu fyrr. Nú verður alt vatnið end
urnýtt fleiri ferðir. Tað verður reinsað
og ilt verður tilsett, so fiskurin eisini
fær nóg mikið av ilt alla tíðina.
– Eisini verður ansað væl eftir, at
tey risastóru reinsifyltur, sum eru,
alla tíðina eru í tí standi, sum tey
skulu vera. Tað vil siga, at tær bakter
iur, sum skulu vera í eru har í rættari
nøgd. Ikki ov nógvar og ikki ov fáar,
sigur Atli Gregersen.
Kanningar verða gjørdar av vatni
og fyltrum í heilum fyri at tryggja at
viðurskiftini eru, sum forskriftirnar
siga og sum alifyritøkan av egnum
royndum hevur funnið fram til, er tað
rætta.
Dýr íløga
Stóra smoltstøðin á Fútakletti í
Vágum er útbygd seinastu árini. Í
fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at alt
smolt kemur frá støðin har.
Síðani verður tað flutt út á tey
fimm alistøðini, sum Luna hevur í
Føroyum.
Íløgurnar á Fútakletti hava sein
astu árini kostað um hálva milljard
krónur. Men tað er eisini av smolt
støðini at allur fiskurin kemur. Tað
endar við, at Luna nú kann taka mill
um 10.000 og 15.000 tons av laksi
hvørt einasta ár og senda hann á
marknaðirnar kring allan heim.
Tilsamans eru 20.000 rúmmetr
ar til smoltini á Fútakletti.
Av tí at bygt hevur verið út sein
astu árini, so hevur eisini alla tíðina
verið møguligt at tryggja, at øll tann
nýggjasta tøknin verður brúkt.
Hetta snýr seg bæði um teknikk
viðvíkjandi vatnendurnýtsluni, elek
tronikki, fóðring ,alarmum og nýggj
astu tøknini í smoltaling.
Ein annar fyrimunur er, at tá ið ar
beitt verður inni, so stýrir framleiðir
eisini nær fiskurin smoltifiserast -alt
so er til reiðar at fara á sjógv.
– Hetta er eisini nýtt. Fyrr var
hildið, at fiskurin, tá ið hann bleiv so
og so stórur skuldi í sjógv, men nú
vísir tað seg, at hann trívist í vatni,
til hann verður settur út, sigur Atli
Gregersen.
Ljós verður brúkt at stýra nær
fiskurin smoltifiserast. Tað vil siga, at
hetta kann gerast undir framleiðsl
uni.
– Sjálvandi er hendan vitanin av
gerandi fyri framleiðsluna. Tað ger, at
vit kunnu hava fiskin á landi longri
og lata smoltini blíva munandi størri
áðrenn tey verða sett út, sigur Atli
Gregersen.
Vitan og burðardygd
tryggjar góðskuna
The place to be
Á hesum leiðum heldur villur laksur til