hósdagur 28. juni 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
29. juni 2018
73
HESI SEINNU ÁRINI
HEVUR LÚSIN VERIÐ
STØRSTA AVBJÓÐINGIN
HJÁ FØROYSKU ALINGINI
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
Søguliga hevur føroysk laksaaling
havt risastórar avbjóðingar, sum hava
broytt alivinnuna, so nú bert tríggjar
fyritøkur eru eftir, sum ala laks.
Hitra, ILA, fellið av ymiskum slag
og lúsaplágan hava gjørt tað avbjóð
andi at fáast við aling.
Seinnu árini hevur tað fyrst og
fremst verið lúsin, sum hevur ørkyml
að. Hon er torfør at basa og tað vísir
seg ofta, at var onkur heilivágur funn
in, so gekk bert stutt tíð til lúsin gjørd
ist mótstøðufør móti hesum.
– Eg var rættuliga tíðliga sann
førdur um, at tað fór at ganga soleiðis,
sigur Atli Gregersen, stjóri á Luna og
útbúgvin havlívfrøðingur.
Tí var tíðliga farið undir at hugsa
um aðrar loysnir enn kemikaliu at
basa lúsini við.
Nógvar royndir eru gjørdar seinnu
árini, men umframt heilivágin, sum
helst ikki skal koma í fiskin, so er ein
annar stórur trupullieki, sum ávirkar
nógv.
Tað streessar fiskin ómetaliga
nógv, tá ið hann verður handfarin
nógv, sum tað verður gjørt við
nógvum lúsafyribyrgingarháttum.
– Vit hava roynt nógvar loysnir,
sum eisini hava kravt handfaring,
men vit sóu skjótt, at tað ikki var ser
liga gott fyri fiskin, sigur Atli Greger
sen.
Alifyritøkur hava skotið lús við las
ara, laksurin er spulaður við flógvum
vatni, hann er viðgørdur við heilivág
og brint yvir ilt.
Royndir eru gjørdir við sonevnd
um laksaskjúrtum. Hetta eru forhang,
sum eru hongd rundan um aliringar
nrar og skuldu forða lúsini at koma
framat laksinum.
Hetta hevur riggað í onkrum øðr
um londum, men har fer lúsin sjálvd
an longur niður enn eina fimm favnar.
Alistøðirnar í Føroyum liggja ofta
á harðbalnum støðum har røringur er
í sjónum. Har fara lýsnar nógv longur
niður. Tí riggaðu lúsaskjúrtini ikki.
Rognkelsi
Endalig loysn er ikki funnin á lúsa
pláguni enn, men hjá Luna hava tey
valt at fara ein annan veg.
Í staðin fyri at brúka heilivág ella
handfara fiskin nógv, hava tey valt at
brúka rognkelsi, sum vápn móti lús
ini.
Hetta sær út til at rigga væl á
flestu støðum, har sum Luna alir.
Nú taka tey laks, sum als ikki hevur
fingið heilivág ella er handfarin í sam
bandi við lúsaviðgerðina.
– Vit keypa rognkelsi úr Íslandi og
tað hevur víst seg at rigga væl, sigur
Atli Gregersen.
Men hetta er ikki nakað, sum
kemur av sær sjálvum. Vísindaligar
kanningar verða gjørdar av øllum
hesum og tað eru serliga Esbern
Patursson, sum stendur fyri hesum
arbeiði fyri Luna.
Luna er í tøttum ssamstarvi við
Fiskaaling og serliga Kirstin Eliassen
frá fiskaaling.
Fyritøkan er komin so langt vís
indaliga, at tað javnan eru boð eftir
serfrøðinginum hjá fyritøkuni at
koma uttanlands at halda fyrilestrar
um evnið.
– Vit hava lúsapláguna enn runt
um í Føroyum, men nú er tað soleið
is, at lúsatølini eru almenn. Hetta er
gjørt, so vit alla tíðina vita, hvar plágan
er, sigur Atli Gregersen.
Hann sigur, at í dag eru bert trý
prosent av lúsini í Føroyum, á fiski
hjá Luna
Tað er eitt sindur ymiskt hvar lús
in trívist best. Ávís alistøð hava meira
lús enn onnur og har er tað sjálvandi
verri at basa lúsini.
– Men hetta má gerast. Lúsin er
ein stór hótttan móti alingini í Føroy
um, leggur hann afturat.
Avbjóðingarnar eru
framvegis stórar
– Seinnu árini hevur tað fyrst
og fremst verið lúsin, sum hevur
ørkymlað. Hon er torfør at basa
og tað vísir seg ofta, at var onkur
heilivágur funnin, so gekk bert stutt
tíð til lúsin gjørdist mótstøðufør
móti hesum. Eg var rættuliga tíðliga
sannførdur um, at tað fór at ganga
soleiðis, sigur Atli Gregersen, stjóri
á Luna og útbúgvin havlívfrøðingur