hósdagur 28. juni 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
13
29. juni 2018 73
Tekur 32 mánaðir at
ala laks í Føroyum
TAÐ ER EIN LONGD
TILGONGD FRÁ TÍ ROGN
VERÐA SETT VIÐ, TIL
LAKSURIN KANN TAKAST
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
Føroyingar hava eftirhondini arbeitt
við laksaaling í mong ár.
Tað er heldur ikki so merkiligt, tí í
Føroyum eru viðurskiftini fyri laksa
aling ómetalig góð.
Laksurin hevur gjøgnum øldir
hildið til á havleiðunum kring Føroy
ar – fyrst og fremst norðanfyri. Hann
kemur hendan vegin úr Grønlandi,
Íslandi og Kanada.
Orsøkin er, at viðurskiftini í sjó
num eru sera væl egnað og laksurin
trívist í javna sjóhitanum um okkara
leiðir.
– Tí eru Føroyar heimsins besta
stað at ala laks, sigur Atli Greersen,
stjóri og annar av eigarunum í alifyri
tøkuni Luna.
Hesi viðurskiftini gjørdu, at føroy
ingar í smáum fóru at ala laks. Hetta
tók dyk á seg í áttati-árunum, tá ið
tíggjutals alibrúk vóru kring landið.
Tíverri vísti tað seg, at hesin bygn
aðurin, við mongum alibrúkum kring
landið og fleiri á sama fjørði, var
skeivur. Ov lítil vitan um laksaaling
og ov fáar royndir gjørdu, at alingin
fór fyri bakka, so at siga meira enn
eina ferð.
Tá ið so ILA-sjúkan leyp á fyrst í
hesi øldini, gjørdi hon mestsum av
við alingina. Fellið var so ógvusligt,
at tað eina árið, vóru tað bert Bakka
frost og Luna, sum settu smolt út.
Nýggjar lógir og kunngerðir
Meðan sjúkan og fellið var av tí
ringasta, var samstundis arbeitt
við loysnum, tí fleiri hildu, at møg
uleikarnir við aling framvegis vóru
stórir.
Atli Grersen var ein teirra, sum í
hesum tíðarskeiðnum, legði nógv
arbeiði í at gera reglugerð fyri,
hvussu alingin átti at skipast og
hvussu hetta kundi gerast.
Hann mælti til, at vinnan og al
mennu myndugleikarnir í felag fingu
gjørt hesa reglugerð, har eitt av tí,
sum síðani er arbeitt eftir er: ein ali
fjørður – ein alari.
Júst hesin arbeiðssetningurin er
broyttur í nýggju alilógini, sum er
komin í seinastu tingsetu.
Nú ber til, at aling av øðrum slag
eisini kann vera á firðum, har laksa
aling er.
– Eitt annað, sum hevur havt av
gerandi týdning er reglan um, at eitt
tíðarskeið skal vera ímillum, hvørja
ferð ein árgangur av laksi er tikin.
Tað vil siga, at tá liggur alifjørðurin
stillur og ongin aling er á staðnum,
sigur Atli Gregersen.
Tríggir alarar
Síðani fyrst í øldini hevur alingin
gingið væl í Føroyum og seinastu
fimm-seks árini ómetaliga væl.
Í løtuni eru tríggir alarar í Føroyum.
Umframt Luna er tað eisini
Bakkafrost, sum er størsta alifyritøk
an í Føroyum og so Marine Harvest
Faroes, sum er partur av stóru al
tjóða alifyritøkuni Marine Harvest.
– At vit seinnu árini hava verið so
fáir hevur gjørt tað eitt sindur lættari.
Tað er einfaldari at semjast um ávís
átøk, tá ið vit eru tríggjar fyritøkur
enn um vit sum fyrr vóru yvir hálvt
hundrað, sigur Atli Gregersen.
Útse%ng(av(størri(smol%(hjá(Luna(síðani(2010(
0(
50(
100(
150(
200(
250(
300(
350(
400(
2005(
2006(
2007(
2008(
2009(
2010(
2011(
2012(
2013(
2014(
2015(
2016(
2017(
18/apr.(
Miðalvekt(á(smol%(hvørt(árið(
HiddenIord(
Andre(Færøyene(