Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 29. juni 2018 73 - KANNINGIN VÍSIR EISINI, AT TAÐ BER TIL AT FÁA ALLA FRAMLEIÐSLUNA GRØNA Í 2030. HETTA VERÐUR EISINI, UM ØLL UPPHITING OG ØLL FERÐSLA VERÐUR LØGD UM Í 2030, STAÐFESTIR NÝGGJA ORKUPOLITISKA ÁLITIÐ. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Hvussu vit røkka málunum fram til 2025 og 2030? Spurningurin sipar til málsetningin hjá almennu Føroyum, at øll elorka eftir ætlan skal vera grøn í 2030, men er eisini undirskriftin á nýggja orkupolitiska álitinum, ið bleiv handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, fyrr í mánaðinum. At elorkan skal vera grøn í 2030 var eisini eitt av málunum, ið samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn settu sær í samgonguskjalinum. Í álitinum verður upplýst, at um føroyska samfelagið skal megna at røkka málinum um 100 prosent grøna elorku um tólv ár, so er enn nakað eftir á mál. - Í 2017 stavaðu 51% av elorkuni frá vatni og vindi. Bert gott 2.000 av umleið 18.000 sethúsum og bygningum brúka hitapumpur og fjarhita til upphiting. Og enn eru bert um 60 elbilar millum tey 28.600 akførini, ið koyra á føroysku vegunum, staðfestir arbeiðsbólkurin í álitinum. Men hóast tað sostatt krevst ein munandi umlegging av orkuøkinum næstu tólv árini, so eru tey í arbeiðsbólkinum bjartskygd um, at tað letur seg gera. Tað eru tey, tí fyrstu og neyðugu átøkini eru longu sett í verk. - Skjøtul er tó longu settur á at náa málunum: politiska skipanin hevur sett skipanir í verk, sum gera tað lættari at fáa sær grønar hitaskipanir ella el-/vetnisbilar, og ítøkilig tilgongd er at fáa settar upp fleiri vindmyllur. Umleggingar, sum higartil eru gjørdar við vindframleiðslu og hitapumpum, hava minkað oljunýtsluna við umleið 16.000 tonsum, skrivar arbeiðsbólkurin. Jaligir serfrøðingar Tað eru tó ikki fyrst og fremst egnu metingar, ið arbeiðsbólkurin setir sítt lít á, men tvær kanningar, ið Umhvørvisstovan og SEV hava bílagt frá ávikavist EA Energy og Norconsult í 2017. Í kanningin hjá Norconsult verður serliga hugt eftir hvussu vatnorkuøkið í Vestmanna best kann byggjast út, meðan kanningin hjá EA Energy viðgerð búskaparliga partin av orkuøkinum og fevnir um alt landið, tó ikki smáu oyggjarnar. Í álitinum verður víst á, at sambært kanningini hjá Norconsult ber væl til at røkka málinum um grøna elorku í 2030 fyri ein samlaðan kostnað á 3,4 milliardir krónur. - Um valt verður at lata Sundsverkið standa fyri 8% av framleiðsluni (um 50 GWt/ár), kann pumpuskipan í Vestmanna við verandi byrgingum saman við nógv øktari vindorku og sólorku geva hini 92% (um 575 Gwt/ár). Samlaða íløgan til hesa gongdina er umleið 2,4 mia. kr, verður staðfest í álitium, áðrenn lagt verður aftrat. - Um man hinvegin vil hava 100% grøna framleiðslu hvørt einasta ár krevst umframt omanfyri nevnda, at byrgingarnar í Vestmanna verða munandi útbygdar. Ein slík stór útbygging er samlað mett at kosta umleið 3,4 mia. kr. Búskaparligu kanningin hjá EA Energy stuðlar niðurstøðuni, at tað ber til at náa - Í 2017 stavaðu 51% av elorkuni frá vatni og vindi. Bert gott 2.000 av umleið 18.000 sethúsum og bygningum brúka hitapumpur og fjarhita til upphiting. Og enn eru bert um 60 elbilar millum tey 28.600 akførini, ið koyra á føroysku vegunum, Við kós móti einum grønum samfelag