hósdagur 28. juni 2018síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
15
29. juni 2018 73
málinum. Tað verður tó staðfest við tí fyritreyt,
at tær útbyggingar, ið avgjørt eru at fara undir,
verða framdar. Sambært kanningin er ikki
óhugsandi, at meginparturin av elorkuni verður
grøn longu í 2024.
- Kanningin vísir eisini, at tað ber til at fáa
alla framleiðsluna grøna í 2030. Hetta verður
eisini, um øll upphiting og øll ferðsla verður
løgd um í 2030. Um so verður, at umleggingin
av nýtsluni ikki verður so umfatandi til ta tíð,
verður tørvurin á framleiðslu eisini so mikið
minni, verður staðfest í álitinum.
Tvífaldan av elnýtsluni
Í løtuni er elnýtslan hjá føroyingum umleið 300
GWt um árið, harav 170 GWt verða framleidd
úr varandi orkukeldum. Framrokningarnar
hjá arbeiðsbólkinum vísa tó, at elnýtslan
SAMGONGUSKJALIÐ UM ORKUMÁL
Ein miðvís ætlan fyri útbygging,
umlegging, framleiðslu og nýtslu av
varandi orkukeldum verður raðfest.
Í minsta lagi helvtin av øllum
sethúsum og bygningum skulu
innanfyri 10 ár hitast við grønari orku.
Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá
varandi orku.
Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti
og geva rúm fyri størri útbyggingum
skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá
húsarhaldum, í flutningi og í vinnu.
Verandi stuðulsog avgjaldsskipanir
skulu umleggjast til tess at røkka
málunum.
Allir almennir nýbygningar skulu
hitast við grønari orku, og ætlan fyri
orkusparing og
-umlegging gerast fyri eldri bygningar.
Vinnumenning og útbúgvingar innan
grøna tøkni og orku skulu stimbrast.
SOLEIÐIS BLEIV
ARBEIÐIÐ SKIPAÐ
Stýrisbólkur
Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og
innlendismálaráðnum, formaður
Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í
Fíggjarmálaráðnum
Herálvur Joensen, aðalstjóri í
Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Verkætlanarbólkur
Petur Joensen, ráðgevi í Heilsu- og
innlendismálaráðnum, formaður
Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum
Terji Nielsen, menningarleiðari hjá
SEV
Kári M. Mortensen, deildarleiðari á
Umhvørvisstovuni
Johannes Pauli Poulsen, fulltrúi í
Fíggjarmálaráðnum
Tommy Petersen, ráðgevi í Uttanríkis-
og vinnumálaráðnum
Fróði Jacobsen, kunningarráðgevi í
Heilsu- og innlendismálaráðnum
Politiskur fylgibólkur
Umboð úr øllum politisku flokkunum
eru boðin við í bólkin. Politiski
fylgibólkurin hevur verið kunnaður um
arbeiðið í trimum umførum.
Tilvísingarbólkur
Umboð við ymiskum tilknýti til
orkuøkið, eitt nú orkuveitarar, veitarar
av orkuskipanum,
vinnuligir brúkarar, náttúruvernd,
gransking o.o. Tvær verkstovur hava
verið hildnar, har verkætlanarbólkurin
hevur fingið ávegis viðmerkingar frá
tilvísingarbólkinum.
Tá frágreiðingin var so mikið
liðug, at niðurstøðurnar hjá
verkætlanarbólkinum sum
heild vóru gjørdar, varð útkast
sent tilvísingarbólkinum til
viðmerkingar. Fleiri nýttu høvið
at gera sínar viðmerkingar, sum
verkætlanarbólkurin hevur viðgjørt.
- Um man hinvegin vil hava 100% grøna
framleiðslu hvørt einasta ár krevst umframt
omanfyri nevnda, at byrgingarnar í Vestmanna
verða munandi útbygdar. Ein slík stór útbygging
er samlað mett at kosta umleið 3,4 mia. kr.
Her verður álitið handað landsstýriskvinnuni.
Framhald á síðu 16