Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 29. juni 2018 73 35 høvuðs­ niður­støðurnar í stuttum Íløgur • Íløgurnar til elnetið kosta 1,3 mia. Kr • Íløgurnar til framleiðslu og goymslu kosta 2 mia. kr Amboð at náa málinum: • Elnýtslan næstan tvífaldast við grønum umskifti • Grøna framleiðslan má trífaldast • Vindur og sól eru bíligasta loysnin • Onki nýtt vatnorkuverk • Hitapumpan er besta grøna loysnin • Sjóvarfalsorka loysir seg ikki enn • MVG-endurrindan til uppseting av hitapumpu ger mun • Nýggj hús skulu vera grøn • Skifta oljufýr út við grøna orku • Grøna kunningin skal styrkjast • Stuðla orkulýsingum av bygningum • Almennu feløgini skulu eisini vera grøn • Fleiri pengar til Landsverk til orkueffektivisering • Oljunýtslan til almennar bygningar kann minka munandi • Prísdifferentiering á el er skilagóð • Kapping um at veita grøna orku • Hægri avgjøld • Bussarnir skulu vera grønir • Tað almenna eigur at skunda undir grønari ferðslu • MVG- og avgjaldsfrítøkan til elbilar skal halda fram Broyting í inntøkum: • - Stór sparing í oljuinnflutningi • - Útlit fyri lægri elprísum • - Færri inntøkur til landskassan Mál: • Góðar fortreytir fyri grønari orku • Stórar vindorkuútbyggingar næstu tvey árin • 90% grøn í 2024 • 100% grøn í 2030 • Stór effektivisering í orkuskiftinum Lýsing av Status Quo: • Meginparturin av bygningunum hava framvegis oljufýr • Fáir almennir bygningar lúka orkukrøvini • Lutfalsliga fáir elbilar í Føroyum • Elbilar væl egnaðir í Føroyum • Vetnisbilar hava størri orkunýtslu fer at vaksa munandi næstu árini, soleiðis at hon verður tvífalda í 2030. Sostatt skulu munandi útbyggingar gerast av varandi orkumøguleikum, um málið um 100 prosent grøna orku skal røkkast um tólv ár. - Tað sæst, at samlaða nýtslan kann fara at økjast frá góðum 300 GWt til knappar 600 GWt í 2030, um øll upphiting og øll ferðsla á landi verða løgd um til el. Sum er, verða umleið 170 GWt av elorkuni framleiddir úr varandi orku, so tørvur verður á at økja framleiðsluna við umleið 430 GWt. Til samanberingar kann nevnast, at tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga framleiddu 36 GWt í 2017, verður staðfest í álitinum. Útrokningarnar eru harumframt bygdar á, at økingin í vanligari nýtsluni fram til 2030 er framskrivað við 2% um árið, ið gevur tilsamans umleið 100 GWt, meðan tað harumframt verður mett, at orkutørvurin til upphiting verður umleið 100 GWt og orkutørvurin til flutning á landi verður umleið 80 GWt. Neyðugt við fleiri átøkum Hóast politiska skipanin longu hevur sett nøkur neyðug átøk í verk fyri at røkka málinum, so staðfestir arbeiðsbólkurin, at tað ikki er nokk og at fleiri átøk eru neyðug. - Hesi átøkini eru skipanir, sum t.d. frítøka av meirvirðisgjaldi á hitapumpum og elbilum. Eisini onnur tiltøk eru sett í verk, ið skulu øll eggja fólki til at velja grønar loysnir. Torført er at meta um ávirkanina, tí so stutt er fráliðið, síðani átøkini vórðu sett í verk. Men tað er ikki væntandi, at tey eru nøktandi til at skunda so mikið undir gongdina, at málini í samgonguskjalinum kunnu røkkast longu í 2025, staðfestir arbeiðsbólkurin. Álitið nevnir eisini fleiri ítøkilig átøk, ið kunna setast í verk í strembanini eftir at røkka málinum um 100 prosent grøna elorku í 2030. Harímillum verður mælt til, at man í 2020 setir eitt forboð fyri oljufýrum í øllum nýggjum húsum og bygningum og at grønar hitaskipanir verða nýttar í staðin. Harumframt verður mælt til, at frá 2021 skulu nýggj oljufýr ikki kunna setast upp fyri gomul, men at hesi skulu skiftast út við grøn alternativ. Eisini verður mælt til, at land og kommunur ganga á odda at eggja brúkarum at keypa elbilar, umframt at kollektivan ferðslan skal útbyggjast. - Fyri at minka um samlaðu ferðsluna, eigur kollektiva ferðslan at verða bygd út so nógv sum til ber. Land og kommunur eiga at leggja Skipaflotin við í grønu bylgjuna Sambært orkupolitiska áltinum kom 91,1 prosent av allari orkuframleiðslu í 2016 frá olju, meðan vatn, vindur, burturkast og hitaorka úr umhvørvinum einans var 8,9 prosent av samlaða framleiðsluni. Og um hugt verður eftir oljunýtsluni sæst, at skipaflotin er ein av stóru brúkarunum av olju, tí 40 prosent av nýtsluni í 2016 kom frá flotanum. Hóast tað er elframleiðslan, ið verður við­ gjørd í álitinum, so vísir hon á, at tað eisini ber til at partvíst elektrifisera hendan partin av før­ oysku orkunýtsluni. - Havast skal eisini í huga, at hóast orku­ nýtsla á sjónum ikki er umrødd í sam­gongu­ skjal­inum og ikki er tikin við í framskrivingini, er møguleiki fyri, at skip eisini fara at leggja partvíst ella heilt um til elorku. Skip, ið sigla styttri teinar, kunnu longu nú nýta elmotor, verður staðfest í frágreiðingini. Lagt verður eisini aftrat, at væntandi verður tað møguligt, at skip, ið liggja við bryggju, fáa streym úr landi, heldur enn at brúka egnan ljósmotor. - Fyri at minka um samlaðu ferðsluna, eigur kollektiva ferðslan at verða bygd út so nógv sum til ber. Land og kommunur eiga at leggja seg eftir, at bussar í mest møguligan mun frameftir verða riknir við grønum orkukeldum, Framhald á síðu 18