Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TÍÐINDI SÍÐA 7 Mari­ ann út­flyt­ ir hár­móta SÍÐA 8-9 Summ­ ar, sól og Simon Kvamm á Vox­botni Andstøðupolitikarar royna at kóka so nógva suppu, sum tað ber til burtur úr tunlunum norður um fjall. Leygardagin boðaði ting­bólka­ for­maðurin hjá fólka­flokkinum frá í útvarpinum, at hann og flokkur hans­ara fer at leggja uppskotið fram aftur á ólavsøku um at fram­ skundað tunlarnar norður um fjall, og Bill Justinussen vil ikki standa aft­an fyri Jákup Mikkelsen. Bólturin liggur annars hjá løg­ manni, sum hevur tikið á seg leik­ lutin at finna breiða polit­iska semju um, hvussu málið skal grípast ann og kjølfestast í politisku skipanini. Andstøðupolitikararnir vilja ikki lata møguleikan gleppa sær av hondum at arga og drilla við so stórum og týdningarmiklum máli. Í navninum av at loysa stóra málið spæla teir hund fyri at profilera seg sjálvar, sum tað altíð er andstøðu so líkt. Tey í samgonguni, sum eru vald norðanfyri, verða alment kross­fest við hóttan um at taka undir við andstøðuni, samstundis sum sam­ gongu­leiðarin hevur setningin at finna breiða semju um málið. Tað kundi ikki komið Jákupi Mikk­elsen og Bill Justinussen til hugs at sett seg í samband við løg­ mann fyri at fregnast eftir, hvussu tað gongur við hesum málinum. Tað snýr seg um teir báðar, heldur enn at tað snýr seg um tunlarnar. Hetta er føroyskur politikkur og and­støðupolitikkur, tá ið hann er bestur ella rættari verstur. Í síðsta valskeiði varð breið politisk semja funnin um undirsjóvartunlarnar. And­støða og samgonga kendu sær hógv og vístu ábyrgd. Viðareiðis og Hvannasunds komm­una hava fyri tíð síðani lagt á borðið uppskot um, hvussu tað kann bera til at fíggja tunl­ar­nar norður um fjall. Lands­stýris­mað­ urin hevur sagt, at hann held­ur hetta vera gott hugskot. Ein av trup­ ul­leikunum higartil hev­ur verið, at býráðið í Klaksvík ikki hevur verið viðspælari. Borgarstjórin hev­ur higartil meiri ella minni slept sínum borgarum í Árnafirði og Svínoy upp á fjall, tá ið hann í besta lagi hevur verið lunkaður og møgu­leikin fyri brúkaragjøldum í júst hesum tunlunum hevur verið nevnd­ur. Andstøðupolitikararnir siga, at teir fara at leggja uppskotið fram aft­ur á ólavsøku. Vónandi hevur løg­maður fyri ta tíð syrgt fyri, at breiða semjan verður veruleiki so­ leiðis, sum tað í uppskotinum frá teim­um báðum kommununum er lagt upp til. Norðoyatunnilin skal fíggja ein stóran part, og harvið kann tað farast undir tunnilin sum skjót­ast. Tað má ikki enda við, at trongd­in hjá andstøðumonnum at pro­fil­era seg sjálvar og at seta kílar millum samgongumenn fer at forkoma góðu ætlanini. SPÆLA HUND VIÐ GÓÐUM UPPSKOTI Meðan tað vanliga plaga at vera áleið 23 flogferð sum ferðast um Vága Floghavn um vikuna, so eru tað í summ­ar 45 flogfør, sum ferð­ ast um flogvøllin um vikuna. Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur, at tað hevur verið vanligt seinastu árini, at ferðslan økist so nógv um summarið. Tað kann tó saktans ger­ast meir innan heilt stutta tíð, tí Atlantic Air­ ways hevur júst gjørt eina samstarvs­avtalu við stóra franskt/holl­endska flog­fel­ agið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Før­oyum. Talan er um eina sokall­aða interline-avtalu.  Við avtaluni gerast Før­ oy­ar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferða­málum í 116 ymsum lond­um, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av før­oyskari ferðavinnu við at bjóða einum stórum markn­ aði av útlendskum ferða­ fólkum lættari og betri at­ gongd til Føroyar. Hjá AirFrance/KLM fegn­ ast tey um møguleikan at kunna bjóða sínum ferðandi Før­oyar sum ferðamál við øll­um tí vakra, ið okkara land hevur at bjóða. - Føroyar eru í eini ja­lig­ ari menning, og tí vilja vit fegin vera ein partur av og stuðla. Tí gera vit tað lætt­ ari at ferðast til hetta væl umtókta ferðamálið. Okk­ara fráferðir hóska væl bæði til teirra, sum ferðast í arbeiðs­ ør­indum og til teirra, ið vilja upp­liva Føroyar og frálíku, før­oysku náttúruna, sigur Anita Wagner Feddersen, landa­stjóri í AirFrance-KLM í Dan­mark.  Føroyingar fáa sjálvandi eis­ini ágóða av avtaluni, sum økir um møguleikarnar hjá føroyingum at ferðast út í heim – bæði til gaman og í vinnu­ligum ørindum. - Vit eru sera fegin um nýggja samstarvið við Air­ France-KLM, tí við henni knýta vit Føroyar í eitt stórt, altjóða netverk av ferða­mál­ um í øllum heim­inum og gera Føroyar uppaftur meira at­komuligar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Air­ ways. KLM flýgur 48 ferðir um vikuna úr Amsterdam til Keyp­mannahavnar, 35 ferð­ ir til Billund og 27 ferðir til Aalborg. Air France hevur 14 fráferðir um vikuna úr Billund til París og 35 frá­ferð­ir um vikuna úr Keypmanna­havn til París. Har­um­framt eru eisini góð sambond víðari við Air­ France-KLM ferðamál úr bæði Bergen og Edinburgh, hag­ar Atlantic Airways eisini flýg­ur beinleiðis. Ferðslan tvífalda um flogvøllin Ein av trup­ul­leikunum higartil hev­ur verið, at býráðið í Klaksvík ikki hevur verið viðspælari. Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ljóskurvarnar á krossinum við Hvítanesvegnum/Eyst­ ari Ringvegur hava verið fyri atfinningum síðani tær tendraðu fyri kortum. Or­søkin er, at køirnar ger­ ast longri og longri tá ið nógv ferðsla er. Um tær veru­liga eru longri enn tær vóru áðrenn er ikki til at siga, men tær rigga í øll­um førum ikki heilt opt­imalt, tí Tórshavnar Komm­ una hevur boðað frá, at tær skulu justerast fyri at rigga betur. Rani Ward­um, løgreglu­maður, er sann­ førdur um, at ljós­kurv­arnar eru rætta loysnin. - Ljóskurvar eru mun­ andi meira effektivar enn ein rundkoyring. Vit skulu hava aðrar ljós­kurv­ar upp í Havnini um skamma stund, eitt nú við Markna­ gils­veg­in, og har eru eisini ljós­kurv­ar valdar framum rund­koyring, sigur Rani Ward­um. Hann vísir tó eisini á, at ljós­kurvarnar á Hvíta­nes­ vegn­um/Eyst­ara Ringvegi, skulu justerast. Eitt nú skulu skiftini verða øðrvísi um morgunin, tá stór ferðsla er inn í Havnina og so um kvøldið, tá ið ferðslan skal útaftur. Men tá ið tað fæst at rigga optimalt, eru ljós­kurvarnar betra valið, sigur løgreglumaðurin. Ljóskurvar eru rætta valið