Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 Mariann útflytir hármóta »Vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum«, verður onkuntíð sagt Sipað verður tá til, at tey sum klippa fólki ikki skapa nøk­ur virði. Men hetta hevur Mari­ann Klein Ivansdóttir so dygg­i­liga gjørt til skammar við at gera hár­móta til eina út­flutn­ings­vøru og sláa sítt navn fast á altjóða mót­a­pall­i­ num sum ein av fremstu hár­ snið­gevu­num í heiminum. Mariann byrjaði sína yrk­is­leið sum 22 ára gomul heima í kjall­ar­a­num hjá for­ eldr­u­num. Í dag eig­ur hon sal­ong­ina Roy­al Int­er­coif­ fure í Havn og eis­ini Bal­ main-handil í Ill­um í Keyp­ mann­a­havn. Har­um­framt er hon Bal­main-umboð í Dan­mark og so­leið­is veit­ari til yvir 100 dansk­ar sal­ong­ir. Sein­astu 13 árini hevur hon ver­ið mast­er trai­n­er hjá Bal­ main og und­ir­vís­ir javn­an fri­sør­um í Dan­mark og aðr­ a­staðni við. Í 2013 varð Mariann upp­ tikin í altjóða elitu­fel­ags­ skap­in Intercoiffure og síð­ ani hev­ur altjóða yrkisleið henn­ara veruliga tikið dik á seg. Hon hevur m.a. verið við til at gera heims­kollektiónir hjá Int­er­coi­ff­ure - sokallaðar Mon­dial kollektiónir - har hár­mót­in verður útviklaður, og í 2018 gjørdist hon art dir­ec­tor fyri Intercoiffure Dan­mark og bestemmar nú danska hármótan. Mariann er eis­ini partur av útvalda bac­k­stage-toyminum hjá Bal­main, sum ger hár til stór­ slign­u mótashowini í París. Royal Intercoiffure í Havn er partur av altjóða Int­er­coi­f­fure-netverkinum, ið er at rokna sum superligan av fri­sør­sal­ongum. Hjá Royal starv­ast sjey frisørar, sum javn­an hava spennandi upp­gávur uttanlands. Eitt nú gjørdu tær hár til Illum- show­ið í september í fjør og show­ið hjá Bitte Kai Rand til Cop­en­hagen Fashion Week í ár. – Altjóða uppgávurnar og av­bjóð­ing­arnar eru við til at menna frisørarnar hjá Royal og at halda høga støðið, sum krevst av eini Intercoiffure- sal­ong, sigur Mariann Klein Iv­ans­dóttir. Vaksandi uppgávurnar utt­a­n­lands krevja alsamt meiri av henn­ara tíð. Og tað er júst tíð­in, sum er vorðin størsta av­bjóðingin hjá Mar­ i­ann, sum er burtur í ar­beiðs­ ør­ind­um umleið tvær vikur um mán­að­in. Tí hevur hon nú tikið stig til at skipa virksemið so­leiðis, at hon bæði fær møg­u­leika at røkja krevjandi al­tjóða upp­gáv­ur­nar og fram­hald­ andi at menna virksemið í Før­oy­um. Heidi Lind Nolsøe er sett sum nýggjur salon man­ag­er við ábyrgd av dag­ liga virk­sem­i­num, og eisini er nýggj nevnd sett at taka sær av yv­ir­skipaða virkseminum. – Við hesum fái eg meiri tíð til krevjandi upp­gáv­ur­ nar sum art director og und­ ir­vís­ari uttanlands, og eisini til at menna frisørarnar á sal­ong­ini, so teir kunnu geva kund­u­num enn betri tæn­ astu og upplivingar á altjóða støði, sig­ur Mariann Klein Ivans­dóttir. Sum eitt úrslit av aljtóða virk­sem­inum hjá Mariann, verð­ur árliga kongressin hjá Int­er­coiffure Danmark hild­ in í Føroyum í 2019, har fleiri enn 100 toppfrisørar luttaka. Myndir: © Royal Intercoiffure / Amy & Edna © Piet Simonsen © Gioconda & August photography for @vougehommes, @vougeparis, Balmain and Olivier Rousteing – Altjóða uppgávurnar og av­bjóð­ing­arnar eru við til at menna frisørarnar hjá Royal og at halda høga støðið, sum krevst av eini Intercoiffure- sal­ong, sigur Mariann Klein Iv­ans­dóttir Andreas Otto Joensen Kollafjørður, vanliga nevndur Andras, andaðist á Lágargarði, 29 juni. 84 ára gamal. Marin Sofía Nielsen, fødd Dalberg, ættað av Sandi, búsitandi í Havn andaðist á Ellisheiminum hósdagin 28. juni, 85 ára gomul. Ragna Marchall, fødd Dalberg, ættað av Sandi, búsitandi í Suðurjútlandi andaðist mikudagin 27. juni, 77 ára gomul. Róland Hammer úr Hvalba, andaðist mána­dagin 25. juni, 81 ára gamal. Jórun Joensen úr Klaksvík, búsitandi í Holsted, andaðist í heiminum fríggjadagin 22. juni, 62 ára gomul. Arna Karbech Davidsen, fødd Mouritsen, andaðist á sjúkrahúsinum í Slagelse sunnudagin 24. juni, 80 ára gomul. Olga Vágslið, Klaksvík andaðist á Norðoya Røktarheim fríggjadagin 22 juni, 95 ára gomul. Unn Isfeldt Pettersen, búsitandi í Skien, Norra, andaðist fríggjadagin 22. juni, 51 ára gomul. Unn var dóttir Aslaug Gudmundsdóttir Isfeldt og Kjell Pettersen. ANDLÁT BOÐANARDAGUR MARIU 2. juli er ársins mittasti dagur, hann er dagur nummar 183 í árinum, og 182 dagar eru eftir. Dagurin er vitjunardagur Mariu. Hann er til minnis um vitjanina hjá Mariu hjá Elisabeth, sum skuldi føða sonin, Jóannes Doyparan. Urban VI pávi gjørdi dagin til halgidag í 1389. Hjá okkum var hann halgidagur til 1770. Sambært norskum bóndasiði skuldi veðrið hendan dagin halda sær næstu 40 dagarnar. Mariann – hon í gulu blusini – byrjaði sína yrk­is­leið sum 22 ára gomul heima í kjall­ar­a­num hjá for­eldr­u­num. Í dag eig­ur hon sal­ong­ina Roy­al Int­er­coif­fure í Havn og eis­ini Bal­main-handil í Ill­um í Keyp­mann­a­havn Eitt sindur um 2. juli 1698 – Onglendingurin Thom­as Savery fær pat­ent upp á ta fyrstu guvu­maskinuna. 1822 – Niels Christopher Winther, løg­tings­mað­ ur, fólk­a­tings­mað­ur og blað­stjóri á Fær­ing­e­tid­ ende, varð føddur hend­ an dagin. Hann doyði í 1822. 1865 – William Booth stovnaði Frels­unn­a­r­ her­in á einum fundi í Lond­on. 1881 – Amerikanski for­ set­in, James A. Gar­field, verður skotin í Wash­ ington D. C. Ill­gerð­ar­ mað­urin var Charles Guit­eau. Forsetin doyði sinni av sárunum. 1900 – Ferdinand von Zepp­elin, greivi, fremur fyrstu royndflúgving við luftskipinum, LZ 1. 1967 – Leguhúsið hjá Brøðr­a­sam­kom­uni, Za­ rep­ta í Vatnsoyrum verð­ur tikið í nýtslu. 1972 – Ellis- og røkt­ ar­heim­ið á Sýnini í Mið­vági verð­ur tikið í nýstlu. 1976 – Sameiningin av Norð­ur- og Suð­u­r­vi­et­ nam verður lýst. 1977 – Annað árið á rað vinn­ur sviin Björn Borg Wim­bledon Cham­pi­on­ ships í tennis. 1988 – Føroyar gerst lim­ ur í altjóða fót­bólts­sam­ band­i­num FIFA. Fødd hendan dagin: 1903 – Ólavur 5. kongur av Noreg (deyður 1991). 1961 - Ernest Hem­ing­ way, a­m­er­i­k­ansk­ur­ rit­ høv­un­d­ur og Nob­e­l­virð­ i­s­løn­a­r­vinnari, føddur í 1899, doyr fyri egnari hond.