mánadagur 2. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VOXBOTN
Eins og undanfarin
ár var Vágsbotnur á
tremur við fólki, tá
ið tónleikatiltakið
í høvuðsstaðnum
fór av bakkastokki
leygardagin.
Jonhard Hammer/ Álvur Haraldsen
hevur tikið myndirnar
jonhard@sosialurin.fo
Sólin skein tá tann altíð vælupp
lagdi
frásøgumaðurin
Tróndur
Vatnhamar bjóðaði fólki vælkomin
til ársins Voxbotn konsertdag. Tað
varð lagt varliga út við Jórun Gud
mundson og Hans Ravnsfjall í góð
veðrinum.
Nakað av fólki var komið tá
tiltakið byrjaði og serliga var fólk í
trappuni í Vágsbotni. Ølkranarnir
byrjaður at renna, og hetta minti
mest av øllum um eitt útlendskt
tónleikatiltak, men bara mitt í
okkara høvðusstaðið Tórshavn.
Umstøðurnar er sera góðar til
tiltakið, serliga tann stóri pallurin
tekur seg gott út. So mikið gott at
konsertinar á hinum pallinum ikki
verða líka góðar sum tær á stóra
palli. Vónandi fara fyrreikararnir
at koyra øll tey góðu nøvni á stóra
pall næsta ár.
Danmark er et dejligt land
Ta ið Michael Hardinger Band
kom á pallin, so merkti ein bein
anvegin, at hetta var nakað,
sum teir føroysku áhoyrararnir
tímdu væl at lurta eftir. Meðan
teir spældu, so kom eg at hugsa
um eina konsert, sum Shubidua
hevði á ítróttarhøllini á Hálsi. Har
blaðmaðurin Niclas Johannesen
skrivaði sum yvirskrift 1500 før
oyingar í kór” Danmark er et dej
ligt land” og líka mikið um vit
atkvøða fyri Tjóðveldi ella ikki, so
elska føroyingar danskan tónleik
og syngja við, sum tað kundi verið
Frændur sum spældu.
Teir komu gott frá sínari fram
førslu, og fólkið tók gott ímóti
hesum gomlu Shubbunum við
einari blanding av yngri tónleik
ararum, so sum Kapser Daugaard
á klaver, sum er kendur sum fyrr
verandi klaverspælari hjá Lukas
Graham.
Simon Kvamm valdi
Havnina framum
bygdamenninar
Nephew hava nokk ongantið verið
so væl umtóktir í Danmark, sum
teir eru nú. Teir hava selt stórar
arenarir út uppá ein lítla løtu. Ti
var tað stórt at Voxbotn hevði teir
á skánni. Men tað, sum undraði
nógv fólk var, at hesuferð hevði
gøtumaður úr Silkeborg, sum er
búðsitandi í Keypmannahavn valt
at spæla í Havn, tí mangan hevur
bólkurin verið høvuðsnavn á G!
Festivalinum.
Konsertin var sum allar Nephew
konsertir góð. Tey eru øll sera
góðir tónleikarar, og frontmaðurin
Simon Kvamm er sera góður á palli
og dugir sera gott at fáa fólkini við
sær, tó har vóru nakrar útsagnir frá
frontmanninum, sum settu fleiri
spurningar enn tær góvu svar.
Móti endanum av konsertini
vísti hann at tað er eitt sindur av
føroyingi í honum. Hann kom á
pallin í einari landsliðstroyggju,
sum hann hevði fingið frá Jákupi
á Borg.
Samanumtikið var konsertin
SUMMAR, SÓL OG