mánadagur 2. juli 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
G SIMON KVAMM
VOXBOTN
ikki tann besta hjá Nephew, men
teir fingu lív í Vágsbotn og er tað
ikki tað Voxbotn tiltakið handlar
um?
Eitt sum eykennir Voxbotn er
teirra frálíku DJ. Teir fáa allan
Vágsbotn at hoppa og dansa við.
Í ár var einki undantak. Tað bleiv
skrúða for frá, roykur, eldur, kon
fetti og ball fyri rest. Tann, sum ikki
bleiv rivin við stemninginum, mátti
bara fara heim, tí tað var so hart og
gott, at tað var ringt at standa í
Vágsbotni við gron.
Fyrireikarnir høvdu valt at latið
teir føroysku bólkanir enda. Tað
var ivaleyst fyri trygdina. Her var
at fílast á, at Danny & the Vetos
ikki vóru á stóra palli. Teirra nýggja
konsept er sera gott. Tað virkar,
sum tann gamli unglingin Henn
ing Nicodemusen hevur givið bólk
inum eitt spark á rætta stað.
Sum heild eydnaðist festivalurin
gott. Veðrið var fanstastiskt, og ein
afturvendandi spurningur er, um
tað eru ov nógv fólk. Ja, tað eru
nógv fólk. Kanska er eitt hugskot at
flyta nøkur tjøld og bilar niðan um
Miðlahúsið fyri at spjaða fólkini
eitt sindur. Men øll kunnu ikki
standa fremst. Voxbotn er komin
fyri at verða.