Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 70 prosent av allari orku frá vindi og vatni Longu um trý ár kemur 70 prosent av allari orku í Suðuroy frá vindi og sól Árni Gregersen -Tað ber væl til, at Føroyar sleppa undan at brúka olju til orku á landi í 2030. Tað staðfestir Kári Mortensen, leiðari á orkudeildini á Umhvørvis­ stovuni. -Vit hava longu flutt okkum rættuliga nógv og stórar broytingar henda longu komandi trý-fýra ár­ ini. Tað sum skal til fyri at vit flyta okkum longur er fyrst og fremst, at vit broyta okkara hugburð til orkunýtslu, sigur hann. Tað var samgongan, sum tók við í 2015 sum setti sum mál, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá varandi orku. Málsetningurin bygg­ir á, at í altjóða høpi hava verið stór­ar ráðstevnur og avgerðir, sum hava til endamáls at steðga ella minka brúkið av olju. Røkka vit hesum málinum, so verður CO2-útlátið helvtina minni enn í dag. Fyrst og fremst eru tað avleið­ ing­arnar fyri veðurlagið, sum hava elvt til hesar avgerðir, men eisini at tað í nøkur ár er staðfest, at heim­ urin brúkar meira av res­urs­um enn hann megnar at endur­nýggja. -Sjálvandi kundu vit verið kom­ in enn longur í Føroyum, men eisini hetta tekur tíð. Fyriteikingar skulu ger­ast, so vit ikki arbeiða í blindum. Vit mugu gera kanningar, so vit hava vitan um, hvat skilabest er at gera, sigur Kári Mortensen. Vindur og sólorka Eitt danskt ráðgevarafelag hevur gjørt eina kanning fyri SEV og Umhvørvisstovuna um, hvat er besta orkuloysnin fyri Føroyar. Higartil hevur nógv tann størsti parturin av varandi orku í Føroyum bygt á vatnorku. Tað byrjaði við byrgingunum hjá SEV í Vestmanna og tað er síðani útbygt á Eiði og í minni mátistokki aðrastaðni. Ráðini frá donsku ráðgevar­un­ um byggja ikki á útbyggingin av vatn­orkuni, men heldur á vind­orku og sólorku. Í nýggjastu orku­polit­ isku ætlanini, sum júst er gjørd, verð­ur eisini staðfest at vind- og sól­orka eru bíligasti vegurin at ganga fyri at gera Føroyar leysar av olju. Vindorkan er útbygd í seinast­ uni. Fyrst vóru tað vind­myll­urnar á Eystnesi, men stóra lopið kom tá ið vind­myllu­lund­in í Húsahaganum omanfyri Tórshavn vóru tiknar í nýtslu. Tær muna ómetaliga væl í saml­aðu myndini. Harafturat eru eisini myllur, sum veita streym á privatum hond­ um. -Men tað sigur seg sjálvt, at hetta er nakað sum eisini loysir seg fyri føroyska samfelagið. Seinastu 20 árini hava vit innfluttu olju og bensin fyri 14 milljardir krónur og nýtslan nærkast aftur einari milljard nú, sigur Kári Mortensen.. Broytingarnar Tað verður júst nú arbeitt við full­ ari ferð at leggja um. Í Suðuroy kemur eitt útboð nú uppá 12 megawatt. Hetta eru vind­ myll­ur, men afturat er eisini knýtt ein pumpuskipan, sum brúkar vatnið ummaftur. Við hesum fer varandi orkan í Suðuroy at hækka úr 10 prosentum til 70 prosent í 2021. Tað koma eisini tvey útboð norðanfjørðs.. Talan verður um 2 x 18 megawatt. Við hesum utboðnum fer vindorkan úr 18 megawatt til 70 megawatt. Ùtbyggingar eftir 2021 Tvær kanningar eru gjørdar í 2017 av møguleikunum at út­byggja varandi orkuna. Tað eru Um­ hvørvis­stovan og SEV, sum hava latið kanningarnar gera. Onnur kanningin leggur serliga dent á, hvussu vatnorkuøkið í Vest­ manna best kann byggjast út. Hin frá­greiðingin leggur meira dent á búskap­arliga partin og fevnir um alt landið. Í orkuætlanini verður sagt, at tann fragreiðingin sum tekur allar útreiðslunar við er eitt fram­stig í so máta. Við at hava allar út­reiðsl­ ur­nar við, ber eisini til at fáa eina ábend­ing um, hvussu elprísurin kann væntast at fara at vera. Sjálvt um rættuliga nógv ferð er á orkuútbyggingini, so tekur alt kort­ini tíð. -Tað er sjálvandi avgerandi at ar­beiða skjótt, men vit mugu eisini minnast til, at tað er avmarkað hvussu nógva orku vit hava til slíkt arbeiði, sigur Kári Mortensen. Føroyska samfelagið brúkar orku til upphiting, framleiðslu og til ferðslu. Nýggjasta kanningin vísir, at verður lagt um til at brúka el, so fer sam­felagið at spara pening og tað fer eisini at geva ein bíligari elprís til brúkaran. -Uppskotið um at SEV skal sleppa at seta ein differentieraðan prís á streymin skal helst koma ígjøgn­um politisku skipanina. Tað fer at gera, at elprísurin verður bílig­ari til hitapumpur og til at løða til dømis bilar við. Tað fer at gera, at tað fer at bera betur til at útnytta fram­leiðsluna um náttina til dømis, sigur Kári Mortensen. Hann leggur afturat, at hetta fer eisini at gera tað møguligt hjá stórum brúkarum at keypa streym­ in bíligari og so selja avlopshitan. -Hetta fer avgjørt at gera alla fram­leiðsluna meira spennandi, eisini fyri privata brúkaran, sigur Kári Mortensen. POLITIKKUR Kári Mortensen er leiðari á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni Vindmyllulundin í Húsahaganum gjørdi stóran mun, tá ið hon var tikin í nýtslu.