mánadagur 2. juli 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Ungi føroyski bogaskjúttin, Aleksandur Leitisstein, gjørdi um seg í NM-kapping í Noregi.
Eisini fimleikarar hava luttikið í NM, og so hevur ríðikapping verið her heima
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í
Brann taptu fyrsta dystin í hesum
kappingarárinum, tá ið teir í gjár
vóru fyri óvæntaðum 4-0-stórtapi á
heimavølli ímóti Molde. Gilli spældi
allan dystin á høgra bakki. 17 ára
gamli Erling Braut Håland skeyt øll
málini hjá Molde innanfyri fyrstu
21 minuttirnar, og heppið fyri hann,
so var umboð fyri Manchester
United til staðar fyri at hyggja
nærri at honum. Hann er mettur
at vera eitt risatalent, og hann er
sonur
fyrrverandi
Manchester
City-spælaran, Alf-Inge Håland.
Nærmasti
kappingarneytin
hjá
Brann,
Rosenborg,
vann
1-0 á Sandefjord í gjár, og tískil
er leiðslan hjá Brann í norsku
Elitserien nú tódnað niður í fýra
stig. Næsti dystur hjá Brann verður
sunnudagin á útivølli ímóti Bodø/
Glimt.
Jóan
Símun
Edmundsson
fekk sínar fyrstu minuttir fyri
týska Arminia Bielefeld, tá ið
nýggja týska lið hansara vann 15-1
ímóti FC Offenbüttel. Føroyski
landsliðsáleyparin,
sum
hevur
fingið blusu nummar 14 at spæla
í, spældi fyrra hálvleik. Tá var
støðan 6-0, og Jóan Símun hevði
lagt upp til tvey av málunum –
bæði
eftir
hornasparksinnlegg.
Kappingarskráin fyri næstbestu
týsku
deildina
er
júst
blivin
kunngjørd, og har sæst, at Arminia
Bielefeld spælir fyrsta dystin í
nýggja kappingarárinum 6. august
á útivølli ímóti FC Heidenheim. 34
umfør eru í kappingarárinum, sum
endar 19. mai 2019.
Tað
var
føroyingauppgerð
í íslendskum fótbólti í gjár, tá
ið ÍBV av Vestmannaoyggjum
við Kaj Leo í Bartalsstovu á
liðnum fekk vitjan av René Shaki
Joensen og teimum úr Grindavík.
Dysturin endaði við 3-0-sigri til
heimaliðið. Hetta var fyrsti sigur
hjá ÍBV eftir trý tap á rað, og tey
trý stigini lyfta teir fyribils upp
um niðurflyingarstrikuna. Kaj Leo
spældi allan dystin, meðan René
fekk ein lítlan tíma á vøllinum.
Eftir seks dystir uttan tap hevur
Grindavík nú tapt tveir av teimum
síðstu trimum dystunum. Teir eru
á fjórða plássi, sjey stig aftanfyri
oddaliðið, Val. Gunnar Nielsen,
Brandur Hendriksson og teir í FH
í kvøld kl.21 ímóti gamla felagnum
hjá Gunnari, Stjarnan.
07 Vestur hevur lagt enn ein
útlendskan spælara til hópin hjá
sær til seinnu hálvu. Felagið boðar
frá á heimasíðuni, at sáttmáli er
gjørdur við 27 ára gamla danska
áleyparan, Sonny Jakobsen, ið
seinast hevur spælt við Thisted
FC í næstbestu donsku deildini.
Kappingarárið 2016/2017, tá ið
Thisted FC var í triðbestu deildini,
skeyt hann 24 mál í 30 dystum
og bleiv toppskjútti í deildini. 07
Vestur hevur mist Gilla Samuelsen
(B36), Jón Krosslá Poulsen (TB/
FCS/Royn) og Nikola Krcmarevic
(til hús), men hevur nýliga fingið
enska miðvallaran, Charlie Machell,
til hópin.
BOGASKJÓTING
Seinastu
dagarnar
hava
ungir
føroyskir
bogaskjúttar
luttikið í NUM 2018 (Nordisk
Ugdomsmesterskap)
í
norska
býnum Larvik. Í liðkappingini
eydnaðist tað ungum føroyskum
monnum úr Føroyum at blíva
nummar trý út av átta liðum, og
harvið vunnu teir bronsu. Teir,
sum
mannaðu
føroyska
liðið,
vóru
Aleksandur
Leitisstein,
Hans Jákup Højgaard og Samuel
Trygvason Petersen. Í einmansleiki
í
compound
varð
eisini
eitt
føroyskt
heiðursmerki
vunnið.
Tað var Aleksandur Leitisstein úr
Runavík, sum skeyt seg allan vegin
í finaluna, har hann tapti eina sera
tætta finalu og harvið vann silvur.
FIMLEIKUR
Føroyskir
amboðsfimleikarar
hava um vikuskiftið luttikið í NM-
kapping í Farum í Danmark. Besta
úrslitið hjá føroysku kvinnunum
átti
Rebekka
Ingadóttir,
sum
bleiv nummar sjey, meðan Rani
Allanson Dalsgarð bleiv nummar
seks í lop upp um hest. Støðið í
norðurlondum er høgt, so úrslitini
vóru nøktandi. - Tað hevur gingið
væl. Heilt væl. Samlaða úrslitið
var positivt, sigur venjarin, Eyvind
Akraberg Hansen, í samrøðu við
kvf.fo.
RÍÐING
Ríðikapping
hevur
verið
á
flúgvarabedingini í Vágum um
vikuskiftið. Hetta var ein kapping,
ið var útsett eina viku vegna veður.
Stóra søgan hesa kappingina var
tann bara 13 ára gamla Randarsól
Heinesen úr Bø, sum á hesi sínum,
Spirit, ikki einans hevði skjótastu
tíð í Tvíspor ung, men átti skjótastu
tíðina í allari kappingini. Vinnarar
vóru annars hesi: Skeið Regin
Johannesen og Gylling - Tølt
Bárður Johannessen og Syrpa -
Trav Marna Anthonuissen og Oscar
- Tvíspor II flokkur Hervør Olsen og
Fagra.
SVIMJING
Føroyski svimjarin, Alvi Hjelm,
svam
fríggjadagin
á
italskari
stevnu, nevniliga Sette Colli í
Rom, har hann svam 400 metrar
frísvimjing við tíðini 4:08.73. Tað
er næstskjótta tíð hjá honum á
teininum í ár aftanfyri 4:07.82 á
Stockholm Swim Open í apríl,
skrivar svimjing.com. Tað bleiv til
eitt 35. pláss út av 36 svimjarum í
Rom.
Aleksandur vann silvur í NM
Jóan Símun sæst her í Bielefeld-troyggjuni (t.h.)
Aleksander Leitisstein
vann silvur í NM