Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Næstbesta fótbóltsdeildin er nú farin í summarfrí. Leygardagurin var góður fyri bæði ÍF og B68, sum arbeiða fyri at sleppa upp í part aftur í bestu deildini. Bæði ÍF og B68 vunnu teprar sigrar á útivølli. Toftamenn vunnu 1-0 á Sandi, og ÍF vann 3-2 í Hoyvík. Har varð ÍF sigursmálið skorað í næstsíðsta minutti. Sigrarnir á útivølli styrktu um støðuna hjá ÍF og B68 í toppinum. Fyrsta treytin fyri at flyta upp er at enda millum trý tey fremstu. ÍF er næstfremst, og B68 er á fjórða plássi. KÍ er fremst og fimm stig frammanfyri ÍF og NSÍ og sjey stig frammanfyri B68. Í hesum umfarinum tapti KÍ púra óvæntað 2-1 í Trongisvági ímóti Suðringum. Átjan spælarar eru upptiknir av Europa luttøkuni hjá KÍ. Tað sást aftur á næstbesta liðnum, sum var í Suðuroy. Liðið hjá Suðringum var betri mannað, enn tað hevur verið fyrr í ár. Fleiri spælarar, sum áður hava verið á besta liðnum, men sum ikki hava verið at sæð í heimligu kappingunum fyrr í ár, vóru á liðnum hjá Suðringum, og tað gjørdi mun. Víkingur tapti 2-1 á heimavølli ímóti Skála, sum av álvara hevur fingið luft undir veingirnar. Eftir sigur á heimavølli ímóti bæði NSÍ og B68 vunnu skálamenn nú á útivølli ímóti Víkingi. At KÍ, NSÍ og Víkingur ikki fingu fult, ber við sær, at tað sær ljóst út hjá ÍF og B68, sum ivaleyst so smátt kunnu fara at umhugsa, hvussu tað skal leggjast til rættis næsta ár. Men tað fáast teir í Fuglafirði og á Toftum sjálvandi ikki at siga nakað um. At Skála hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar ber við sær, at Giza Hoyvík er í tungum sjógvi og stórum vanda fyri at flyta niður. Meðan skálamenn hava vunnið tríggjar ferðir á rað, hevur Giza Hoyvík tapt tríggjar ferðir á rað. Suðringar vunnu næstseinast ímóti Giza Hoyvík, og eftir sigurin ímóti KÍ hava Suðringar togað seg upp á síðuna av Giza Hoyvík. Tað eru fimm stig frá teimum báðum botnliðunum og fram til HB, sum er á áttanda plássi. Tað broyttist einki í toppinum, tá ið síðsta umfar undan summar­ steðginum var á skránni. HB vann grannauppgerðina 6-0 ímóti B36, og EBS/Skála vann 6-0 ímóti ÍF/Víkingi. HB er eitt stig frammanf­yri EBS/Skála, og so eru tað tvey stig aftur til KÍ. Hjá sigursvanda KÍ gekk tað akkur­át á heimavølli ímóti B68, sum er aftast. Tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Evy á Lakjuni skoraði sigursmálið. Hon varð skift inn beinanvegin eftir steðgin. Tveir minuttir undan leikloki javn­aði Laila Pætursdóttir. Tá tókt­ ist tíðin vera runnin hjá KÍ, sum í ein tíma hevði verið frammanfyri við málinum, sum Maria K. Thom­ sen skoraði eftir lítlan hálvan tíma, men so eydnaðist tað kortini at skora í tíðini, sum dómarin legði aftr­at. At talan er um ættarliðsskifti í Klaksvík sást við at av super­ veteran­unum var tað bara Ragna B. Patawary, sum var á liðnum. Sjey av KÍ spælarunum leygardagin vóru 20 ár ella yngri enn so. At HB eigur bestu mál­skjútt­ar­ nar sæst á máltindinum, har Milja R. Simon­sen og Heidi Sevdal eru ovast­ar. 1. deild: BOTNURIN VANN Á TOPPINUM Bæði ÍF og B68 eru í summarfrí við góðum vánum at flyta upp KVINNUR: Meðan HB og EBS/Skála vunnu stórt, so gekk tað akkurát hjá KÍ 16. UMFAR Víkingur – Skála 1-2 (1-0) 1-0: Finnbjørn Hansen 11. 1-1: Kristian Martin Jakobsen 71. 1-2: Jannik M. Olsen 83. Giza Hoyvík – ÍF 2-3 (0-1) 0-1: Jan Ó. Ellingsgaard 20. 0-2: Sunnvar Hansen Gregersen 68. 1-2: Hugin á Borg Ferber 80. 2-2: Hugin á Borg Ferber 86. 2-3: Andy Ó. Olsen 89. HB – NSÍ 3-3 (3-2) 0-1: Jann Martin Mortensen 9. 1-1: Bjarni Brimnes 24. 1-2: Jann Benjaminsen 27. 2-2: Hans Jákup Annfinsson 36. 3-2: Aron Clementsen 43. 3-3: Petur Knudsen 62. B71 – B68 0-1 (0-1) 0-1: Óli H. Olsen 35. Suðringar – KÍ 2-1 (1-0) 1-0: Áki Olsen 34. 2-0: Aron Sørensen 49. 2-1: Henry Heinesen 71. KÍ – B68 2-1 (1-0) 1-0: Maria K. Thomsen 28. 1-1: Laila Pætursdóttir 88. 2-1: Evy á Lakjuni 92. EBS/Skála – ÍF/ Víkingur 6-0 (2-0) 1-0: Kára Djurhuus 14. 2-0: Ansy Sevdal Jakobsen 25. 3-0: Margunn Lindholm 55. 4-0: Silja Augustinussen 66. 5-0: sjálvmál 80. 6-0: Kára Djurhuus 85. HB – B36 6-0 (4-0) 1-0: Julian Naomi Mortensen 19. 2-0: Milja R. Simonsen 22. 3-0: Rebekka Benbakoura 39. 4-0: Milja R. Simonsen 44. 5-0: Heidi Sevdal 52. 6-0: Milja R. Simonsen 63. Nýggjar tíðir í Klaksvík 1. deild menn NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ II 16 12 2 2 44 17 +27 38 2 ÍF 16 10 3 3 55 27 +28 33 3 NSÍ II 16 10 3 3 47 22 +25 33 4 B68 16 10 1 5 35 22 +13 31 5 Víkingur II 16 7 1 8 24 28 -4 22 6 B71 16 7 0 9 33 40 -7 21 7 Skála II 16 5 1 10 26 34 -8 16 8 HB II 16 4 3 9 25 25 0 15 9 Giza Hoyvík 16 2 4 10 16 33 -17 10 10 TB/FCS/Royn II 16 2 4 10 17 74 -57 10 Kelda: faroesoccer.com 1. deild kvinnur NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 12 10 1 1 48 11 +37 31 2 EBS/Skála 12 10 0 2 51 10 +41 30 3 KÍ 12 9 1 2 39 11 +28 28 4 ÍF/Víkingur 12 4 0 8 18 32 -14 12 5 B36 12 0 2 10 6 50 -44 2 6 B68 12 0 2 10 8 56 -48 2 Kelda: faroesoccer.com Máltindurin Tijani Mohammed B71 12 Jan Ó. Ellingsgaard ÍF 10 Steffan Løkin NSÍ 10 Máltindurin Milja R. Simonsen HB 16 Heidi Sevdal HB 14 Ansy S. Jakobsen EBS/Skála 11