mánadagur 2. juli 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SPÆLITÍÐ TELUR MEST FYRI
EIN FÓTBÓLTSSPÆLARA
Ársins ungi leikari í føroyskum fótbólti í fjør, Michal Przybylski, vendir nú aftur til føroyskan fótbólt,
eftir eitt hálvt ár í Póllandi. Tað ger Michal Przybylski, tí at hann hevur manglað spælitíð í Póllandi
André Olsen
Ársins ungi leikari í føroyskum fót
bólti í fjør, Michal Przybylski, skifti
eftir farna kappingarár við Skála í
Føroyum til pólskan fótbólt, har
Michal Przybylski gjørdi ein trý ára
sáttmála við traditiónsríka pólska
felagið, Widzew Lodz, ið spælir í
triðbestu pólsku deildini.
Har var ætlanin at Michal Przy
bylski skuldi spæla ein týðandi leik
lut á liðnum. Men í Póllandi hevur
ikki gingið heilt sum ætlað hjá
Michal Przybylski, har tað hevur
verið soltið við spælitíð. Tí gjørdist
í seinastu viku greitt, at Michal
Przybylski nú vendir aftur til
føroyskan fótbólt, har hann hevur
undirskrivað ein leigu sáttmála
við B36 fyri restina av kappingar
árinum. Michal Przybylski sigur, at
orsøkin til at hann nú vendir heim
til Føroyar at spæla er, at hann
hevur manglað spælitíð.
Eg havi havt eitt hálvt ár í Pól
landi við nógvari venjing, men ikki
so nógvari spælitíð, og tað er sjálv
andi tað sum telur mest fyri ein
fótbóltsspælara. Eisini eri eg fluttur
á vøllinum í Póllandi, har eg havi
spælt meira defensivt, har eg trívst
best sum offensivur spælari, og tí
havi eg havt ein tanka í høvdinum
í eina tíð, at tað kundi verið gott
fyri meg at komið heim at spælt.
Eg fekk síðani ein fyrispurning frá
B36, har bæði B36 og eg tosaðu við
formannin í Widzew Lodz, og eftir
nakrar dagar fekk eg grønt ljós til
at verða leigaður út, og eri eg glaður
fyri tað, sigur Michal Przybylski.
Stórur munur á øllum økjum
Michal Przybylski sigur, at tað
hevur verið stórur munur á at
roynt seg í pólskum fótbólti í mun
til føroyskan fótbólt.
Tað hevur verið stórur munur
á at spælt í Póllandi í mun til í
Føroyum, og tað sæst á øllum
økjum. Tekniskt, fysiskt, og tað
hvussu spælararnir eru klárir til
at vera fulltíðar fótbóltsspælarar.
Hóast liðið sum eg spældi við, var
í triðbestu pólsku deildini, høvdu
flest allir leikararnir á liðnum
royndir úr bestu og næstbestu
deildini, og tí er støðið hjá felagnum
væl betri enn til triðbestu deildina.
Eisini hevur verið stórur munur á
at spælt á grasi í mun til kunstgras,
og í vetur tá vøllurin ikki var so
góður, merkti eg tað serliga væl,
sigur Michal Przybylski.
Ætlar enn at gerast
føroyingur
Michal Przybylski kom í fjør av
álvara í andglettin í føroyskum fót
bólti, tá hann miðskeiðis í kapp
ingini farna kappingarár mátti sita
uttanfyri í nøkur umfør, tí at hann
ikki hevði føroyskt uppihaldsloyvi.
Hetta hóast at Michal Przybylski
hevði búð í Føroyum síðani hann var
tvey ár. Og tá Michal Przbylski flutti
til pólskan fótbólt, tóktist dreymurin
hjá Michal Przybylski um at gerast
føroyingur, helst vera sleptur. Men
tá nú Michal Przybylski vendir aftur
til føroyskan fótbólt, er tann møgu
leikin aftur til staðar. Michal Przy
bylski sigur, at hann framvegis ar
beiðir við at fáa føroyskt pass.
Enn havi eg bert fyribils uppi
haldsloyvi í Føroyum. Eg havi arbeitt
síðani 2016 við at fáa føroyskt pass,
men havi havt ymiskar forðingar.
Ætlanin er tó enn tann sama – at
eg skal gerast føroyingur. Eg havi
bara ikki so nógv at siga í málinum,
tí málið skal ganga gjøgnum fleiri
hendur í Danmark, áðrenn nakað
kann henda, sigur Michal Przbylski.
Veit ikki hvat hendir
næsta kappingarár
Fyribils er Michal Przybylski tí
komin heim til Føroyar at spæla
alla seinnu hálvu við B36. Og hvat
hendir tá leigusáttmálin endar
aftaná kappingarárið, veit Michal
Przybylski ikki sjálvur enn.
Kappingin í Póllandi heldur
fram til 2 december, og enn er einki
avgjørt hvussu tað verður tá kapp
ingin endar í Føroyum. Men eg
vænti at eg skal yvir aftur til Pól
lands at venja tá kappingin í Føroy
um, inntil teir fáa vetrarsteðg. Og
hvat hendir næsta kappingarár veit
eg av góðum grundum ikki enn,
sigur Michal Przybylski.
andre@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR