mánadagur 2. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Súkklukappingin Kring Føroyar
hevur verið fyriskipað á nærum
hvørjum ári síðani 1997, og í ár
verður tað 20. ferð, at kappingin
verður hildin. Hesaferð verður
kappingin súkklað í døgunum 18.
til 22. juli.
Nakrar rímiliga stórar broyting
ar eru á skránni hesaferð, men tað
skal gjarna betra um kappingina og
upplivingina.
Talan er um fimm teinar, ið
verða súkklaðir ymsastaðni í Før
oyum, og fyriskipararnir fegnast
um, at tað higartil hevur gingist
væl við at fáa luttakarar at tilmelda
seg.
Upplivingin
Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar
Súkklufelagi er ein av fyriskipar
unum av kappingini, og hann
fegnast um, at tað er eydnast at
fáa nóg mikið av hjálparfólki til at
skipa fyri fimm teinum. Hetta er
grundleggjandi fyri at kappingin
kann verða fyriskipað. Onkuntíð
er tað komið fyri, at fyriskipararnir
hava manglað fólk, og at tað bara
hava verið súkklaðir tríggir teinar,
men í ár er væl av hjálparfólki.
Kristian Martin Joensen verður
høvuðsdómari,
og
ímillum
hjálparfólkini vera eitt nú ítróttar
fólk úr øðrum feløgum, sum fáa eitt
oyrað til felagið afturfyri.
Allir teinarnir í kappingini
eru 100 kilometrar langir. Hetta
er galdandi fyri opna bólkin, og
motiónistar, kvinnur og ungling
ar koyra helvtina. Fyriskipararnir
eru í ferð við at passa teinararnar
soleiðis til, at allir kappingarbólkar
nir byrja og enda á sama staði.
Broytingar
Vanligt hevur verið, at ein einkult
startur hevur verið við í Kring Før
oyar, men soleiðis verður ikki í ár.
Orsøkin er tann, at einkultstarturin
krevur eina serliga súkklu, og at tað
er eitt stórt stríð hjá súkklarum, ið
koma higar við flogfari, at hava
tvær súkklur við.
Einkultstarturin hevur vanliga
verið á Sandoynni, men hesin tein
urin verður nú heldur vanlig landa
vegsúkkling.
Kappingin í ár er einføld á tann
hátt, at allir teinarnir eru eins
langir, og at teir allir eru á landa
vegi. Tó er ætlanin, at endin á fimta
og seinasta teini verður ein býar
koyring mitt í Havnini.
Á seinasta kappingardegnum er
eisini ætlanin at skipa fyri barna
kapping. Kunngjørt verður nærri
um hana og annað í sambandi við
kappingina á tsf.fo.
Tilmeldingar
Hægsta luttakaratalið, ið nakrantíð
hevur verið, hevur verið umleið 40.
Gunnar Dahl-Olsen sigur, at tað
sær gott út við tilmeldingum, tí
hóast kappingin varð kunngjørd
so nýliga sum fyri einum mánaða
síðani, so eru tað longu hampiliga
nógv – umleið 20 – ið hava meldað
seg til umvegis atgongumerki.fo.
Luttakarar koma úr Hetlandi, og
so er eisini samband við íslendingar
um at teir møguliga koma. Vónin er,
at luttakaratalið fer at nærkast
50.
Gunnar sigur, at tað
er
ymiskt
hvussu
súkklarar
brúka
Kring
Føroyar.
Landslagið
er
sjálvsagt
lokk
andi og skapar
eina góða upp
living
fyri
hvønn einasta
súkklara, men
so
eru
tað
eisini
kapp
ingarfólkini,
ið vilja vinna
ein tein, alla
kappingina ella
bara vinna á sær
sjálvum.
Nevnast
kann,
at fleiri sokallaðar
'rynkur' frá vælgerandi
súkkluliðnum
Team
Rynkeby ætla sær við í Kring
Føroyar.
- Kappingin er tað berandi, men
vit eru eisini farnir at venda okkum
til breiddina. Hetta er jú ein vøkur
uppliving av Føroyum á súkklu,
sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Vinnarin av seinastu fýra Kring
Føroyar-kappingunum,
Torkil
Veyhe, verður við aftur í ár, og tað
verður vónað, at hann og Dávur
Magnussen fara at mynda eina
áhugaverda og tætta kapping. Teir
báðir hava júst luttikið í DM og eru
tískil óivað í góðari venjing.
albinus@sosialurin.fo
SÚKKLING
Kring Føroyar:
EIN VØKUR
UPPLIVING
Á SÚKKLU
Árliga føroyska súkklukappingin, Kring Føroyar, verður í ár hildin fyri 20. ferð. Higartil gongur væl við
tilmeldingum – eisini úr útheiminum. Umframt at vera fyri manselituna, so er kappingin eisini fyri kvinnur,
unglingar og motiónistar. - Hetta er ein vøkur uppliving av Føroyum á súkklu, sigur Gunnar Dahl-Olsen, fyriskipari