mánadagur 2. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Tað er misjøvn nøgd í B36-húsinum,
tá finski dómarin, Jari Järvinen,
bríkslar fyri seinastu ferð. Enn
eina ferð hevur b36 ikki fingið
fulla nyttu burturúr spælinum, og
enn eina ferð er málsetningurin í
Evropa akkurát ikki rokkin. Men.
-Tað góð er, at hetta er fyrri hálv
leikur. Vit eru betri enn hetta liðið
og eg trúgvi fult og fast upp á, at vit
kunnu vinna okkum víðari, sigur
Lukasz Cieslewicz á enskum eftir
dystin.
Hann skorar málið hjá B36, sum
kom upp á brotsspark í fyrr hálv
leiki. Eitt brotsspark, sum verður
gjørt móti póllendinginum, sum
bæði skilur og tosar føroyskt, men
heldur seg til tað enska framman
fyri mikrofonini.
Avrikið í Gundadali móti St
Joseph's FC er eitt sindur súm
bólskt fyri B36, bæði í landskapp
ingini og í Evropa seinnu árini. Eitt
mistak kostar dýrt.
Skaðin broytir spælistílin
Venjarin hjá B36, Jákup á Borg sigur
undan dystinum, at hann ynskir at
leggja trýst á gestirnar úr Gibraltar,
sum tó vóru mannaðir við tíggju
spaniólum. Tí verður Erlendur
Magnusson valdur á miðjuna við tí
fyri eyga, at hann skal leggja stórt
trýst á miðvøllin hjá St Joseph's
FC. Hartil er hann rennisterkur og
skjótur avstað í umstilling.
Hetta riggar væl eina løtu, men
eftir 23 minuttir má Andrias H.
Eriksen takka fyri seg vegna skaða.
Tað ger, at Erlendur Magnusson
endar
á
høgra
bakki,
meðan
Magnus H. Jacobsen kemur inn á
miðjuna. Hann er ein øðrvísi týpa,
sum heldur seg til verjukenda
miðvøllin og hevur sínar avgjørdu
styrkir á bóltinum.
Hetta ger tó, at trýstið hjá
B36 ikki blívur eins áhaldandi á
miðjuni, tá St Joseph's FC rudda
vekk úr egnum brotsteigi í seinna
hálvleiki. St Joseph's FC standa
allan dystin á egnari hálvu og verja
við øllum, sum teir hava lært.
Lukasz er snildur
B36 hevur eitt sindur torført við at
koma til málmøguleikarnar í fyrra
hálvleiki, men tá dysturin er 33
minuttir gamal fær B36 ein gyltan
møguleika. Lukasz Cieslewicz, sum
er ein royndur harri eftirhondini,
fær bóltin inni í brotsteiginum og
verður eltur av verjuspælara. 11 arin
hjá B36 steðgar á og verður skump
aður í ryggin. Tað gevur eitt nakað
bíligt brotsspark, men høvðusper
sónurin er ikki í iva.
-Tað er brotsspark. Har er kon
takt og eg verið skumpaður. Ja, eg
var nokk eitt sindur snildur í hasi
støðuni, men tað er brotsspark,
sigur Lukasz Cieslewicz, sum sjálv
ur skorar upp á brotssparkið.
Dýra mistakið
Við málinum kann B36 slappa av og
spælið verður meiri avslappað, tí
B36 nú hevur munin. 1-0 er kanska
ikki nokk, men tað er ein leiðsla.
Tí kemur tað illa við, tá Erlendur
Magnusson er óansin í verjustøðu
og fellur bóltsterka Pedro Martinez
inni í brotsteiginum. Erlendur
Magnusson spældi ein misjavnan
dyst, tí hann gav nógv við síni orku,
men serliga brotssparkið telur
niður, tí hann eigur at vita, at hann
ikki skal stasa í
hasi støðuni.
Brotsspark
og
St Joseph's FC javnar.
Reaktiónirnar eru eitt sindur
ymiskar. Venjarin krevur meiri av
sínum spælarum.
-Hatta brotssparkið, sum teir fáa
er jú heiladeytt. Vit eru tveir móti
einum, og teir hava ongan spælara
innfyri. Teir hava ikki nakað annað
enn hatta í øllum dystinum, sigur
Jákup á Borg, meðan Lukasz Ciesle
wicz leggur afturat:
-Hann hevur verið fantastiskur
fyri okkum í ár. Vit vinna sum eitt
lið og tapa sum eitt lið. Tí fara vit
ikki peika eftir honum nú, sigur
málskjúttin.
Nú hava gestirnir tað, sum teir
vilja hava. Hetta merkir restina av
dystinum, tí sponsku spælararnir
á St Joseph's FC liðnum hava onki
ynski, um at verða við til at skapa
dystin.
Trýstið gevur
ikki úrslit
B36
hevur
bóltin
at
kalla
allan
seinna
hálvleik, men alt for nógvum
førum kemur einki burturúr.
Liðið kemur í fleiri góðar støður,
men tað er sum um at seinasta
avleveringin manglar. Hóast B36
hevur níggju skot á mál, so er tað
bara tvær ferðir, at málverjin hjá
teimum veruliga sleppur at royna
seg.
Hannes
Agnarsson
verður
eisini sendur á vøllin í seinna
hálvleiki. Skjóti vongurin setur lív
í álopsspælið við síni nógvu ferð,
men tað verður ikki umsett til mál.
Eg sjey minuttir av yvirtíð, sum ikki
var ein minuttur ov nógv, bríkslaði
finski dómarin fyri seinastu ferð.
Skulu hava mál
Tað er nú greitt, at B36 skal hava
mál á Gibraltar hósdagin, um liðið
skal koma víðari í Evropa. Jákup á
Borg, Lukasz Cieslewicz og Odmar
Færø siga allir aftaná dystin,
at teir trúgva upp á at vinna á
Gibraltar. Veddingarfyritøkurnar
hava framvegis B36 sum favoritt,
men tað kemur at krevja nógv av
teimum.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Europa League:
B36 MISTI TAMAR
HALDIÐ Í EIN MINUTT
FARA TIL GIBRALTAR Í DAG
Hópurin hjá B36 er í dag farin til Gibraltar.
Teir hava havt eina venjing í morgun, áðrenn
flogið verður til Danmarkar og so víðari til
Malaga. Síðani verður koyrt til Gibraltar,
har B36 skal gista bara 400 metrar frá
vøllinum, sum dysturin verður spældur á.
Søgurnar endurtaka seg fyri B36. Teir spæla væl, men
einkultar støður kosta dýrt. Hartil hevur B36 ikki havt tekkið
í Evropa seinnu árini, men spælið er eyðagott og djarvt