Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Spælarametingarnar: FÓTBÓLTUR NÝGGJUR MAÐUR Í HÓPINUM B36 hevur kunngjørt, at felagið hevur leigað Michal Przybylski úr pólska felagnum Widzew Lodz. Hann spældi í fjør við Skála, har hann bleiv kosin til ársins unga spælara, men hevur síðani roynt seg í pólskum fótbólti. Hartil hava Trygvi Askham og Bjarni Petersen gjørt nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fram til 2020. Tað kann verða torført, at geva spælarametingar í einum dysti í Evropa, tí vit kenna ikki sonnu styrkina hjá mótstøðuliðnum. Millum annað verður mett undan dystinum, at talan er um lítlar spælarar, ið ikki hava somu kropsstyrkina sum spælararnir hjá B36, men alíkavæl ruddaðu teir øll innlegg vekk allan dystin ígjøgnum. Fyri uttan mistakið hjá Erlendi Magnusson í samband við brotssparkið, so er ikki nógv at fílast á í verjustøðu. St Joseph's FC kemur til lítið og einki, men tað telur eitt sindur niður, at miðjan ikki megnar at leggja eitt størri trýst longur frammi á vøllinum í seinna hálvleiki. Hartil telur tað niður, at B36 ov sjáldan kemur til vanda­ miklar málmøguleikar. Tað eru nógvar avleveringar, sum ikki hótta, og nógv innlegg, sum ikki koma á rætta stað. Millum annað verður Meinhard E. Olsen skiftur út, tí hann fær ov lítið burturúr. Hann er annars nevniliga týpan av spælara, sum átti at kunna skap tær vandamiklu støðurnar. Tað verður vónandi á Gibraltar. Hjá B36 stendur málskjúttin, Lukasz Cieslewicz, sterkastur í myndini. Tað var oftast hann, sum tók ábyrgd í álopsspælinum. Í hinum endanum verður Erlendur Magnusson revsaður fyri mistakið, sum førir til brotssparkið. trondur@sosialurin.fo Europa League B36 1 1 ST JOSEPH'S 1 1 5 5 5 5 5 5 5 7 5 3 4 RÓI MØRK HENTZE ALEX MELLEMGAARD ROBERT HEÐIN BROCKIE ODMAR FÆRØ ANDRIAS H. ERIKSEN ELI FALKVARD NIELSEN BENJAMIN HEINESEN LUKASZ CIESLEWICZ KAIMAR SAAG ERLENDUR MAGNUSSON MEINHARD E. OLSEN Magnus Holm Jacobsen (Inn 23.min) Hannes Agnarsson (70.min) 4 5 Dómari: Jari Järvinen (Finnland) Størsta avbjóðingin hjá dómaranum var at skilja í millum, nær ein spælari hjá St Joseph's hevði ilt og ilt. Tað dugdi hann í løtum, men letur seg eisini í fleiri førum lumpað. Annars dømdi hann á eini góðari leið. Brotssparkið til B36 var kanska nakað bíligt, men seinni í dystinum valdi hann ikki at bríkslað, tá Eli F. Nielsen fór umkoll. 7 Miðal spælarametingar B36 - St Joseph's 1-1 (1-1) 1-0 Lukasz Cieslewicz, 33 br 1-1 Boro, 41 br Dómari: Jari Järvinen (Finnland) B36: Rói Mørk Hentze - Andrias H. Eriksen (Magnus Holm Jacobsen, 23.), Odmar Færø, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Hannes Agnarsson, 70.) - Kaimar Saag Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Gilli Samuelsen, Ragnar Samuelsen Gult kort: Kaim Saag, Benjamin Heinesen, Robert Heðin Brockie Venjari: Jákup á Borg Ja, eg var nokk eitt sindur snildur í hasi støðuni, men tað er brots­spark