mánadagur 2. juli 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Flemming Raben, sum í
ár hevur staðið á odda
fyri kvinnunum hjá
Kyndli, ger sáttmála við
kvinnuliðið hjá H71.
Karl Løkin og NSÍ fara
hvør til sítt, og fáar dagar
seinni skrivar verjukendi
miðvallarin undir
sáttmála við Víking.
Sonni Ragnar Nattestad
sigur leigusáttmálan upp
við Aalesund og fer aftur
til Molde, haðani hann
var útleigaður.
KÍ og B36 spæla
undanumfar í Europa
League. KÍ fær 1-1 á
útivølli ímóti Birkirkara
av Malta, meðan B36
fær 1-1 heima ímóti St.
Joseph's úr Gibraltar.
B36 leigar Michał
Przybylski úr pólska
felagnum, Widzew
Lodz, fyri restina av
kappingarárinum 2018.
Kári J. á Høvdanum
dømir sín fyrsta altjóða
dyst sum FIFA-dómari.
Hann gevur fimm gul
kort í 2-1-sigrinum hjá
Engordany ímóti Folgore.
Óvæntaðu úrslitini
regna omanyvir HM,
har Týskland rýkur
í bólkaspælinum og
Argentina, Spania
og Portugal rúka í
1/8-finalunum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Tróndur Vatnhamar
Aldur: 12. januar 1980
Yrki: Málmansvenjari hjá B36
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Gareth Southgate
2. Jonas Knudsen
3. 21
4. Victor Lindelöf
5. Benjamin Pavard
6. FCK
7. Davor Suker
8. Henrik Dalsgaard
1
Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá Onglandi?
2 Hvussu eitur eini vinstribakkurin á danska
landsliðnum, sum spælir við Ipswich?
3 Hvørjum nummari spælir Uruguai-áleyparin,
Edinson Cavani, við?
4 Hvussu eitur Manchester United-miðverjin á svenska
landsliðnum?
5 Hvør skeyt 2-2-málið hjá Fraklandi í 4-3-sigrinum
ímóti Argentina?
6 Hvørjum felagi spælir svenski málverjin, Robin
Olsen, við?
7 Hvør bleiv toppskjútti í HM 1998?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
Tróndur Vatnhamar svarar fimm
spurningum, eftir at hann alment
segði, at hann væntaði at Cristiano
Ronaldo fór at floppa. Tað fekk
hann at hoyra fyri, tá Cristiano
Ronaldo skoraði hattrik móti
Spania í fyrsta dystinum.
Tú segði undan HM,
at Cristiano Ronaldo
fór at floppa. Hevur
tú hoyrt fyri tað?
Ja, í den grad - gorlakkar liggja og
lúra.
Hvat hugsaði tú, tá
hann skoraði hatttik
móti Spania?
Tað fer nokk í søguna sum ein av
teimum tungu døgunum. Eg sá
“shitstormin” koma, og tað gjørdi
tað eisini.
Vil tú siga, at tú hevur
rætt í tíni meting?
Hvat heldur tú sjálvur? “Diddan”
(Cristiano Ronaldo, blaðm) er OUT,
Harry Kane er IN. Tað “gloymdu”
fólk. Eg tippaði HurrieKane at
hórða undan. Eg vil fara so lang
sum at siga, at “Vatnhamar fekk
rætt”!
Hvussu nógv fylgir tú
við í HM – riggaði at
bestikka konuna?
Konan fekk fyrst íbúð. Nú fekk
hon eini hús, so friður valdar á
mattriklinum
Hvør verður nú
heimsmeistari?
I told you ENGLAND
“Spyr ikki meg um taktikk til brotssparkskappingar. Eg
havi verið við í fimm og tapt fimm. Tú kanst tað sama
spyrja onkran klaverspælara í einum konsertsali.”
- Gary Neville, serfrøðingur á ITV, til Kroatia-Danmark
“Tað er langt, langtsíðan eg havi sæð Svøríki
avrikað so væl í einum so týdningarmiklum
dysti. Eg eri ótrúliga imponeraður.”
- Glenn Ståhl um svenska 3-0-sigurin á Meksiko
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Andrés Iniesta gongur av vøllinum fyri seinastu ferð í sponsku landsliðsblusuni, har hann
í 131 dystum skeyt 13 mál, vann EM tvær ferðir og HM einaferð