mánadagur 2. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Pætur sigur sína hugsan...
t
Ven teg
við VAR!
Tað hevur verið í íshokki í 25 ár, kurvabólti í 15 ár
og tennis í 10 ár. Nú er fótbólturin komin drússandi
við sjónbandahjálp til dómararnar, men soleiðis
sum treiskir fótbóltsfjepparar ikki tola ein steðg
í spælinum og ikki vilja síggja fyrimunir í hesum
risa fetinum mótvegis rættvísi og áratíggjund
seinkaða frambrotinum hjá FIFA, so gongur helst
ein løta enn til VAR verður gloypt av teimum
stundum óneyðuga kritisku fótbóltsfjepparunum.
Tað er neyðugt at leggja sær í geyma, at VAR ikki er
tikið í nýtslu fyri at varpa allar skeivar dømingar
úr fótbólti. VAR er tikið í nýtslu fyri at minka um
týðilig mistøk hjá dómarunum. VAR lúkar burtur
mistøk í samband við eitt nú mál, brotsspørk og
reyð kort. Nú nyttar ikki longur at gera sjónleik, og
nú nyttar ikki longur at gera beistagerðir meðan
dómarin hyggur burtur. Nú mugu leikarar brádliga
til at skikka sær. Ímyndið tykkum!
Hevur ein ikki álit á avgerðini, sum teir níggju
vælútbúnu, royndu heimselitu-dómararnir í VAR-
toyminum eru komnir fram til sambært støðuni,
ið teir hava møguleika at síggja umftur og umaftur
frá 33 upptøkutólum, harav átta í super slow-
motion og fýra í ultra slow-motion – ja, so hevur
ein valla álit á nøkrum dómara, og so er tað helst
hugburðinum hjá viðkomandi til fótbólt, ið tað er
galið við.
- Vit ynskja at blanda okkum minst møguligt
upp í til mest møguliga nyttu, sum VAR-
verkætlanarleiðarin og fyrrverandi toppdómarin,
Roberto Rosetti, segði tað so væl.
Onkur sigur, at sjarman í fótbólti er um at hvørva.
Hvør sjarma er í, at eitt fótbóltslið verður snýtt
fyri tildømis eitt brotsspark, sum – ikki óhugsandi
í nútímans fótbólti – kann kosta teimum nógvar
milliónir?
Nakrir byrjunartrupulleikar hava verið, men tað er
at fegnast um, at fótbóltur hevur tikið eitt týðandi
fet mótvegis rættvísi. Alt fer óivað at laga seg, men
vit mugu eisini spæla við. Gev VAR ein møguleika!
Um ein steðgur í spælinum er tað, ið vit skulu
rinda fyri at fáa meira av rættvísi, so er bíliga
sloppið. VAR leingir ein dyst við í miðal hálvum
triðja minutti. Tað eiga vit at tola, og tað er lítið av
miklum í mun til hvussu leingi bólturin hóast alt
ikki er í spæli.
Heldur eina seina og rætta avgerð, enn eina skjóta
og skeiva avgerð!
Tróndur Arge
Føroyski landsliðsspælarin
hevur
seinastu
dagarnar
verið til fyrstu venjingarnar
hjá Arminia Bielefeld í 2.
Bundesliguni í Týsklandi.
Heimasíðan hjá felagnum
skrivar, at liðið møttist síðst
í farnu viku, har spælararnir
millum annað bilvu testaðir
við
ymiskum
rennivenj
ingum.
Hóast týskur fótbóltur
hevur orð á sær, fyri at hava
serliga
harðar
venjingar
undan kappingarárbyrjan, so
tykist hetta ikki verða støðan
hjá toftamanninum, sum
er tann fyrsti føroyingurin
í týskum fótbólti. Arminia
Bielefeld skal spæla níggju
venjingardystir
komandi
tíðina.
Jóan Símun á vøllin
Ein av teimum var í gjár, tá
Arminia Bielefeld vann stór
sigur á FC Offenbüttel. Jóan
Símun Edmundsson byrjaði
á høgra vongi og legði upp
til tvey mál í 15-1 sigrinum.
Føroyski landsliðsspælarin,
sum spældi fyrra hálvleik
á høgra vongi, áðrenn alt
liðið bleiv skift út við 6-0 í
hálvleikinum, átti eisini lut
í fleiri av hinum málunum.
Sjálvur letur hann væl at
umstøðunum í nýggja felag
num.
-Tað var deiligt at fáa eitt
sindur av spælitíð. Eg var við
í fleiri av málinum og spældi
høgri vongur. Venjingarnar
eru góðar og felagið er sera
framkomið,
sigur
Jóan
Símun Edmundsson.
trondur@sosialurin.fo
Jóan Símun Edmundsson hevur um vikuskiftið spælt á besta liðnum
hjá Arminia Bielefeld, sum vann lættan stórsigur í venjingardysti
Jóan Símun í Týsklandi:
Fyrstu minuttirnar
á besta liðnum