týsdagur 3. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÁTRÚNAÐUR
- Vilja upplýsa føroyingar
um kristna forfylging
- Tað kostar at verða
kristin í heiminum
í dag, sigur Rói
Norðoy, sum stendur
á odda fyri nýggjum
kristnum felagsskapi
í Føroyum.
Danjal av Rana
- Yvir 200 milliónir kristin um allan
heimin verða atsókt fyri teirra
trúgv. Tey verða bukaði, drip
in, afturhildin, mismunur verður
gjørdur móti teimum á arbeiðs
marknaðinum og í útbúgvingar
skipanini, kirkjur og heim teirra
verða brend og børn teirra burtur
flutt. Seinastu árini eru atsóknirnar
móti kristnum vaksnar nógv í tali,
serliga orsaka av at radikalt islam
vinnur fram ymsa staðni í heimin
um.
Í 1955 byrjaði ein hollendari,
kallaður Andrias, bróðir, at smugla
Bíbliur inn í eysturevropa fyri at
hjálpa teimum kristnu, sum blivu
forfylgd handan jarntjaldið. Í dag
arbeiðir felagsskapurin Open Doors
í yvir 50 londum. Felagsskapurin
veitir teimum atsóktu kristnu
bíbliur, vegleiðing og stuðul, og
kunnar øðrum kristnum um støð
una hjá teimum.
Felagsskapurin
hevur
havt
umboð í Føroyum í mong ár, men
í vár bleiv felagsskapurin endur
stovnaður her í Føroyum. Tvey
umboð úr Åbne Døre Danmark
vitjaðu í Føroyum, aðalskrivarin
René Brocelius Ottesen, og Golriz
Ghozati, sum flýddi við foreldrun
um úr Iran sum smágenta, og síðani
gjørdist kristin í Danmark.
Í Føroyum hevur felagsskapurin
verið virkin í mong ár, men seinastu
tíðina hevur verið arbeitt við at fáa
eitt føroyskt toymi at taka sær av
arbeiðinum hjá felagsskapinum í
Føroyum. Rói Norðoy er ein teirra,
sum stendur á odda fyri arbeiðin
um í Føroyum.
- Endamálið er at varpa ljós á
støðuna. 215 milliónir kristin verða
atsókt fyri sína trúgv í dag. Tað
kostar at verða kristin í heiminum
í dag, sigur Rói Norðoy.
Rakar vanlig fólk
- Vit skulu minnast til, at hetta eru
vanlig fólk, sum verða rakt av hesi
forfylgingini, sigur hann og vísir
til eitt álop í Indonesia í mai, har
ein familja leyp á tríggjar ymiskar
kirkjur ein sunnumorgun. 13 fólk
vórðu dripin í álopinum og yvir 41
eru særd.
- Ímynda tær at hetta hendi í
Havn og Dómkirkjan, Ebenezer,
City Church og Filadelfia allar blivu
álopnar sama morgun. Vit munnu
kenna nógv, sum eru í kirkju ella á
møti í hasum støðunum ein sunnu
morgun, sigur Rói Norðoy.
Open Doors arbeiðir tí nógv við
at kunna um, hvat hendir runt um
í heiminum.
- Vit royna at kunna kristin,
kirkjur og samkomur um støðuna
gjøgnum tíðindaskriv og annað.
Vit royna at ávirka stjórnirnar í
heiminum at taka forfylgingina
av teimum kristnu í størri álvara.
Og vit royna at fáa fólk at biðja
fyri sínum kristnu systkjum, sum
verða atsókt vegna sína trúgv, sigur
hann.
Í Irak var mett at tað vóru 1,2
milliónir kristin, áðrenn seinna
Irak-kríggið byrjaði. Nú eru vænt
andi nøkur fá 100.000 eftir.
Vit kunnu biðja
Men hvat kunnu vit føroyingar
gera við tað, at kristin aðrastaðni í
heiminum verða atsókt?
- Tað, sum vit føroyingar fyrst
og fremst kunnu gera er at biðja. Tí
hava vit daglig bønarevni, sum fólk
finna antin á Facebook-vanganum
hjá okkum, sum eitur Open Doors
Føroyar, ella á heimasíðuni www.
forfulgt.dk. Vit trúgva á ein Gud,
sum hoyrir og svarar bøn, sigur Rói
Norðoy.
Harnæst kann man stuðla fíggj
arliga.
- Í dag verður nógv orka lagt í
at veita teimum kristnu stuðul til
at byggja kirkjur og samfeløg upp
aftur eftir forfylging. Open Doors
veita tí fíggjarligan stuðul til sam
starvsfelagar, sum síðani nýta
peningin til antin at byggja kirkjur
uppaftur ella at byggja handar,
skúlar ella annað upp aftur, sum
kann vera rakt antin av forfylging,
tí eigararnir vóru kristnir, ella or
saka av kríggi, sum til dømis í Irak
og Sýria, sigur hann.
Ugga tey atsóktu
Ein annar møguleiki er at skriva
brøv til tey atsóktu kristnu.
- Eg tosaði við eina kvinnu fyri
nøkrum mánaðum síðani, sum
hevði tað, at hon skrivaði til aðrar
kvinnur, sum vóru raktar av for
fylging. Hetta er ein uggan fyri
tey, sum verða líða hvønn dag, at
tey vita tað, at tað eru onnur, sum
hugsa um tey, stuðla teimum og
biðja fyri teimum, sigur Rói Norðoy.
Peningurin, sum føroyingar lata
verður sendur umvegis donsku
skrivstovuna hjá felagsskapinum.
- Føroyska innsavningin er ikki
komin heilt í gongd enn, men á
donsku heimasíðuni www.forfulgt.
dk ber til at senda stuðul og annars
kunna seg meiri um arbeiði, sigur
Rói Norðoy.
Føroyska tilfarið er fyribils at
finna á Facebook-vanganum hjá
felagsskapinum, sum eitur Open
Doors Føroyar.
- Har leggja vit bønarevni út
hvønn dag, umframt nakrar longri
tíðindastubbar og vitnisburður
nakrar ferðir um vikuna, sigur
hann.
Hann sigur, at hóast radikalt
islam er ein stór hóttan fyri tey
kristnu, so eru tað ikki bara musl
imar, sum liggja teimum eftir lív
inum.
- Í India er atsóknin voksin heilt
nógv seinnu árini, men har eru tað
radikalir hinduistar, sum fremja
álopini. Í mið- og suðuramerika eru
tað rúsevnisharkaliðini, sum gera
seg inn á tey kristnu, sum tora at
siga teimum ímóti, sigur hann.
- Tað, sum vit síggja í dag, er
at atsóknirnar gerast fleiri í tali
og tørvurin á stuðuli gerst størri.
Fíggjarligi stuðulin veksur, tí tað
eru so mong, sum missa bæði hús og
heim í atsóknunum. Borgarakríggið
í Sýria, sum eisini gongur hart
út yvir tann kristna minnilutan í
økinum, krevur eisini, at nógvur
stuðul verður veittur til at hjálpa
børnunum har, sum uppliva djúp
trauma av hendingunum, sigur
hann.
Norðurkorea er
vandamiklasta stað at
vera kristin
16. árið á rað verður Norðurkorea mett at
vera landið, har kristin uppliva harðastu
atsóknirnar fyri at vera kristin.
Felagsskapurin Open Doors ger á hvørjum ári ein lista, sum eitur World
Watch List, har skrásett verður, hvussu ógvuslig forfylgingin er í ymiskum
londum. 16. árið á rað er Norðurkorea ovast á listanum, men í Afganistan
og Somalia er forfylgingin um at blíva líka ógvuslig.
Soleiðis sær listin út í ár:
1. Norðurkorea
2. Afganistan
3. Somalia
4. Sudan
5. Pakistan
6. Eritrea
7. Libya
8. Irak
9. Jemen
10. Iran
11. India
12. Saudiarabia
13. Maldivurnar
14. Nigeria
15. Sýria
16. Usbekistan
17. Egyptaland
18. Vietnam
19. Turkmenistan
20. Laos