Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Jóhan Mortensen Ráðgevi Tad er ein stórur dreymur hjá okkum før­ oy­ingum at ein veruliga góður filmur, sum gerst kendur á altjódastødi og kanska fær eina Oscar nominering, verdur tikin upp í Føroyum, í okkara vøkru nátturu og vid lut­ tøku av føroyskum leikarum sum vit longu eiga nógvar av. Ein slíkur filmur vil menna okk­ara mentanarligu ferðamannavinnu og okk­ara egnu filmsvinnu. Fleiri hava roynt seg gjøgn­um tíðina: Í 1929 ger Sviin Nord­en­skjold ein film uti i Skúgvi, Í 1960 un­um var Erik Balling í Før­ oy­um og filmadi Tro, Håb og Troldom sum William Heinesen skrivadi hand­ritid til og har fleiri av teim­um frægu donsku leikarum vóru við, og so var tad sjálvandi Barb­ara hjá Malmros og ikki at gloyma Buzz Aldrin. Tað vakti tí sera storan ans og áhuga tá heimskendi leikstjórin Wim Wenders ífjør hevði avgjørt at nýggjasti filmur hansara Sub­merg­ence vid kendu svensku Alicu Vikander fór at nýta Vág­oynna on location, hetta var tad vit droymdu um, celebrities á bygd og Hollywood i eygsjón. Ferdamannavinnan og Vinnu­málarádid og nogvir priv­at­ir aktørar studladu óført upp­tøku lidinum tá teir filmadu vest­uri i Bø. I seinasta mánada varð so film­urin sýndir bert tað einu ferð­ina í Havnar Bio og hann var stutt sagt eitt vónbrot, ein sera vánaligur filmur, og ongin skand­inav­iskur distributørur hevur enn vilja tikid hann til sýningar. Filmurin er snøgt sagt kedi­ligur og lítid sigandi. Films vidmerkjarar kring heimin eru samdir i at Wim Wenders er ikki komin væl frá hesum filmi og Føroyar verda sjálvandi ikki nevndar ! Og hvat vid føroyska partinum ? Tad eru ikki meira enn 3 scenur ur Før­oy­um sum tilsamans eru kanska 2 minuttir til longdar : Vikander siglir i land vid ein­um gummibáti, hon gevur Hans Tórgard eitt snar kursus í marinebiologi í Dragasundi og so sær man hana fara nidan mill­um húsini í Bø og so situr hon um­bord í AA og hyggur fleg­mat­iskt út í kvøldrodan. Thats it ! Sub­merg­ence setti so ikki okkum á nakad heimskort. Tad er ongin ivi um, at nogv størri krøv skulu setast til út­lendsk films lid sum koma henda­vegin og bida um studul og inni­vist, krøv eiga at verda sett til hand­rit og vit eiga ídag filmskøn fólk sum duga at meta um virdi og altjóða møgu­leikar í slíkum projektum. I løtuni fara so aftur filmsupptøkur upp vesturi i Bø, tad sum fram er komid um henda film, baseraður uppá gamla søgn har Vesturi ,boðar frá góð­um, so lat okkum vóna at hesuferð verð­ur úrslitið ein filmur sum fer at vekja ans uttanlanda. Tað er hugaligt at síggja hvussu okkara egna filmsvinna er í vøkstri og rós til Nóls­ oy­ingar fyri Nollywood skeltið – fresh ! Føroyar og Filmurin Tað vakti tí sera storan ans og áhuga tá heimskendi leikstjórin Wim Wenders ífjør hevði avgjørt at nýggjasti filmur hansara Submergence vid kendu svensku Alicu Vikander fór at nýta Vágoynna on location Films vidmerkjarar kring heimin eru samdir i at Wim Wenders er ikki komin væl frá hesum filmi og Føroyar verda sjálvandi ikki nevndar !