týsdagur 3. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mentanarnátt verður á
Tvøroyri 6. juli, og drúgv skrá
er løgd fyri dagin, har eitt nú
framleiðsluleiðarin á
Varðanum Pelagic, Ólavur
Bjarkhamar, fer at halda røðu
klokkan 17.
Við rúsi veksur vandin
fyri at koma í bardaga
- Tá tú ert rúsaður,
ert tú í størri vanda
fyri at koma í
bardaga, fáa skaða,
drekka ov nógv og/
ella fara í song við
onkrum, sum tú ikki
hevði ætlað tær
Vilmund Jacobsen
Nú summarið er í hæddini, og
festivalar og stevnur eru hvørt
vikuskifti, eru ráðini hjá Gigni,
sum veitir heilsutænastur til børn
og ung, at hesi lata tónleikin vera
“rúsin”, sum stovnurin tekur til.
- Hevur tú verið til live-kon
sert, veitst tú uttan iva, hvussu
tónleikurin bæði kann geva tær
gásarhold og løtur av reinari sælu.
Tónleikurin gevur nevniliga ein rús
í sær sjálvum, og hann kann best
upplivast, um tú ikki drekkur rús
drekka ella tekur rúsandi evnir.
Gigni vísir á, at heilin er ikki full
búnaður fyrr enn fyrst í 20-unum,
og tað kann tískil verða skaðiligt
at drekka alkohol, tá heilin ikki er
liðugur at mennast.
- Ungir heilar ávirkast eisini
ógvusligari av alkoholi, og tá er lætt
at gera mistøk og handla uttan vit
og skil.
Gigni mælir til, at børn og ung
undir 18 ár ikki drekka alkohol, og
at ung annars drekka so lítið sum
til ber.
- Sum ungur skalt tú finna teg
sjálvan í einum nýggjum kroppi.
Heilin mennist nógv, og tínir vinir
broytast eins nógv og tú. Hetta
setir stór krøv til tín, og tí er tað ein
fyrimunur, at tú í skiftinum millum
at vera barn og vaksin, fært royndir
við at vera saman við øðrum ung
um - uttan at vera doyvd/-ur av rús
drekka ella rúsevnum.
Í síni tilmæli um hesi viðurskifti,
vísir Gigni á, at tá tú ert rúsaður,
ert tú í størri vanda fyri at koma í
bardaga, fáa skaða, drekka ov nógv
og/ ella fara í song við onkrum, sum
tú ikki hevði ætlað tær.
- Kanningar vísa, at jú fyrr, tú
byrjar at drekka, jú meira drekkur
tú – eisini, tá tú gerst eldri.
Tískil er gott ikki at drekka rús
drekka. Um tú tó velur at drekka,
eigur tú at bíða sum longst, drekka
sum minst, drekka lítið í senn og
ikki drekka ov sterkt.
Gigni vísir á, at umráðandi er
at drekka nógv vatn, men fyrst av
øllum:
- Tað ber væl til at hava tað stutt
ligt uttan alkohol, vísir stovnurin á.
Lítil grind
gav stóran
grindapart
Vilmund Jacobsen
Eftir midnátt fríggjakvøldið
varð ein grind sædd úr Árna
firði. Nakrir bátar loystu og
fóru út til grindina.
Tað gekk væl at reka, og
grindin helt mest sum av sær
sjálvari leiðina inn á Borð
oyavík, har hon eisini legði
beinini.
Hetta var ikki nøkur stór
grind, 29 hvalir tilsamans.
Og tó fekst nógv burtur
úr hjá teimum, sum tóku lut í
rakstri og drápi.
Grindin varð nevniliga býtt
millum bátsmanningar og tey,
sum tóku ímóti, tá grindin
gjørdi landgongd.
EABS-TILTAK: Tann 23. august klokkan
14 verður tiltak í Vinnuhúsinum um
innflutningsmøguleikar úr Eurasiatisku
Búskaparsamgonguni (EABS) í sambandi
við, at umboð fyri felagsskapin vitja í
Føroyum.
Sjófuglurin økist
- Fuglalívið seinastu
3-5 árini er ikki
at kenna aftur,
sigur maður, sum
siglir nógv kring
oyggjarnar
Vilmund Jacobsen
- Eg var ein stimitúr í Nólsoy
sunnumorgunin, og eg má siga, at
fuglalívið seinastu 3-5 árini er ikki
til at kenna aftur.
Tað sigur Jens Mortan Ras
mussen, sum seinastu árini hevur
siglt nógv millum oyggjarnar í
Føroyum.
Hann vísir á, at myndirnar,
hann tók í Nólsoyarfirði henda
sunnumorgun, ikki eru serliga
góðar, tí her var tjúkt í veðrinum.
- Tað var stuttligt at sigla henda
túrin. Har vóru fleiri smærri og
størri flokkar av teistum, lomviga
og lunda - og eisini var ein flokkur
av fullkubba.
Jens Mortan Rasmussen sigur
seg ikki vita, hvat fuglateljingar
siga.
- Men, tað er einki at ivast í,
at fuglalívið økist við nógvari
ferð. Vit, sum sigla nógv og hava
áhuga fyri djóralívi, kunnu eisini
staðfesta fleiri nýggjar leiðir, har
fuglur reiðrast ella hevur tikið
sær ”setur”, leggur hann aftrat.
- Tað er einki at ivast í, at fuglalívið økist við
nógvari ferð, sigur Jens Mortan Rasmussen