týsdagur 3. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
Steðgur er nú í
samráðingunum millum
Maskinmeistarafelagið
og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið
um sáttmála fyri
maskinmeistarar hjá
SEV og IRF. Næsti
fundur verður aftur hin
14. august.
Grindabátar úr
Vági til Íslands
á festival
Gamle Oksøy, sum hevur vitjað í
Vági, er eisini ávegis til Íslands
at luttaka á Norðurlendsku
Strandamentanarstevnuni
Vilmund Jacobsen
Seinasta vikuskiftið vitjaði
norska
museumsskipið
Gamle Oksøy á Vági, og leyg-
ardagin
og
sunnudagin
høvdu fólk høvið at vitja
umborð.
Í Vági vita tey at siga, at
Gamle Oksøy mánadagin
helt leiðina fram til Íslands,
har skipið skal vitja í Siglu
fjørðinum.
Nordisk Kystkultur, sum
annars varð hildin í Vági
í 2016, verður í ár hildin í
Siglufjørðinum, og tað er í
hesum sambandi, at Gamle
Oksøy nú er ávegis til Ís
lands.
Grindabátar úr Vági fara
eisini í hesum sambandi yvir
á Siglufjørðin, har teir verða
vistir fram komandi viku
skifti.
Í Vági vita tey eisini at
siga, at Nordisk Kystkultur
Festival á føroyskum verður
róptur
Norðurlendska
Strandamentanarstevnan.
Soleiðis
verður
í vikuni
Vilmund Jacobsen
Fýra føroysk línuskip,
trý ísfiskalínuskip og
eitt frystilínuskip, hava
seinastu tíðina fiskað í
grønlendskum sjógvi. Tvey
av ísfiskalínuskipunum
koma væntandi heim
at landa í endanum
av hesi vikuni, og hitt
triðja ísfiskalínuskipið
kemur í næstu viku.
Føroysku línuskipini í
Grønlandi fáa mest av
toski og nakað av brosmu.
Tvey føroysk
ísfiskalínuskip fiska eisini
á Íslandsrygginum, og
hesi skipini koma helst
inn at landa miðskeiðis
í hesi vikuni. Veiðan á
Íslandsrygginum er mest
toskur og so nakað av
svartkalva og blálongu.
Fríggjadagin vóru
trý frystilínuskip
undir Føroyum.
Streymurin verður góður,
og veðurútlitini fyri hesa
vikuna eru eisini góð.
- Tí er væntandi, at
nakað verður av útróðri
í hesi vikuni, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Fríggjadagin vóru sjey
partrolarapør til fiskiskap
eftir upsa, og skipin
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Fiskiskapurin hjá
partrolarunum, sum fiska
upsa, er einki serligur.
Umframt hesi sjey pørini,
sum fiska upsa, fiska trý
pør framvegis gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari
fiskar stinglaks, og tríggir
fiska svartkalva. Onkur
av djúpvatnstrolarunum
landar síðst í hesi
vikuni, og onkur
landar í næstu viku.
Tveir trolbátar fiska
tosk og hýsu og fáa
eisini nakað av upsa
og flatfiski. Haraftrat
eru fimm trolbátar á
landliðini. Teir fáa mest
av toski og flatfiski.
- Fiskiskapurin hjá
trolbátunum er væl
brúkiligur, og bátarnir
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Tey trý garnaskipini,
sum eru til fiskiskap
eftir svartkalva, hava
brúkiligan fiskiskap,
og væntandi koma
hesi skipini inn at
landa í hesi vikuni.
MÓTTØKA: Nýggja
fóðurskipið Selnes
hjá Bakkafrost
kom á Vág
fríggjakvøldið,
og seinnapartin
leygardagin bjóðaði
Bakkafrost til
móttøku umborð,
har høvi var at
síggja skipið.
Sandingar ætla
at byggja bæði
línuskip og virki
- Umborð á nýggja skipinum verða umleið 35 ársverk,
og á landi verður talan um 25 ársverk, sigur reiðari
Vilmund Jacobsen
Teir, sum eiga línuskipið
Sandshavið, hava stórar ætl
anir, bæði á sjógvi og landi.
Men, treytin fyri, at hesar
ætlanir kunnu førast út í
lívið, er, at felagið fær lut
í menningarkvotum, sum
Fiskimálaráðið bjóðar sam
bært nýggju fiskivinnulóg
gávuni.
- Vit hava arbeitt leingi
við at byggja eitt nútímans
frystilínuskip fyri stívliga
100 miljónir krónur. Men, tað
hevur verið trupult at fingið
seinasta partin av fíggingini
upp á pláss.
Tað sigur reiðarin á Sands-
havinum, Kristian Martin
Petersen.
Hann vísir á, at skal reið
aríið gera sær tankar um
at byggja nýggja skipið, er
neyðugt, at felagið fær lut í
menningarkvotum.
- Fáa vit lut í menningar
kvotum, er ætlanin í fyrstu
atløgu at samstarva við onn
ur skip um uppsjóvarkvot
una. Eitt slíkt samstarv fer at
bøta um fíggjarliga grundar
lagið at byggja nýggja skipið.
Reiðarin vísir á, at í lang
tíðarætlanini, soleiðis sum
eigararnir av Sandshavinum
ímynda sær hana, fer felagið
eisini at byggja eitt lítið virki
á landi í heimbygdini.
- Vit meta, at menningar
kvoturnar tilsamans kunnu
skapa
grundarlag
undir
umleið 35 ársverkum um
borð á nýggja skipinum, tí
skipið skal hava dupulta
manning.
Virkisætlaninar
á landi koma at geva eini 25
ársverk, og her verður tørvur
bæði á faklærdum og ófak
lærdum fólki.
Kristian Martin Petersen
sigur, at gongur tað, sum
ætlað hjá teimum, og menn
ingarkvotur verða útskriv
aðar í hóskandi nøgd til
felagið, verður beinanvegin
farið í gongd við at byggja
tað nýggja skipið.
- Byggitíðin er umleið 20
mánaðir, og tí ræður bara
um at koma skjótt í gongd og
skapa nýggj virðir til landið.
Við menningarkvotum og
nýggja
skipinum
verður
felagið eisini kappingarført,
tá botnfiskakvotur verða
seldar á uppboðssølu, leggur
reiðarin aftrat.
Høvi var at vitja umborð á Gamle Oksøy,
meðan skipið var á vitjan í Vági