týsdagur 3. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað kann vera orsøkin til
tína tyngjandi høvuðpínu
Kenslan av máttloysi hongur neyvt saman við, hvussu vit tulka ymiskar støður. Gransking hevur áður sett
sjóneyku á, hvussu okkara tankamynstur kann vera viðvirkandi orsøk til høvuðpínu.
Men, tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir
Vilmund Jacobsen
Longu teir gomlu grikkarnir og
rómararnir
høvdu
gáað
eftir,
hvussu kensluborin strongd kann
føra til høvuðpínu.
Gransking bendir eisini á, at
ávísir tankar kunnu geva meira
høvuðpínu enn aðrir.
Høvuðpína kann vera tekin um
bæði lívfrøðiliga, fysiologiska og
sálarliga ójavnvág, men tankar, sum
føra til eina kenslu av máttloysi, eru
ofta teir heilt stóru syndararnir, tá
ræður um høvuðpínu.
Ymisk tankamynstur
Sálarfrøðingurin, Martin Seligman
á Universitetinum í Pennsylvania,
hevur arbeitt við, hvat keðiligir
tankar og umstøður annars kunnu
føra til við atliti til høvuðpínu.
Martin Seligman fann út av,
at kenslan av máttloysi hongur
neyvt saman við, hvussu vit tulka
ymiskar støður. Ella rættari: Hvørj
ar brillur, vit hava á nøsini, tá vit
hyggja at tí, sum hendir í okkara
lívi.
Gransking hevur áður sett sjón
eyku á, hvussu júst hesi tanka
mynstur kunnu vera ein viðvirk
andi orsøk til høvuðpínu.
Tað vísir seg, at tað serliga eru
trý sløg av tonkum, sum kunnu
geva trupulleikar við pínu í ovastu
hædd:
•
Vanin at tulka støður sum
óbroytiligar
•
Vanin at generalisera
•
Vanin við at ”persónalisera”
Bert fyri eina tíð
Vit menniskju hava viðhvørt lyndi
til at síggja keðiligar støður sum
”óbroytiligar”, hóast okkara logikk
ur sigur, at støðan bert er galdandi
fyri eina tíð.
Vit kunnu hugsa, at ”mín høvuð
pína heldur ongantíð uppat…” í
staðin fyri at hugsa, at “eg havi bara
høvuðpínu beint nú…”
Generalisering snýr seg um
hugburðin at síggja ”negativ ting
í einari støðu” sum um, at hetta er
galdandi fyri allar aðrar støður eis
ini. Eitt nú, at “eg eri sjúkligur av
náttúru…” í staðin fyri bara at siga,
at ”eg havi høvuðpínu…”
Sjálvandi er tað týdningarmikið
at taka ábyrgd av egnum mistøkum,
men viðhvørt fýlast vit at okkum
sjálvum fyri ting, vit ikki hava
ábyrgd av - ella bara hava ein part
av ábyrgdini av. Hetta er tað, vit
rópa ”personalisering”.
Vit kunnu finna upp á at siga,
at “eg havi skyldina av, at vit eru
aftur út á okkara deild, tí eg fór
heim við høvuðpínu…” í staðin fyri
at hugsa, at “eg fekk høvuðpínu og
fór heim… vit tóku ov seint hond
um uppgávuna…”
At bróta vanar
Avleiðingin av negativum tanka
mynstri kann verða, at tankarnir
fáa teg at føla teg máttleysan, og
kenslan av hesum ger, at tú sum
menniskja verður kedd, óð ella
óttafull.
Hetta eru júst slíkar kenslur,
sum fáa vøddarnar í kroppinum
at spenna seg, og hetta kann eisini
elva til høvuðpínu.
Haraftrat kemur, at vit ikki
duga serliga væl at taka hond um
trupulleikan við eitt nú at strekkja
út ella veita okkum sjálvum linna,
tá vit frammanundan eru í einum
tankamynstri, sum sigur okkum, at
”tað er einki sum hjálpir…”
Onnur viðurskifti
Tað er annars kent, at fleiri viður
skifti í okkara umhvørvi kunnu
elva til høvuðpínu, og tað eru eisini
fólk, sum uppliva, at tey eru sárbar
mótvegis eitt nú skifti í lufttrýsti og
veðurlagi - skiftinum frá lágtrýsti
til hátrýst, árstíðarskifti við kulda,
hita, nógvari sól ella illveðri.
Í aðrar mátar kann ov lítil væta
og óregluligar máltíðir eisini elva
til høvuðpínu fyri mong, og onkur
upplivir, at ávísar mat-ella drykkju
vørur kunnu viðvirka sama veg.
Serliga fólk, sum líða av migr
enu, kunnu uppliva, at eitt nú kaffi,
sjokuláta, te, ostur, eftirgjørt sukur,
alkohol eins og onkrar matvørur
við nitrit, sum eitt nú finst í pyls
um, kann hava somu ávirkan.
Sama kann vera við stórum
nøgdum av eitt nú cola, sodavatni,
kaffi og the.
Eisini heilivágur
Men, heilivágur kann eisini elva til
høvuðpínu, eitt nú hjartaheilivág
urin nitroglycerin og potens-heili
vágurin, Viagra. Haraftrat eiga fólk
at hava í huga, at ov nógvur heili
vágur móti høvuðpínu eisini kann
elva til enn meira høvuðpínu.
Men, sum vit nevndu í byrjanini,
at livir tú í strongd yvir longri tíð,
hevur eina trupla arbeiðstilveru,
ella tú livir ein trupla persónliga til
veru - ja, so ert tú rættiliga í vanda
bólkinum.
Kelda: www.helse.dk/ netdoktor.dk
Nógvar orsøkir kunnu vera til, at tú hevur høvuðpínu, og avleiðingar av negativum tankamynstri kann verða ein
HEILSA