Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75 TÍÐINDI Kring landið sita nógv og bíða eftir, at nevndin, sum viðger innkomnu umsóknirnar um menningarkvotur, kemur við sínum tilmæli til fiski­mála­ ráðið. Fortreytirnar fyri at fáa lut í mennignarkvotunum eru, at tær skapa meira virðir úr fiskinum og at tær helst eisini skulu skapa nýggj arbeiðs­pláss. Í treytunum stendur eisini, at kvoturnar skulu ikki býtast alt ov smáar og at tær helst skulu røkka yvir meira enn eitt ár. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoy­dal, hevur á fundi greitt nevndini frá, hvørjar treytir­ nar eru, men nú er tað nevndin sjálv, sum ger til­ mæli um hvør skal hava lut í hesum kvotunum. Nevndin sum ger til­ mælini er mannað við Gesti Hov­gaard sum for­manni, Guðrið Andors­dóttir og Arn­ bjørn Egholm. Ásmundur Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúna Hjelm eru varalimir. Tá ið kvoturnar verða lætn­ar út, so er tað lands­ stýrismaðurin við fiski­ vinnu­málum, sum hevur ábyrgd­ina. Gestur Hovgaard, for­ maður í nevndini, hevur sagt alment, at hann roknar við, at nevndin kann handa lands­stýris­manninum til­ mæl­ini undan ólavsøku. Nýggja fiskivinnulógin Menningarkvoturnar eru partur av nýggju lógini um fyri­siting av sjófeingi. Aðrar avleiðingar eru ikki enn so sjónligar, burtursæð frá teimum uppboðssølum, sum hava verið. -Har vísir tað seg, at teir sum hava nógv framman­ undan hava keypt, men eisi­ ni aðrir hava keypt partar av tí, sum hevur verið selt á uppboðssølu, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Landsstýrismaðurin held­ ur, at eftir at vinnan hevur liv­að uttan fastar karmar í fleiri ár, so eru karmarnir lagd­ir fastir nú, so betur ber til at leggja raksturin til rætt­ is. Hann ásannar, at viður­ skiftini eru broyttt, men hin­ vegin sigur hann, at tað er lagt í hendurnar á vinnuni sjálvari at leggja raksturin til rættis. -Eg veit væl, at partar av vinnuni tosa um at rulla skpanina aftur til tað sum hon var, men øll hendan umlegging hevur til enda­ máls at vit skapa meira virðir úr tí tilfeingið, sum vinnan fær til lands. Umsitingarætlan og kvotur Ein avgerandi partur í allari umleggingini snýr seg um, at vit skulu umsita fiska­stovn­ ar­nar skilagott. -Tað verður arbeitt við hesum og vit gera tað saman við vinnuni, sigur Høgni Hoy­dal. Fyribils eru nevndir settar at gera umsitingarætlanir fyri tosk, hýsu og upsa. Hetta kann fáa ávirkan á um farið verður frá skipan­ ini við fiskidøgum til kvotur. Løgtingið hevur samtykt, at kvotuskipanin skal virka frá 1.januar komandi, men tað er als ikki óhugsandi at hetta verður broytt. -Vit umrøða hetta nú og tað fer at verða avgerandi, hvat semja verður um, tá ið vit eru komin á mál við um­ sitingar­ætlanunum, sigur lands­stýrismaðurin. Valstríð Tað er bert eitt gott ár til vit skulu hava løgtingsval. Gitt verður longu nú, hvat val­ið fer at snúgva seg um, men landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum ivast ikki í, at fiski­vinnunýskipanin verður ein partur av valstríðnum. -Sjálvandi verður hetta ein partur av valstríðnum, tí hetta hevur fylt ómetaliga nógv meðan hendan sam­ gongan hevur sitið. Vit vita eisini, at bæði í politisku skipan­ini og í vinnuni eru tað fólk, sum eru ónøgd við nýggju skipanina, so tað verð­ur ein partur av val­stríð­ num. Sjálvur heldur hann, at væl er komið áleiðis, eftir at vit fingu lógina um fyrisiting av sjófeingi: -Skipini kunnu betur leggja raksturin til rættis og vit fara at hava um­sit­ingar­ ætlan­ir. Har­afturat gevur hetta møguleikar til at vit fáa meira burturúr tilfeinginum, sum Føroyar eiga í ríkiligt mát, sigur Høgni Hoydal. Menningarkvoturnar skulu skapa virðir og nýggj arbeiðspláss 38 umsóknir skulu viðgerast í einari nevnd, men krøvini eru , at umsóknirnar skapa nýggj virðir úr føroyska tilfeinginum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, heldur, at væl er komið á leið við nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi Gestu Hovgaard er formaður í nevndini, sum ger tilmælini um menningarkvoturnar Kvotur eru samtyktar í staðin fyri fiskidagar, men møguleiki er fyri, at hetta verður broytt