týsdagur 3. juli 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Tað eru ítróttarfeløgini í
Fuglafirði, ÍF Fótbóltur, ÍF
Flogbóltur, ÍF Badminton og
FS (Fuglafjarðar Svimjifelag),
sum skipa fyri tiltøkunum á
varmakeldu, og tað eru eisini
feløgini, sum hava kafé, mat
stovu og dans í Mentanar
húsinum.
Vanliga er tað fótbólts
nevndin, sum tekur stig til at
savna feløgini, tá arbeiðið at
fyrireika varmakeldustevnu
byrjar.
Tað eru nógvar hendur,
sum skulu til fyri at lyfta slík
stevnutiltøk, og ein av aktivu
persónunum í fyrireiking
unum av varmakeldu er Leif
Andre Eliasen.
Hann ásannar, at tað er
munur á at skipa fyri varma
keldu, tá FM-kappróður er.
FM-kappróðurin
skiftir
millum
varmakeldu
og
eystanstevnu, og í ár var FM-
kappróður á eystanstevnu
og verður soleiðis ikki á
varmakeldu.
Onkuntíð var kappróður
á varmakeldu, tó at hesin
ikki taldi við í FM. Tá var
hetta líka sum vinaróður.
Nú varmakelda verður
í Fuglafirði um vikuskiftið,
verður eisini Fjarðastevna
í Vestmanna, har FM-kapp
róður verður, og soleiðis
verður eingin kappróðrar
bátur at síggja í Fuglafirði.
Feløgini ivaðust
Tað er eingin loyna, at gomlu
bygdastevnurnar hava tapt
fyri tónleikafestivalum og
bátastevnum, og tá so eingin
kappróður er við heldur,
kann vera trupult at savna
fólk til hesi stevnutiltøk.
Leif Andre Eliasen sigur,
at feløgini í ár vóru eitt
sindur í iva um, hvørt tey
yvirhøvur skuldu fara í holt
við at fyrireika varmakeldu.
- Men, í mai tóku vit
so endaliga avgerð um, at
varmakelda skuldi haldast.
Vit hugsaðu eisini, at sleppur
tiltakið fyrst at detta ordiliga
niður fyri, kann tað gerast
trupult at reisa varmakeldu
á føtur aftur.
Borgarstjórin
í
Fugla
fjarðar kommunu, Sonni á
Horni, hevur onkuntíð rópt
varmakelduna, tá FM-kapp
róður ikki er við, fyri ta
minnu varmakelduna - og
stevnuna, tá kappróðurin er
við - fyri ta størru.
Blæsa nýtt lív
Leif Andre Eliasen sigur, at
tað er munur á áhuganum
millum fólk fyri varmakeldu,
tá stevnan telur við, og tá
hon ikki telur við.
- Jú, tað er rætt, at gomlu
bygdastevnurnar hava tað
trupult í kappingini við
onnur festival-tiltøk. Í ár
umhugsaðu vit at hava eitt
konserttiltak á sandinum,
kanska fyri tey yngru og upp
til fólk í 20-unum. Men, vit
noyddust á ásanna, at tíðin
at fáa eitt slíkt tiltak upp á
standa var heldur stutt á hes
um sinni, sigur hann.
Í fjør varð ein roynd gjørd
at hava sonevndar hava
konsertir í bygdini á varma
keldu, men tíverri gjørdist
oysandi regn, soleiðis at
neyðugt var at hava konsert
irnar innandura.
- Veðrinum eru vit ikki
harrar
yvir,
leggur
Leif
Andre Eliasen aftrat.
Hann heldur, at neyðugt
er at broyta konseptið ella at
leggja aftrat konseptinum
við bygdastevnunum, soleið
is at meira lív kann blæsast í
hesi tiltøk aftur.
Varmakeldubál
Tað hevur eydnast fyri
reikarunum í ár at leggja
eina góða og forvitnisliga
skrá fyri varmakeldu og
soleiðis, sum eisini sæst
í skránni, sum er á síðu 3
í Sosialinum í dag, byrjar
skráin fríggjadagin, 6. juli.
Tað er serliga leygardagin,
7. juli, at nógv ymiskt er á
skránni í Fuglafirði.
Hæddarpunktið
leygar
dagin er skrúðgonga við
ítróttarfólkum av fótbólts
vøllinum og oman á torgið
við Mentanarhúsið.
Tað verður eisini her á
torginum, at býráðslimurin
og formaðurin í havnar
nevndini, Kristian Petersen,
fer
at
seta
varmakeldu
klokkan 13.
Við setanina fer Fugla
fjarðar Hornorkestur eisini
at seta sín dám á.
Tó at eingin konsert
verður á hugnaliga sandi
num í Fuglafirði á hesum
sinni, verður høvi kortini at
vitja her niðri á varmakeldu.
Leif Andre Eliasen sigur,
at leygarkvøldið frá klokkan
22.30 til 23.30 verður skipað
fyri varmakeldubáli á sandi
num.
- Her fer Margit Stórá at
halda røðu, Danni og Rúni
(frá Danny and the Veetos)
fara at syngja nakrar sangir,
og eisini verða felagssangir.
Fjepparafótbóltur
Eitt tiltak, sum fyrstu ferð
varð roynt í fjør, verður upp
afturtikið á varmakeldu í ár.
- Hetta er ein sonevndur
fjepparadystur millum ÍF-
fjepparar og Víkinga-fjeppar
ar. Hetta tiltak varð so mikið
væl dámt í fjør, at Víkinga-
fjeppararnir
bóðu
um
nýggjan dyst á G!, tó at teir
eisini høvdu vunnu dystin í
Fuglafirði.
Hann sigur, at fjeppara-
dysturin verður spældur,
áðrenn HM-dysturin, sum
eisini verður vístur í Mentan
arhúsinum klokkan 15, fer í
gongd.
- Annars verður HM-
dysturin, sum verður klokk
an 19 leygarkvøldið, eisini
vístur í Mentanarhúsinum,
og sama verður við báðum
HM-dystunum sunnudagin,
sigur Leif Andre Eliasen.
Tað hevur eydnast fyrireikarunum
at leggja eina góða og forvitnis
liga skrá fyri varmakeldu í ár.
- Detta gomlu bygdastevnurnar
niður fyri, kann tað gerast
trupult at reisa tær á føtur aftur,
sigur Leif Andre Eliasen, ein av
fyrireikarunum av varmakeldu
FUGLAFJØRÐUR Í FOKUS
Á VARMAKELDUSTEVNU