týsdagur 3. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
B36 skal hósdagin spæla returdystin
móti St Joseph’s av Gibraltar. Fyrri
dysturin í undanumfarinum til
Europa League endaði við javnleiki
1-1. Vónbrotið í Gundadali var til at
fáa eyga á, tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð, tí B36 var væl betra
liðið, men eitt mistak í verjuni kost
aði dýrt.
-Tað einasta góða við hesum
dystinum er, at tað er fyrri hálv
leikur. Hetta er enn ein dystur, har
vit eru betri, men ikki vinna, sigur
Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Undan dystinum í Gundadali
var boðskapurin greiður. B36 skal
spæla sítt spæl, sum er eygagott
bóltspæl, har mótstøðuliðið verður
trýst í botn. Tað eydnaðist til eitt
vist, men broytingar á liðnum
gjørdu, at trýstið onkra løtu í
seinna hálvleiki ikki var so ágrýtið
sum ætlað.
Nú lorar Jákup á Borg fyri, at
liðið hevur eina B-ætlan, um tað
vísur seg, at St Joseph’s ætlar at
liggja í verjustøðu allan dystin, og
at vøllurin er torførur at spæla á.
-Vit hava spælarar, sum eru
sterkari enn teirra í luftspælinum.
Skal tað til, so fara við at spæla við
longum sendingum og leggja trýst
á, sigur Jákup á Borg.
SAS og B36 spæla
ikki væl saman
Fyrireikingarnar til seinna dystin
hava tó ikki verið góðar hjá B36.
Liðið skuldi fara av landinum
mánadagin, men av tí at SAS ikki
lendi, so stóð hópurin eftir. Felagið
valdi síðani at strikað alt hjá SAS og
flúgva við Atlantic.
- Vit høvdu bookað við SAS, men
teir avlýstu. SAS bjóðaði okkum at
royna aftur í gjár, men kundi ikki
fáa okkum til Malaga fyrr enn í
morgin eftir døgurða, og so skal
koyrast til Gibraltar. UEFA hevur
ásett, at tú skalt verða í landinum
24 tímar áðrenn dystin, so tað tordu
vit ikki at satsa uppá.
Tí annuleraðu vit alt hjá SAS, og
keypti alt av nýggjum. Tað er ein
heldur stór eykarokningm, sigur
formaðurin í B36, Rúni Herup
Olsen.
Hópurin gekk sær ein túr í týs
dagin í Danmark, har fyrsti taktikk
fundurin var á skránni. Eftir ætlan
verður flogið týsdagin klokkan 17
úr Danmark, sum er eftir prentstart
av blaðnum. Eftir ætlan skuldi
hópurin komið á staðið umleið á
midnátt. Í B36 eru tey eitt sindur
vónbrotin av alternativinum, sum
SAS kom við.
-Vit høvdu kanska vónað, at
SAS kundi hjálpa við einum betri
alternativi, sigur Rúni Herup Olsen.
Helst sama uppstilling
Hóast Jákup á Borg hevur latið upp
fyri, at B36 hevur ein B-ætlan við
beinleiðis sendingum fram í álopið,
so verður helst talan um somu upp
stilling. Andrias H. Eriksen bleiv
skiftur út í fyrra dystinum við
skaða og er ivasamur, men er hann
klárur, so spælir hann. Verður hann
ikki klárur, so verður tað ein mann
fyri mann útskifting.
-Ivamálið er Andrias, men um
hann ikki spælir verður tað Bjarni
Petersen ella Ragnar Samuelsen,
sum kemur inn á høga bakkin.
Bjarni Petersen er um at verða
heilt klárur aftur, men eg veit eisini
at Ragnar Samuelsen er ungur og
hetta er fyrsta árið hjá honum,
men hann hevur gjørt tað ótrúliga
gott hvørja ferð hann er komin inn,
sigur Jákup á Borg.
Hann sigur víðari, at talan
verður um sama lið, men at tað
verða onkrar broytingar innan
hýsis. Millum annað væntar venjar
in hjá B36, at mótstøðuliðið hevur
lisið væl upp á Lukasz Cieslewicz,
ið spældi væl í fyrra dystinum. Tí
verður neyðugt við onkrari broyt
ing í flytingunum á vøllinum.
-Eg eri nøgdur við fleiri ting av
fyrra dystinum. Vit skulu fínpussa
nøkur ting í serliga álopsspælinum,
men tølini lúgva ikki. Vit vóru nógv
betri, so tað er ongin orsøk at boyta
alt bara tí vit ikki vunnu, sigur
Jákup á Borg, sum tó hevur ein
B-ætlan klára.
Tað er tiltikið torført at spæla
í eitt nú Gibraltar og Andorra, tí
graslíkisvøllirnir eru av gamla
slagnum, har bólturin eitt nú
hoppar nógv, tá tú leggur eina
avlevering á vøllinum.
-Teir hava skift vøllin í januar,
so vit vóna at tað er spælandi á
honum. Annars royna vit minst
møguligt at hugsa um tað, men vit
hava ein tanka um, at spæla meiri
beinleiðis, um teir leggja seg aftur
og tað er torført at spæla á vølli
num, sigur venjarin hjá B36.
Eitt
boð
er,
at
Erlendur
Magnusson
verður
fluttur
longur fram, so at hann við síni
styrki í renningunum og styrki í
luftspælinum hann hótta meir.
At enda leggur Jákup á Borg
afturat, at stemningurin er góður
í hópinum, hóast ferðin ikki hevur
gingið sum ætlað.
B36 skal skora, um teir skulu
koma víðari, tí St Joseph’s hevur
munin við máli á útivølli.
FLEIRI AVBJÓÐINGAR
HJÁ B36
SAS lendi ikki og hjálpin stendur ikki í
mát við ynski hjá B36. – Hetta er ein stór
eykarokning fyri okkum, sigur Rúni Herup
Olsen, formaður í B36. Venjarin er til reiðar
at broyta spæliætlan, um tað er neyðugt
Møguligt uppstilling:
RÓI MØRK HENTZE
ALEX MELLEMGAARD
ODMAR FÆRØ
ROBERT HEÐIN BROCKIE
ANDRIAS H. ERIKSEN
LUKASZ CIESLEWICZ
ELI F. NIELSEN
MEINHARD E. OLSEN
ERLENDUR MAGNUSSON
BENJAMIN HEINESEN
KAIMAR SAAG
Tilgongd
og nýggir
sáttmálar
B36 kunngjørdi í vikuni, at felagið
hevur leigað Michal Przybylski frá
pólska felagnum, Widzew Lodz.
Hann bleiv í fjør kosin til árins
unga spælara í Føroyum, har hann
umboðaði Skála. Hann er ikki við
á ferðini til Gibraltar, tí hann er
ikki tilmeldaður Europa League
hópinum, sum skal sendast inn til
UEFA eitt samdøgur undan fyrra
dystinum.
Hartil hava Bjarni Petersen og
Trygvi Askham longt sáttmálarnir
til 2020.
FÓTBÓLTUR
Europa League uttan SAS: