týsdagur 3. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 4. juli 2018 · Nr. 75
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Møguligt uppstilling:
KRISTIAN JOENSEN
ÓLAVUR NICLASSEN
BORIS DOSLJAK
DENI PAVLOVIC
SEMIR HADZIBULIC
PÁLL A. KLETTSKARÐ
HØRÐUR H. ASKHAM
JÁKUP B. ANDREASEN
JÓANNES BJARTALÍÐ
JÓANNES K. DANIELSEN
STEINBJØRN OLSEN
FÓTBÓLTUR
Europa League:
Vit spyrja Jákup Ósá:
Tróndur Arge
Tað er sannur fótbóltsstemningur
í Klaksvík undan returdystinum
móti Birkirkara av Malta. Fyrri
dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Deni Pavlovic skorði søguliga málið
hjá KÍ, sum er tað fyrsta á útivølli í
Evropa-kapping hjá klaksvíkingum.
Úrslitið merkir, at KÍ hevur
munin undan seinna dystinum
í undanumfarinum til Europa
League, tí eitt mál á útivølli telur
meir. Tað vil siga tað sama sum,
at Birkirbara skal skorað, fyri
at hava ein møguleika at koma
víðari.
Tað er ein stórur fyrimunur
fyri KÍ, sum er væl skipað og
hevur prógvað, at liðið kann halda
sterkari mótstøðu frá at skora. Í
fjør spældi KÍ móti AIK Stockholm
úr Svøríki. Fyrri dysturin var í
Gundadali, har stórfavorittarnir úr
Svøríki høvdu torført við at skapa
møguleikar.
Tá tapti KÍ heili 5-0 í Svøríki,
men stigið í Gundadali stendur
við. Tað prógvar, at KÍ sum felag og
lið er komið langt. Tað verður óiva
neyðugt hjá liðnum at spæla við
skilið, tí enn er Birkirkara favorittur
at koma víðari. Felagið hevur mill
um annað ein fíggjarætlan, sum er
upp til fýra ferðir so stór sum tann
hjá KÍ.
Ivasamt um spælskipan
og spælarar
Ein av teimum, sum var við á ferð
ini á Malta er ítróttarskrivarin hjá
Norðlýsinum og bolt.fo, Jákup Ósá.
Hann hevur fylgt gongdini neyvt,
men ivast í uppstillingini.
-Um Marko Dusak er skaddur,
meðan Jákup B. Andreasen og
Jóannes Bjartalíð verða tøkir, so
vænti eg at KÍ byrjar sum liðið sá út
á Malta, tá Marko Dusak fór út fyri
Steinbjørn Olsen. Spurningurin er
so, hvør leikskipanin verður, sigur
Jákup Ósá.
Hann heldur, at tað er ein møgu
leiki, at KÍ spælir 4-4-2 til hendan
dystin. Tað hevur KÍ gjørt fyrr, har
antin Jóannes Bjartalíð ella Boris
Dosljak spæla aftanfyri áleyparin.
-Aðrir møguleikar eru Ronni
Møller-Iversen, Óli Ey. Poulsen og
Ísak Simonsen, um hann verður
klárur, sigur Jákup Ósá.
FM1 á staðnum
FM1, sum er nýggja navnið hjá Rás2,
fer at siga frá dystinum. Byrjað
verður at senda longu klokkan 15,
tá HM-radio og Fótbóltspanelið
verður á skránni. Sjálvur dystur
in hjá KÍ verður klokkan 19, men
byrjað verður at senda úr Gunda
dali klokkan 18.
trondur@sosialurin.fo
Hvat heldur tú um
avrikið á Malta?
Tað bleiv ein dystur við fáum
málmøguleikum og til tíðir
nógvum
fríspørkum.
Hetta
passaði
KÍ
væl,
tí
hóast
Birkirkara hevði bóltin munandi
meir, so hevði KÍ fult tamarhald
á í verjupartinum allan dystin.
Á nógvum økjum raka flestu KÍ
leikararnir sítt hægsta støðið.
Hetta var ein 0-0 dystur sum
endaði 1-1, tí hvørgan av liðunum
skapti 5-6 møguleikar, sum
vanliga skulu til fyri at skora
eitt mál.
Hvussu sært tú
møguleikarnar fyri
at KÍ kemur víðari?
Júst tað at flestu KÍ leikararnir
raka sítt hægsta støði verður
eisini neyðugt hendan seinna
dystin. Tí sum útgangsstøðið
hevur Birkirkara helst betri
leikarar og til tíðir sást, at
teir kanska eru eitt vet betri
á bóltinum. Men KÍ er eisini
betri á fleiri økjum, sum í fyrra
dystinum sá út til at viga upp
soleiðis, at talan var um ein
javnan dyst í málmøguleikum.
Tað er ein smeitur fyri KÍ,
at Marko Dusak er skaddur
og helst neyvan við til hendan
dystin eins og ivamál er um
Jákup B. Andreasen og Jóannes
Bjartalíð, sum hava havt onkrar
skaðar at dragast við upp undir
dystin.
Birkirkara hevur sambært
teirra venjara møguliga onkrar
leikarar við, sum ikki vóru
við til fyrra dystin. KÍ hevur
''heimavøll'', meðan Birkirkara
fleiri ferðir fyrr hevur vunnið
seg víðari vegna góð úrslit
á útivølli. So í mun til fyrra
dystin talar tað til fyrimuns
fyri KÍ, at hava heimavøll og
vera frammanfyri, tá dysturin
byrjar, meðan tað eru fleiri
aðrar orsøkir sum benda á, at
Birkirkara helst er betri fyri enn
fyri einari viku síðani.
Hvat tippar tú í
seinna dystinum?
Eg haldi fyrri dysturin bendur
á, at her er trupult at taka
dagar millum liðini. Tá vóru tað
smálutir og tilvild sum avgjørdu,
hvønn veg tað fór, tí vit vóru bara
fáar minuttir frá, at Birkirkara
vann
ein
óuppibornan
1-0
sigur. Kemur KÍ at mangla
Marko Dusak og kanska eisini
Jákup B. Andreasen og/ella
Jóannes Bjartalíð, so viknar
KÍ á pappírinum, og tá hava
leikararnir sum koma inn eina
stóra uppgávu.
Hørður H. Askham verður
helst fluttur aftur í verjuna,
og tað viknar um verjupartin
á miðvøllinum. Eg fari at hefta
meg við fyrra dystin, har tað
var javnt býtt millum liðini
í málmøguleikum, sum vóru
fáir. Heimavøllurin hjá KÍ var
stekanska er styrkt frá seinast.
So eg tippi 0-0, men tað krevur
eitt sera gott KÍ avrik. Her
stendur nógv uppá spæl, tí
hetta kann blíva størsta kvøldið
í Europa søguni hjá KÍ. So er
bara at vóna, at týdningurin av
dystinum ikki ávirkar KÍ avrikið
skeiva vegin.
KÍ er eitt reint mál
frá at skriva søgu
KÍ hevur ongantíð megnað at vunnið seg víðari í Evropa,
men nú er møguleikin til staðar. 1-1 javnleikurin á
Malta merkir, at um Birkirkara ikki skorar móti KÍ í
annaðkvøld, so kemur KÍ víðari á fyrsta sinni