Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Hetta er hugaligt fyri Før­ oyar. Tað staðfestur Bjarni Mikkel­sen, lívfrøðingur og hvala­granskari á Tjóð­savni­ num. Hann hevur júst verið á fundi í NAMMCO, sum er nevndin í umsitur súgdjór í Norðuratlantshavi, og har Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg eru limir. Og á tí fundinum varð úrslitið av stóru hvala­ teljingingini í Norður­atlants­ havi í 2015, gjøgnumgingið og lagt fram. Og tað er ikki yvir at fylja, at úrslitið av hvalateljingini kemur ógvuliga væl við hjá okkum føroyingum, heldur Bjarni Mikkelsen Hvalateljingin vísir, at tað eru minst 500.000 grinda­ hvalir í Norður­atlants­havi, sigur Bjarni Mikkelsen. Føroyingar hava verið við at talt grindahval fleiri ferðir áður, men hetta er tann mest um­fatandi teljingin, tí hon fevnir um ein stóran part av Norðuratlantshavi, heilt úr Føroyum, vestur ímóti Grøn­ landi, frá 66 stigum norður, sum er nakað sunnanfyri pól­kringin, og suður á 52 stig, sum er á suðurendanum á Írlandi. Tað er meginút­breiðslu­ økið hjá grind um summarið og Bjarni Mikkelsen sigur, at tey sóu grind um alt hetta økið. Men hann leggur afturat, at tað er alt, sum bendir á, eitt nú hvalamerkingar, at grind ferðast nógv longur suður enn tað, men tey hava rætt og slætt ikki orku til at telja eitt størri øki, bæði tí at tað er kostnaðarmikið og ógvuliga tíðarkrevjandi. Stovnurin stendur í stað Síðani teljingina í 2015, hava tey í NAMMCO lagt nógva orku í at greina úrs­lit­ið og at koma til eina niður­støðu. Hon er nú komin í høvuðs­ heitum og Bjarni Mikkelsen, sigur, at verða nakrar broyt­ ingar gjørdar, verða tað bara onkrar smávegis rættingar. Og tann niðurstøðan av teljingini er, at tað eru eini 500.000 grindahvalir í hes­um havøkinum. So høg hevur metingin bara verið eina ferðir áður, og tað var í 1989, tá ið metingin segði, at stovn­ urin var einar 778.000 hvalir. Aðrar kanningar eru eisini gjørdar, har úrslitið hevur verið, at stovnurin hevur verið minni, men tey úrs­litini hava hava verið mis­vísandi, tí kanningarnar vóru illa darvaðar av veðri. Lívfrøðingurin sigur, at eftir hesa kanningina, er tað hugaligt at staðfesta, at grindastovnurin er væl fyri. Hann er í javnvág, tí telj­ingin vísir, at hann er ikki í minking, samstundis sum úrslitini vísa, at tað eru heldur ikki eru stórvegis sveiggj í honum. Bjarni Mikkelsen leggur kort­ini afturat, at í roynd og vegu er úrslitið ikki óvæntað, tí hetta er tað, tey væntaðu. Føroyingar hava altíð tvíhildið um, at okkara grinda­veiða er burðardygg, og hendan nýggjasta hvala­ teljingin vísir eisini, at teir fáu hvalirnir, vit drepa um árið, gera hvørki frá ella til fyri stovnin. Og úrslitið av hesari kann­ ingini hevur so ikki gjørt okkara støðu veikari, tvørtur ímóti hevur tað styrkt okk­ um sum hvalaveiðitjóð, tí hon staðfestur, at okkara grinda­dráp avgjørt er burðar­dygt. ÚRSLITIÐ ER HUGALIGT FYRI FØROYINGAR HVALATELJING: GRIND Úrslitið av síðstu hvalateljingini í Norðuratlantshavi er nú gjørt upp, og tað styrkir okkara støðu sum grindaveiðitjóð