Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Tað hevði verið ógvuliga kærkomið at sloppið at merkt eina grind at merkt í summar. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lív­ frø­ðingur og hvalagranskari á Tjóð­ savninum. Hann sigur, at í sambandi við grinda­dráp, er tað serliga ein spurn­ ingur, sum ofta verður reistur, er, hvussu stórur grindastovnurin, vit veiða burtur av í roynd og veru, er. Er talan um ein stovn, sum heldur seg rundan um Føroyar, og er tað støðan, krevst nógv minni av veiðu, áðrenn tað fær avleiðingar fyri stovn­ in. Er talan hinvegun um ein stóran, felags stovn, sum ferðast víða í Atlants­havi, er tað greitt, at okkara veiða hevur slett onga ávirkan á stovn­in. – Eftir teimum royndum, vit higar­ til hava gjørt okkum av at merkja grindahval, kunnu vit staðfesta, at grind ferðast rættiliga víða og at grindin rundan um Føroyar er ikki bara ein lokalur stovnur, men er ein partur av einum stórum felags stovni. Fara at seta mark fyri veiði Bjarni Mikkelsen vísir á, at NAMMCO, sum er nevndin, ið umsitur hav­ súg­djór í Norðuratlantshavi, fer nú undir arbeiðið at gera eina meting av, hvat grindastovnurin tolir av veiðu fyri ikki at ganga honum ov nær, og soleiðis, at øll veiða burtur av stovni­ num er burðardygg. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at Tjóðsavnið fær eina grind at merkja fyri at hava so gott vísindaligt grundarlag sum gjør­ ligt undir teirri metingini. Skal ein slík meting gerast, hevur tað nevniliga stóran týdning at fáa greiði á, hvussu víða, grindahvalur ferðast, og um talan er um smærri, lokal­a­r stovnar, ella um talan er um ein stóran, felags stovn. Bjarni Mikkelsen sigur at tað verður um eini tvey, trý ár, at NAMMCO fer at koma við einum slíkum tilmæli og tá fáa vit at vita, hvat grindastovnurin tolir av veiði, uttan at minka. Sum tað stendur í hinari greinini, vísir ein nýggj, men varislig meting, at grinda­stovnurin í Norðuratlantshavi er minst 500.000 hvalir. Bjarni Mikkelsen sigur, at tað var ein hvalateljing, sum hepnaðist heilt væl, og sum er eitt gott grundarlag at byggja eitt tilmæli um mest loyvdu veiði upp á. Men hann vísir samstundis á, at ein ivaspurningur, sum ofta verður reistur, er, hvussu víða, hvalur ferðast, og um talan er um fleiri smærri stovn­ ar, ella um talan er um ein stóran, felags stovn. Tað er eyðsæð, at er stovnurin, vit veiða burtur av, ein lítil staðbundin stovn­ur undir Føroyum, tolir hann minni veiði enn um talan er um ein stóran felags stovn. Tí hevur tað týdning at fáa greiði á, hvussu stórt økið er, sum føroyingar veiða grind burtur úr. Vil hava betri prógv Nakrar grindir eru merktar og úrslitið av teimum merkingunum eru, at grinda­hvalur ferðast rættiliga víða. Í hesum sambandi hava tey kunna fylgt við grindahvali, sum er merktur í Føroyum, sum hann hevur ferðast heilt suður á 46 stig, sum er meiri enn hálva leið suður á Azorurnum. Tí væntar hvalagranskarin á Tjóð­ savni­num ikki, at nakar vandi er fyri at niður­støðan er, at grindin undir Før­oy­um er ein lokalur stovnur. Men hann vildi kortini fegin, at hesin parturin av próvtilfarinum var betri grundaður, og tí hevði tað komið ógvuliga væl við at fingið eina grind at merkt í summar. Hann sigur, at tað er ikki neyðugt, at talan er um eina størri grind, tí er talan um ein bólk upp á 20 ella 30 hvalir, ella har á leið, er tað ein væl hósk­andi stødd. Talan kann eisini verða um at fáa ein minni bólk burtur úr eini størri grind at merkja. Betri útgerð Trupulleikin tey hava havt, tá ið tey áður hava merkt grind, er, at merkini eru dottin av, tá ið tey hava sent eina tíð. Summir sendarar hava hildið í einar fýra mánaðir, men í seinastu hava tey roynt at gera ábøtur á merk­ ini fyri at fáa sendararnar at halda longri. Serliga hevur tað verið antennan, sum ikki heldur og Bjarni Mikkelsen sigur, at teir hava illgruna um, at hvalir­nir varnast, at har er okkurt, sum ikki eigur at vera á, og bíta antennurnar av hvørjum øðrum, ella teir stúta tær til tær brotna. Men talan kann eisini vera um, at antennurnar fáa skaða av ymsum stoytum, hvalirnir kunnu fáa Men nú hava teir styrkt antennurnar og at bygt tær meiri inn í sjálvan sendaran í eini roynd at fáa tær at halda. –  Vit vóna framvegis at vit fáa merkt eina grind, sum vit høvdu kunnað fylgt allar árstíðirnar í einum heil­um ári, sigur Bjarni Mikkelsen. –  So høvdu fingið fingið eina greiða mynd av, hvussu víða grind ferð­ast í einum heilum ári, leggur hann afturat Vil sleppa at merkja eina grind í summar BURÐARDYGG VEIÐA Tað hevur stóran týdning í sambandi við eitt tilmælið sum skal gerast um burðardygga veiði eftir grind EITT HEILT ÁR – Vit vóna at vit fáa eina grind at merkja í summar, sum vit síðani fáa fylgt í eitt heilt ár fyri at vita, hvussu hon ferðast ,sigur Bjarni Mikkelsen, hvalagranskari á Tjóðsavninum Úrslitið av hvala­ teljingini kemur ógvuliga væl við hjá okkum VÆL FYRI Úrslitið av seinastu hvalateljingini í Norðuratlantshavi vísir, at stovnurin av grind er væl fyri og at okkara grindadráp ger hvørki frá ella til VÆL FYRI Á Tjóðsavninum hava tey sendarar klárar at merkja grind við. Ábøtur eru gjørdar á teir í vónini um at fáa teir at halda betur