Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ GONGUR VÆL Í NES KOMMUNU - Kommunurnar hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning, men nettoskuldin hjá okkum er væl niðan fyri skattaálíkningina Vilmund Jacobsen Roknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2017, sum nú er góðkendur, vísir, at inntøkurnar í árinum gjørd­ ust hægri, enn tær vórðu mettar, og samstundis gjørdust útreiðslurnar til rakstur og íløgur minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Nettoskattainntøkan hjá Nes kommunu í 2017 - eftir frádrátt av rentu­stuðli - var 55,4 miljónir krón­ ur, sum er 4,3 miljónir krónur hægri enn í 2016. - Í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við eini nettoskattainntøku fyri 2017 á 48,7 miljónir krónur. So­ statt gjørdust samlaðu inntøkurnar í 2017 tilsamans 6,7 miljónir hægri enn mett í fíggjarætlanini. Í Nes kommunu vita tey at siga, at hækkingin í skattainntøkunum í 2017 stavar frá øktum persón­skatti við 4,3 miljónum, og parta­felags­ skatt­urin hækkaði við 0,4 miljón­ um. Inntøkurnar til eldra­økið mink­aðu eisini við 0,4 miljón­um krón­um. Samlaðu rakstrarar­útreiðsl­ur­ nar í 2017 gjørdust 44,5 miljónir krón­ur, sum er 2,3 miljónir meira enn í 2016. - Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2017 varð roknað við einari saml­ að­ari rakstrarútreiðslu á 46,0 milj­ ón­ir krónur, og sostatt gjørdust saml­aðu útreiðslurnar fyri 2017 1,5 miljón­ir krónur minni enn mett í fíggj­arætlanini. Minni til íløgur Samlaðu nettoíløgurnar í 2017 vóru á 2,5 miljónir krónur. - Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 3,6 miljón­ir krónur. Íløgurnar í 2017 gjørd­ust sostatt 1,1 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini. Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2017 varð roknað við einum halli á 1,0 miljón, men staðfesta av­ lopið gjørdist kortini 8,1 miljónir - ella 9,1 miljónir krónur meira, enn roknað varð við. Lagt verður aftrat, at við árslok í 2017 var nettoskuldin hjá Nes komm­unu 14,0 miljónir krónur. - Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina ár­liga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skatta­álíkning fyri 31.12.2017 er 47,5 miljónir krónur, roknað við einum skattaprosenti á 23,0. Netto­skuldin er sostatt væl niðan fyri eina skatta­álíkning, kunnu tey í Nes komm­unu fegnast um, nú rokn­ skap­urin fyri 2017 er góð­kendur. Sambært góðkenda roknskapinum hjá Nes kommunu fyri 2017 gongur væl fíggjarliga í kommununi Gamlarætt skal umskipast Parkeringsplássini á Gomlurætt verða skjótt flutt vestur um omankoyringarvegin Vilmund Jacobsen Teir eru nú byrjaðir at rudda grót burtur undir berginum om­ an fyri bátahylin á Gomlu­rætt, har tunnilsmunnin til Sand­ oyar­tunnilin verður, og seinastu tíð­ina hava bilar hjá NCC eisini verið at sæð í Sandoynni. Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, sig­ur, at í næstum verður park­ eringsøkið á Gomlurætt eisini flutt vestur um oman­koyr­ing­ar­ vegin til ferjuleguna, soleiðis at pláss verður fyri ferðsluni til og frá arbeiðnum við tunnils­munn­ an, sum verður á Gomlu­rætt. - Í næstum fara vit eisini at arbeiða við inntakinum, sum verð­ur í Traðardali í Sandoynni, og her skal ein brúgv gerast um ánna, eins og spreingjast og stoyp­ast skal fyri inntakinum, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sand­oyartunlar. Nú verður ruddað Nú boringin av Eysturoyar­tunlinum skjótt er komin í helvt, er arbeiðið eisini byrjað á Gomlurætt at gera klárt til tunnilsmunnan til Sandoyartunnilin Vilmund Jacobsen Á Gomlurætt hevur i nakrar dag­ar verið arbeitt við at rudda grót burtur, sum liggur und­ir berginum eystan fyri park­er­ ings­plássið og suður imoti har, sum tunnilsmunnin verður. Tað er fyritøkan P/F HV Lütz­ en, sum ger arbeiðið á Gomlu­ rætt, og her verður broyt og lasbilur brúktur til stóru klett­ ar­nar, sum viga upp í fleiri tons. Hjá fyritøkuni P/F HV Lützen verð­ur sagt, at tilsamans skulu 1500 rúmmetrar av gróti rudd­ast og koyrast burtur av Gomlu­rætt, soleiðis at arbeiðið við tunnils­ port­alinum kann byrja.