Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Øll vita, at eitur úr slangu ella skorpión kann vera vanda­mikið. Men tað, sum er minni kent, er, at ein røð av heili­vági í byggir á toksinur ella eitur úr eitrandi dýrum. Eitrandi dýr eru vorðin til tað, tey eru, gjøgnum miljónir av árum og finnast í vist­skipanum um allan heim. Yvirskipað finnast tvey sløg av eitrandi dýrum, á ensk­um rópt “poisonous ani­mals” og “venomous ani­ mals”. Munurin liggur í, hvussu eituri rakar offurið ella føðina, ið dýrið livir av. Tá ræður um “venomous animals”, verður eitur sprænt í onnur dýr við eitt nú høggtonn (slangur) ella píki (skorpión), og eiturið verður framleitt í kertli, sum er knýttur at høggtonn ella píki. Hjá “poisonous animals” er eitur í staðin í øllum dýri­ num ella pørtum av dýri­ num, og tá kann dýrið í sær sjálv­um vera skaðiligt - antin tú etur tað ella bara nertur við tað. Eitur sum heilivágur Eitur í “venomous-animal” er ein samansett blanding av proteinum, tí sum rópt verður peptitum og øðrum lív­runnum og ikki lívrunnum mýl­um ella molekylum, sum saman eru ment til at skaða, steðga ella drepa “fongin”. Hóast hetta hava menniskju gjøgnum øldir brúkt hesi eiturevni til við­ gerð, eitt nú í gamla Grikka­ landi og innan traditionellan kin­verskan heilivág. Men, eisini í nútímans lækna­vísund verður eitur brúkt í viðgerð, og arbeitt verður leypandi við at finna nýggjar møguleikar at brúka annars vandamikla eiturið í ymiskum heilivági og viðgerð av sjúkum. Eskulápusarstavur Slangueitur hevur havt ein so mikið týðandi leiklut í heilivági, at slangan er vorðin ímynd av læknavísundini við sonevnda esku­lápu­sar­stavi­ num, ið er stavur, sum ormur hevur ringt seg um. Hetta er felags merki hjá læknavísundini eftir Aiskle­ pi­osi, sum er forn­grikski lækna­gudurin. Tað sigst, at í ár 67 fyri okkara tíðarrokning varð Mithri­dates VI, kongur í Pontus, bjargaður frá at bløða út á hermótinum, tá hann fekk smáar nøgdir av eituri úr høggorminum, Vipera Ursinii. Mithridates VI menti eisini móteitur við at taka smá­ar nøgdir av eituri, so­ leiðis at hann uppbygdi sær mót­støðuføri. Hetta legði eisini grund­ vøllin undir heilivági, nevnd­ur Mithridate og seinni Teriak, ið sigst kunna lekja flestu sjúkur og sum varð brúktur heilt fram til 1800-talið. Í heilivágnum Teriak vóru 66 ymisk evni, bæði miniralsk, planturunnin og úr dýrum. Her vóru eisini 16 kryddevni, rúsløgurin Madeira, høggormur og opium. Veruligt gjøgnumbrot Í endanum av 1800-talinum kom nútímans gjøgnum­brot­ ið við móteituri sum virkin viðgerð av sjúklingum, ið eitt nú vóru bitin av slangu. Funnið varð fram til, at sveita­vatn - ella serum - frá dýrum, sum vórðu sproytað við smáum nøgdum av eituri, var sterkt móteitur. Nógv seinni gjørdist gjøgnum­brotið við nýtslu av toksinum ella eituri frá dýrum eitt veruligt gjøgn­ um­brot innan heili­vág, og nýggja byrjanin gjørd­ist Capto­pril, sum varð upp­ funn­ið í 1977 og góðkent sum heili­vágur í USA í 1981. Captopril verður tikið sum tablet móti eitt nú ov høgum blóðtrýsti og hjarta­viknan. Aktiva evnið í tablettini stavar frá brasilianska høggorminum, Both­rops Jararaca. Ein virknaður av hesum heili­vági er, at blóðæðrarnar víðkast og tí lækkar eisini blóðtrýstið. Hetta eitur er í heilivágsídnaðinum vorðið tillagað og er gjørt til eitt minni samanbindandi mýl ella molekyli, ið er betri egnað sum heilivágur. Nútímans heilivágur Í stuttum kann sigast, at eitur frá dýrum - ella so­ nevndar toksinur - verður ikki bara brúkt av dýrunum sjálvum til veiði av føði, men eitur­ið verður eisini brúkt sum partur av nútímans heili­vági, eisini til viðgerð av eitt nú diabetes2. Tey, sum hava skrivað hesa grein í www.videnskab. dk , eru Andreas Hougaard Laust­sen, lektari á stovni­num fyri bio­ teknologi og bio­ med­isin (Danmarks Tekniske Universitet) og Sofie Føns, stud. M.Sc í tí, sum rópt verður Molekylær Bio­medisin (DTU). EITUR BJARGAR MANNALÍVI Slangueitur hevur havt ein so mikið týðandi leiklut í heilivági, at slangan er vorðin ímynd av læknavísundini við sonevnda eskulápusarstavinum, ið er stavur, sum ormur hevur ringt seg um Tað er ikki uttan orsøk, at Eskulápusarstavur, sum hann verður kallaður, verður brúktur sum ímynd av læknavísund Brasilianski høggormurin, Bothrops Jararaca. Tað var við eituri úr hesi slangu, at fyrsti heilivágurin við slangueituri varð mentur