týsdagur 29. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. mars 2017 · Nr. 60
Stórigarður,
fiskastykkið,
Vesturvarði,
grótbrúgvin um
Sandá, gamla
rættin hjá
Eystara Húsa
garðsfesti og
mangt annað.
Allastaðni kring
okkum eru
søgulig virðir,
ið siga okkum
nakað um tey,
sum undan
okkum fóru
Marin
Katrina
Frýdal,
Tjóðveldi
forkvinna í byggi- og
býarskipanarnevndini
Givið er, at eitt fólk við ong
ari søgu, er eitt fátækt fólk.
Tað eigur tí at verða lagt
í okkum øll um at kenna
okkara søgu, tí vit hava
skyldu til at bera hesa víðari
til børn okkara og eftirkom
arar annars. Hvussu hetta
fer at hilnast, kann bara eft
irtíðin vísa.
Tíðir broytast, mentanir
broytast,
heimurin
gerst
minni, og vit eru partur av
hesum øllum. Eitt nú hava
vit sæð, hvussu tann før
oyski maturin brádliga fekk
onnur virðir enn tey sið
bundnu, og hevur nú fingið
eitt satt gjøgnumbrot við
nýggjum og stórum framtíð
armøguleikum. Tað verður
borðreitt við blóðmøri, garn
atálg, hvítnýrum og øðrum
góðum á matstovum í Havn
og aðrastaðni. Nakað, sum
neyvan nakar kundi ímynda
sær fyri bara 15-20 árum síð
ani.
Bøtandi hond betri
enn spillandi tunga
Einstaklingar og felagsskapir
hava ans fyri so nógvum, og
tey fjálga og bjarga mongum
mentanararvi, og tøkk skulu
tey hava fyri tað.
Vit síggja tað í tónleikalívi,
í dansifeløgum, innan sjón
leik, gróthús verða laðaði
uppaftur, í varðveitingini
av eldru húsunum í gomlu
Havnini, virkisbygningar og
so framvegis.
Fari her at nevna nøkur
varðveitingarátøk, ið komm
unan júst hevur gjørt, og
sum framhaldandi arbeitt
verður
við.
Eisini
verða
frásøguskelti
sett
upp,
soleiðis at hetta ríkar um
upplivingarnar
hjá
borg
arum í býnum og teimum
vitjandi.
Gamla seyðarættin og við
tøkugarðarnir á Eystara Hús
garðsfesti við Svartafoss er
nýliga lagað uppaftur. Rætt
in, sum upprunaliga var í
Vørðsluni, tá bóndagarðurin
var á Húsabrúgv, men sum
býurin vaks, varð flutt niðan
undir Svartafoss.
Somuleiðis Vesturvarði,
stóri varðin vestan fyri Havn
ina hesumegin Húsareyn
ella við Rossagøtuna, sum
sæst víða um, var illa farin
av tíðarinnar tonn. Men nú
er hann eisini laðaður aftur,
so hann aftur er sjónligur og
prýðiligur fyri okkum øll.
Og
ikki
minst
gamla
brúgvin um Sandá úti í
Havnardali, sum varð bygd
í 20-unum av handfimum
monnum undir leiðslu av
Wilhelm Tórsheim. Hóast
hendan brúgvin ikki verður
brúkt longur, so stendur
hon
sum
eitt
søguligt
byggilistarligt
prýði
frá
einari farnari tíð. Nú verður
hon fingin aftur í sín upp
runa, asfaltið og bilverjan
verða tikin burtur, og smiðju
jarnsgelendari verður gjørd
ur, soleiðis at brúgvin fær
sítt upprunasnið.
Stórigarður verður varð
veittur, og ætlanin er at fáa
tað, sum eftir er av honum,
laðað uppaftur, og fáa hann
friðaðan. Partar av Stóra
garði eru inni á privatari ogn,
og arbeiðið er tí treytað av
bæði loyvum og samstarvi.
Stórigarður hevur sera stór
an mentanarligan og sið
søguligan týdning.
Fiskastykkið
yviri
við
Strond verður nú tikið fram
aftur til heiður og æru fyri
eina farna tíð. Peningur er
settur av til uppgávuna, og
í næstum byrjar hetta varð
veitingararbeiðið.
Endurskapa gamlar
bygdargøtur
Ætlanin er eisini at menna
gomlu bygdargøturnar, dag
føra tær og laða niðurdotnar
varðar uppaftur.
Í næstum verður fundur
skipaður við landsmynd
ugleikarnar, sum varða av
gøtunum, og ferðavinnu
myndugleikan, tí neyðugt
er at samstarva um hetta ar
beiðið.
Kommunan hevur ikki
heimild at nýta pening upp
á annanmans ogn, men vit
vilja vera við til at fremja
málið, og tí verður stig tikið
til at leiða partarnar saman.
Eingin ivi er um, at hetta
verður til gleði og gagns fyri
okkum øll. Tað hevur nevn
iliga týdning at kenna gøt
urnar og eisini við atliti til
vaksandi ferðafólkatalið, fyri
trygdina og fyri at minka um
slit av lendi.
Sum nevnt omanfyri, eru
fólk, einstaklingar og fel
agsskapir, sum síggja virðir
í gomlum og leggja tíð og
orku í varðveitingararbeiði
av slíkum slagi. Hetta fegn
ast vit øll um. Tað er nógv,
sum treingir til eina bøtandi
hond, varðarnir eru eitt,
gomlu bøgarðarnir eitt ann
að.
Neyðugt er við sjálvbodn
um arbeiði, og kanningar
vísa, at fólk sum arbeiða
sjálvboðið, eru bæði eydnu
samari og liva longri.
Sum forkvinna í Byggi-
og Býarskipanarnevndini í
Tórshavnar kommunu fari
eg at heita á øll fólk, ið sita
inni við hugskotum ella onk
ursvegna hava tørv á ráð
geving, leiðbeining ella øðr
um stuðuli, um at venda sær
til Tórshavnar kommunu.
Givið
er,
at
kommunan
einsamøll
megnar
ikki
alt, men saman røkka vit
munandi longur.
Varðveitingarátøk í hópatali verða gjørd í Havn
Fiskastykkið yviri við Strond verður nú tikið fram aftur til
heiður og æru fyri eina farna tíð. Peningur er settur av til
uppgávuna, og í næstum byrjar hetta varðveitingararbeiðið
Vesturvarði er laðaður aftur, soleiðis at hann
aftur er sjónligur og prýðiligur fyri okkum øll
Stórigarður verður varðveittur, og ætlanin er at fáa tað, sum
eftir er av honum, laðað upp aftur og fáa hann friðaðan
Gamla seyðarættin og viðtøkugarðarnir á Eystara Hús
garðsfesti við Svartafoss er nýliga lagað uppaftur
Gamla brúgvin um Sandá úti í Havnardali skal setast aftur í sín uppruna, asfaltið og bilverjan verða
tikin burtur, og smiðjujarnsgelendari verður gjørdur, soleiðis at brúgvin fær sítt upprunasnið
KJAK