týsdagur 29. mai 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygarkvøldið 26.mai var
Fimleikagalla 2018 í Bylgjuni í Runavík
200 íðkarar, venjarar, dómarar, samskiparar,
nevndir og innboðin vóru við til at skapa
eitt fantastiskt kvøld, har fimleikurin var
heiraður. Sum altíð var skráin á tremur við
góðum undirhaldi, tónleiki og mati.
Ársins handanir í
estetiskum og amboð:
Ársins drakt: Kvinnur Hydra,
Fimleikafelagið, Ljósið
Ársins seria: Kvinnuunglingar Vípan,
Fimleikafelagið, Støkk
Ársins venjari: Maria B. Jakobsen og
Sólbjørg Juliansdóttir, Fimleikafelagið ljósið
Ársins lið: Gentur Lyra, Fimleikafelagið
Ljósið
Ársins amboðsíðkari kvinnur: Rebekka
Ingadóttir Rein, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsíðkari menn: Aron Jacobsen,
Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsvenjari kvinnur: Margreta
Samuelsen, Fimleikafelagið Ljósið
Ársins amboðsvenjari menn: Eyvind A.
Hansen, Havnar Fimleikafelag
Ársins heiður: Erla Mikkelsen, Guðrun
Guðjónsson og Harald Joensen
Hetta er fimta árið, at fimleikagalla verður
hildið. Tað vóru Sasho Bjartsson og Gunn
R. Hermansen, sum tók stig til at fyriskipa
og, saman við FFS, hava staðið á odda fyri
stórsligna kvøldinum. Í ár var fyrstu fer at
Fimleikafelagið Støkk fyriskipaði, og tað
var sera væl fyriskipað. Næsta ár verður
Fimleikagalla
2019
fyriskipað
av
Fim
leikafelaginum Ljósið.
Ein stuttligur siður, sum hevur tikið seg
upp er, at amboðsdreingirnir hvørt ár taka
mynd saman við borgarstjóranum, har sum
galla verður hildið.
Føroya Fimleikasamband