týsdagur 29. mai 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Gongst sum ætlað, fer tað verða
dýrari hjá fólki, sum ikki er fast
búgvandi í Føroyum, at ferðast
við Strandferðsluni, enn tað er
hjá teimum, sum eru skrásett at
búgva í Føroyum.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri
á Strandferðsluni.
Sum tað sæst í hinari greinini,
eru føroyingar at kalla púra
samdir um, at tað skal vera
dýrari hjá teimum, sum búgva
uttanlands, at ferðast við Strand
ferðsluni, enn tað er hjá føroy
ingum.
– Vit arbeiða við at gera eina
skipan, har ferðafólk, sum ikki eru
fastbúgvandi í Føroyum, rinda ein
meiri veruleikakendan prís fyri at
ferðast við Strandferðsluni, sigur
stjórin.
Arbeiða við einum
uppskoti
Tað er nógv bíligari at ferðast
innanlands í Føroyum enn tað
er at ferðast innanlands í øðrum
londum
og
samstundis
sum
Strandferðslan gevur stórt hall,
hevur tankin tikið seg upp, at
hava ymiskar prísir á ferðaseðlum,
ein prís fyri tey, sum búgva her í
Føroyum, ein ein prís, sum hava
fastan bústað í Føroyum.
Stjórin á Strandferðsluni sigur,
at tey arbeiða við einum uppskoti,
um hvussu ein skipan kann
snikkast saman, men hann sigur,
at hetta er eisini ein spurningur
um at bøta um haldførið hjá
Strandferðsluni.
Hann sigur, at talan verður
rætt
og
slætt
um
at
býta
ferðafólkið sundur í tvey, tey sum
hava fastan bústað í Føroyum
og tey, sum hava fastan bústað
uttanlands.
Fyrsta stigið á leiðini er at fáa
nøkur hagtøl fyri, hvussu stórur
partur av ferðafólkunum við
Strandferðsluni eru fólk, sum býr
uttanlands.
Ein máti at gera tað upp á,
er rætt og slætt at standa við
landgongina og spyrja ferðafólk
um tey búgva í Føroyum, ella ikki.
Eitt tilmæli í heyst
Hilmar
Eliasen
sigur,
at
í
løtuni situr ein arbeiðsbólkur
og ger eina lýsing av, hvørji
krøv ein ferðaseðlaskipan hjá
Strandferðsluni skal lúka. Í hesum
sambandi verður spurningurin
eisini viðgjørdur um, í hvussu
stóran mun tað skal bera til at
keypa ferðaseðilin á internetinum,
áðrenn ferðafólk fara umborð.
Hann sigur, at eina ferð í heyst
fær hann eitt tilmæli frá arbeiðs
bólkinum.
Hvussu stórur prísmunurin
skal vera á ferðaseðlaprísinum
hjá fastbúgvandi føroyingum, og
øðrum, veit hann heldur ikki at
siga, tí hann sigur, at tað verður
eisini eini politiskur spurningur.
Broyta prísin fyri ferðafólk
sum ikki búgva í Føroyum
FERÐASEÐLAPRÍSIR Vit arbeiða við eini skipan, har ferðafólk, sum ikki eru fastbúgvandi
í Føroyum, rinda ein meiri veruleikakendan prís, sigur stjórin á Strandferðsluni
Áki Bertholdsen
Ferðafólk, sum ikki búgva
fast í Føroyum eiga at rinda
nógv meiri fyri at ferðast við
Strandferðsluni.
Tað eru føroyingar mest
sum samdir um, vísir ein
nýggj
meiningarkanning,
strandferðslan hevur gjørt,
og har 400 tilvildarlig fólk
kring landið vórðu spurd um
hesi viðurskiftini.
Strandferðslan
hevur
gjørt kanningina fyri at vita,
hvat fólk halda um prísirnar
á Strandferðsluni.
Í kanningini hevur Strand
ferðslan spurt, hvat fólk halda
um prísirnar ferðaseðlum og
um tey halda, at tað er ein
gongd leið at hava ymiskar
prísir, har fólk, sum ikki eru
fastbúgvandi í Føroyum skulu
rinda meiri enn føroyingar.
Eingin ivi
Og í hesum sambandi eru
føroyingar ikki í iva, tí
heili 79,5 prosent halda, at
ferðafólk, sum ikki búgva
fast í Føroyum, skulu rinda
minst tvær ferðir so nógv
fyri ferðaseðilin við Strand
ferðsluni, sum fastbúgvandi
føroyingar gera. Ein vanligur
ferðaseðil við Smyrli kostar
80 krónur, men tað eru altso
heili 79,5 prosent, sum halda,
at útlendsk ferðafólk skulu
rinda 200 krónur fyri ein
ferðaseðil við Smyrli.
Harafturat
halda
13,75
prosent, at ferðafólk, sum
ikki hava fastan bústað í
Føroyum, skulu rinda 300
krónur fyri ein ferðaseðil og
6,75 prosent halda enntá, at
tey skulu rinda 400 krónur
fyri ein ferðaseðil.
Samstundis halda tveir
triðingar av fólkinum, at
útlendsk ferðafólk eiga at
rinda 100 krónur fyri ein
ferðaseðil á teimum styttru
rutunum, har hann annars
kostar 40 krónur, men heili
16 prosent halda, at tað er
hóskandi at tey rinda 200
krónur fyri ferðaseðilin.
Men sum heild halda fólk,
at tá ið ferðafólk, sum ikki
eru fastbúgvandi í Føroyum,
ferðast við Strandferðsluni,
skulu tey rinda áleið tað
sama fyri ferðaseðilin, sum
tey rinda, tá ið tey ferðast
uttanlands.
Tað merkir, at tey skulu
rinda munandi meiri fyri
ferðaseðilin, tí aðrastaðni er
tað sum heild nógvar ferðir
dýrari at ferðast enn tað er
at ferðast innanlands í Før
oyum.
Útoyggjafólk
framíhjárætt
Samstundis halda heili 83,5
prosent av teimum spurdu,
at útoyggjafólk eiga at fáa
framíhjárætt at sleppa við
Strandferðsluni, men tað
halda 16,5 prosent ikki.
Hinvegin vísir kanningin
eisini, at sum heilda fólk at
tað er heilt skeivt at gera tað
púra ókeypis at ferðast við
Strandferðkuni, tí tað eru
næstan 75 prosent av føroy
ingum, sum halda, at vit
skulu rinda fyri at ferðast.
Haraftur ímóti eru tað
bara stívliga 11 prosent,
sum halda, at tað skal vera
heilt ókeypis at ferðast við
Strandferðsluni.
ÚTLENDINGAR SKULU
RINDA DUPULT VIÐ
STRANDFERÐSLUNI
FERÐASEÐLAPRÍSIR Tað skal verða nógv dýrari hjá fólki, sum ikki búgva í Føroyum, at ferðast við Strandferðsluni
ALT OV BÍLIGT
Føroyingar eru at kalla púra samdir um, at fólk,
sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum, sleppa alt
ov bíliga, tá ið tey ferðast við Strandferðsluni