Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. mars 2017 · Nr. 60 TÍÐINDI Aftur í ár skip­ar Norð­oya Lista­fel­ ag fyri Summ­ar­list í Post­hús­kjall­ar­ a­num í Klaksvík. Ein framsýning, ið er opin alt summ­ ar­ið, og sum vísir nak­að av tí, sum rør­ist í listini í 2018 Norðoya listafelag Framsýningin vísir list í breið­asta høpi, og fevnir frá máln­ing­a­list og grafikk, yvir gips­verk, installatiónir, video­verk, interaktiva list og ani­matións­tekning ­til snið­ geving av einum plaggi gjørt úr spælikortum. Summarlist 2018 er hugs­ að sum ein upp­liv­ing­ar­ fram­sýn­ing, har ráu rúmini í post­húskjallaranum er væl hósk­andi karmur um ymisku lista­grein­arnar. 14 listafólk lut­taka, og eru tey úr øllum landinum. Fel­ags fyri tey øll er, at tey eru yrk­is­ list­a­fólk, flest øll eru út­búgv­ in innan listaøkið, og flestu teirra liva eisini av list­ini. Flestu teirra, serliga tey yngru, hava nomið sær lista­ út­búgving uttanlands, í Ong­landi, Svøríki, Noregi, Dan­mark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt ný­hugs­andi, og við sínum í­køst­um flyta tey føroysku listina, og geva tey henni, á ein hátt, ein nýggjan altjóða kend­an dám. Summarlist miðjar eft­ir at vísa, sokallaðu sam­tíð­ar­ list­ina í góðum kørmum, og á ein­um týðandi palli mitt í býi­num, í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum inn­an stutta tíð, broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús. Listafólkini vísa hvør í sín­ um lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eis­ini sjálvrannsakandi. List­ a­á­hug­að­ir ­gestir kunnu fáa lista­upp­livingar, í fjálga, fáa smíl­ið fram, provokera, geva í­blást­ur, og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera. Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av lista­ fólki, ið tora at standa við, tað tey umboða og hava upp­ á hjarta. – Takk til Eldrafelagið í Klaks­vík, sum aftur í ár, trú­ liga ansar framsýningini. Takk til Grunn­in, Ment­an­ar­ hús í Klaksvík fyri vælvild í sam­bandi við, at vit kunnu nýta hølini. Og takk til tey, sum hava hjálpt til við at gera fram­sýn­ingina klára. Norðoya listafelag ynskir øll­um vælkomnum til SUMM­ARLIST 2018. Á Norðoyastevnu er SUMMARLIST 2018 opið leyg­ ardag og sunnudag kl. 15.00 – 20.00. Summarlist í Posthúskjallaranum Framsýnarar í ár eru: Astri Luihn Dan Helgi Helgason í Gong Fía Heinesen Frits Johannesen Hans Jacob Østerø Heiðrik á Heygum Jóhan Martin Christiansen Jón Sonni Jensen Jóna Rasmussen Rannvá Holm Mortensen Rannvá Kunoy Rókur Heinason Heinesen Silja Strøm Tummas Jákup Thomsen